Skip to main content

Vita skalt tú: Samskifti er ikki ein nevndarførleiki


Eins og tøgn ikki kemur á ting, so er greitt, at samskifti kemur hvørki í nevnd ella ráð.

Í almenna rúminum hevur ein polariserandi tørvur tikið seg upp til ikki at samskifta. Tørvurin kann best verða lýstur við at siga, at flestu bara vilja skilja og sálda rætt frá rongum. Vit og tit, havnarfólk og bygdafolk, mannafólk og konufólk, trúgvandi og vantrúgvandi.

Í so máta er eingin, ið er so rættur sum klokkan. Serliga tá ið hon hevur sligið, og allarserligast tá ið hon hevur sligið fyri seinastu ferð. Tá kann verða staðfest, hvussu skarst. Kanska eru tað bara andlát, ið eru meiri staðfestandi enn løgreglutíðindi í almenna rúminum.

Eftir eina hending í Mykinesi, varð sjefpolitiinspektørurin endurgivin á In.fo í gjár. Greitt er, at øvrigheitin heldur, at tað er umráðandi at siga okkum, hvat klokkan er:

”Fráboðanin úr Mykinesi kom klokkan 12.44 og klokkan 13.21 varð avgerð tikin um at boðsenda serdeildini. Klokkan 14.32 var serdeildin klár at fara av Boðanesi og klokkan 14.47 lendi tyrlan í Mykinesi. Klokkan 14.55 byrjar serdeildin at ganga gjøgnum bygdina í leitan síni eftir manninum, og klokkan 15.06 verður hann handtikin.”

3 setningar og 24 tøl av in.fo í gjár.

Sama er galdandi við ágangandi kjakinum um hjúnalagið, sum hjá teim flestu er púra líkagyldugt. Í staðin fyri at fyrihalda seg til henda veruleikan, vilja missionerar av øllum handa slag fyrst hava teg at velja breiða ella smala vegin. Velur tú smala vegin, ert maður, og gongur í mínari meingheit, so kunnu vit snakka. Annars ikki. Sama var herfyri, tá ið politikarar østu seg upp í skúm um breyðsølu sunnumorgnar. Missiónstankin skuldi ráða fyri upplatingartíðunum.

Onkur sigur, at spunamsmiðir hava infiltererað almenna rúmið, men tað er einki, ið bendir á tað. Samskiftið er blivið paria. Eitt óynskt útskot.

Sjálbestaltaða ajatollastýrið hevur tilskrivað sær rættin til alt samskifti til gerandisføroyingin. Frá orðabókagerð til sálmasang snýr skriftklóka samskiftið seg bara um tey bæði polariserandi útmørkini: rætt og skeivt.

Sama fakliga undirmenta hugsan um samskfiti kemur fram, tá ið almennar nevndir verða kosnar av ovastu rók. Nevndir, sum skulu flyta okkum frameftir og fáa fólkið at broyta hugsan. Til dømis um heilsu hjá øllum Føroya fólki.

Aldri havi eg sæð nakran, mann ella konu, verið settan í tílíkar nevndir, tí viðkomandi hevði førleika at arbeiða fakliga við samskifti. Men í einum ajatollasamfelag, har vit bara tosa um rangt og rætt, er kanska ikki tørvur á fakligum samskfitisførleikum. Í ljósi og myrkri er tað sjón fyri søgn.

Ikki ein einasta nevnd, eg havi kannað eftir, hevur samskiftisførleika íbygdan, tá tey møtast um fundarborðið og skulu flyta tjóðina fram á nýggjar ótráddar leiðir. Fari eg skeivur, taki eg fegin ímóti upplýsingum um tað øvugta. Ímeðan stendur pástandurin um, at samskifti er ikki ein verdugur førleiki, tá ið almennar nevndir verða settar at flyta tjóðina fram á leið.