Skip to main content

Posts

Í Havn á páskum 1975

Dánial og eg í djúpari diskussión í havanum í Dr. Jakobsens gøtu í Havn (Mynd: Martin Jacobsen) Meðan eg búi á Eiði og gekk í realskúla á Oyrarbakka var eg ofta í Havn um vikuskiftini. Tað var laga manni at koyra við flokslæraranum Karl, sum búi í Hoyvík. Og einaferðina koyrdi eg á knallert sjálvur. Martin, Hans og eg høvdu sama slag knallert. Eina reyða Zundapp frá Thomas Dam. Hon var heilt góð, tá toppskykkið varð fílað, stemplið hækkað og luftfiltrið tikið frá. Eisini høvdu vit somu myndatól. Eitt Mamyia/Sekor speglrefleks frá Bambus. Omanfyri hevur Martin avmyndað beiggjan Dánial á Dul Jacobsen og meg í havanum hjá teimum, omanfyri húsini. Helst tosa vit um nýggjastu tilboðini í onkrum bókaklubba. Las nokk so nógv, tá eg gekk í realskúlanum á Oyrarbakka. Haldi tað var Gunnar Joensen, sum við sínum ertandi sarkastiska stíli fekk meg at lesa nógv meir og annarleiðis enn eg ætlaði. Hann bjóðaði okkum av og tað var ikki so galið. Í baksýni á myndini síggjast húsini, har ein annar floks