Skip to main content

Posts

Samhaldsfasta eldrabyrðan

  Nú 80 ára gamli Martin Scorsese í Killers of the Flower Moon vísir heiminum sonnu søguna um, hvussu hvíti maðurin brúkti insulin at taka lívið av Osage indánum í Oklahoma í 1920’unum, og sum leikstjóri í endanum sjálvur kunngerð rættarligu avleiðingarnar fyri hvíta Amerika, tær vórðu ongar, kom mær til hugs føroyska hugtakið eldrabyrðan.  Hetta djevulsetta hugtak, sum frøðingar av øllum handa slag nú savnast um og heysa flagg fyri, eins og amerikanarar hava fyri at rally round the flag at fegnast um eitthvørt forbígangandi frá morgunstundini. Og mikrofonirnar eru opnar og verða hildnar av eins opnum vitanarkeldum.  Musikkurin í filminum hjá 80 ára gamla Robbie Robertson styrkir meg í tankanum og skipaða ágangin mótu eldrabyrðini, og at henni, eldrabyrðuni, skulu øll hóttaføll kastast fyri. Hvat tá? Tey doyggja nokkso skjótt allíkavæl og onkur skal rinda fyri útskeiðilsini hjá øllum teimum, sum yngri eru enn 80, og enn ikki hava gjørt sær greitt at orða tíansheldur lesa, kunngerða og

Heiður og sømdir til Ole

Oystercatcher er heitið á verkinum hjá Ole Wich, ið er eitt Shell-flagg frá 1994, sum bleiv til í kjalarvørrinum á vanlukkuni beint sunnan fyri okkum, tá tangabáturin Braer rak og rendi á Sumburgh Head í Hetlandi við 84.000 tonsum av olju umborð. Nú er aftur uppá tal at leita eftir olju. Við frágreiðing er verkið lýst á síðu 503 í avrikskataloginum hjá Ole, sum telur 600 blaðsíður, har elstu verk eru aftast og nýggjastu fremst. Við Goodiepal sum kurator letur Ole Wich upp framsýning í tveimum rúmum í Listaskálanum fríggjadagin 27. oktobur kl 16:00. Heitið er "retrOWspektIv - Ole Wich sambært Goodiepal". Til framsýningina hevur Ole savnað øll síni verk í nýggju bókina »Autobiografisk oeuvre - frem til 2023«. Í bókini eru bæði myndir og tekstur til verkini, ið Ole hevur skrivað. Bókin verður løgd fram, tá framsýningin letur upp og fæst til keyps í Listasavni Føroya.  Dagmar Malena Winther, sum er savnsumsjónarfólk, bjóðar vælkomin, Ole Wich sigur sjálvur nøkur orð um framsýning

Derby í Liverpool

Í dag er derby á Anfield í Liverpool, har lokalu fótbóltsfeløgini Everton og Liverpool møtast. Felagið 4-3-3 skipar fyri útferð til dystin og eg eri við umborð. Fyrstu ferð í lívinum fari eg at taka saman um, ella í minsta lagi at eygleiða, ein dyst og eftirmeta her á The Albert, einasta upprunaliga húsi, sum enn stendur við Anfield. Undir loftinum hanga Merkið og onnur føroysk fótbóltsfløgg. Aftanfyri ítróttarøkið eru føroyskir steinar lagdir í túnið. Spennandi at síggja so kærleiksfullan áhuga í einum fyribrigdi, sum er borið av markleysum áhuga, sum hjá Cat Stevens, har faðir og sonur er gjøgnumgangandi tema. Fótbóltur er navnið á leikinum. Tey bæði grannaliðini hava felags uppruna, stovnað í 1878. Ættartalvan sigur, at Everton flutti til Anfield í 1884 á eitt øki, sum John Houlding, fótbóltsforsetin, tey róptu, átti, umframt at hann frammanundan hevði verið borgarstjóri í býnum. Verjuleikarin í TB, Petur Hammer, 74, sum Vagnur Michelsen á Hvannrók minnist sum skjótan og frálíkan ál