Oystercatcher er heitið á verkinum hjá Ole Wich, ið er eitt Shell-flagg frá 1994, sum bleiv til í kjalarvørrinum á vanlukkuni beint sunnan fyri okkum, tá tangabáturin Braer rak og rendi á Sumburgh Head í Hetlandi við 84.000 tonsum av olju umborð. Nú er aftur uppá tal at leita eftir olju. Við frágreiðing er verkið lýst á síðu 503 í avrikskataloginum hjá Ole, sum telur 600 blaðsíður, har elstu verk eru aftast og nýggjastu fremst.
Við Goodiepal sum kurator letur Ole Wich upp framsýning í tveimum rúmum í Listaskálanum fríggjadagin 27. oktobur kl 16:00. Heitið er "retrOWspektIv - Ole Wich sambært Goodiepal". Til framsýningina hevur Ole savnað øll síni verk í nýggju bókina »Autobiografisk oeuvre - frem til 2023«. Í bókini eru bæði myndir og tekstur til verkini, ið Ole hevur skrivað. Bókin verður løgd fram, tá framsýningin letur upp og fæst til keyps í Listasavni Føroya.
Dagmar Malena Winther, sum er savnsumsjónarfólk, bjóðar vælkomin, Ole Wich sigur sjálvur nøkur orð um framsýningina og Goodiepal spælir tónleik. Framsýningin er í Listaskálanum til 15. desembur.
Í næstu viku letur Ole upp enn eina framsýning niðri í Müllers Pakkhúsi. Hon endar við, at fólk kunnu koma framvið og taka úr kassum, tað, sum tey hava hug til og rinda eitt oyra fyri tað.
Og tá fjórði novembur kemur, verður Ole hálvfjerðs.
Dagurin eitir otto. Eitt palindrom. Eitt navn ella orð, ið gevur sama kommunukativa úrslit, hvørt tú stavar tað frammífrá ella aftanífrá. Og fara vit til film, sum vit báðir hava tokka til, so var ein spanskur leikstjóri, Julio Medem úr San Sebastian, í Finnlandi í 1998 og gjørdi ein film við leiklutunum Ana og Otto. Ein palindromfilmur um at bera post úr einum høpi í eitt annað.
Ein, ið kemur uttanífrá, krossar linjur og mørk, og vágar at prika burturtagdar sannleikar, sum øll tey lokalu hava bundið niður og tiga um.
Ole, sum av fyrstan tíð var í Føroyum sum marinari við Hvidbjørnen, bleiv nýføroyingur í 1980, tá hann búsettist her.
Hugsi, vit møttust fyrstu ferð, tá eg bleiv formaður í Filmsfelagnum í 1984. Fyri hvønn vetur varð gjørd ein skrá, sum umframt tekst skuldi hava eitt grafiskt frámerki. Tað var Ole fermur til sum fáur, oftast við eini einklari striku, sum greitt vísti dagsins filmiska veruleika, til dømis E.T., eins og í ferðavinnufaldarum, sum hann teknaði og sniðgav um somu tíð, serliga tær genialu myndirnar av seyði í mjørka á koyrivegnum millum bygda. Ein framúr ávaring til fremmandar bilførarar.
Eisini gjørdu vit á teknistovuni Kubus, har hin Ole, Ole Jensen, eisini var við, lýsingar og lýsingarátøk fyri Skála Skipasmiðju undir heitinum ”Eitt ættarlið úr stáli” og lýsingar fyri Star Shipping, sum við nýggjum flatbotnaðum roll-on-roll-off farmaskipum kundu bukta seg inn á hvønn fjørð. Og so spældu vit okkum við orðingum sum rúm, og at sigla upp í ættina við rúmum skipi og rúmum segli inn á hvønn pier og tanga.
Haldi enn, at besta búmerki í landinum er blivi til á hesi somu teknustovu hjá Ole og Ole, Kubus, í Doktar Jakobsens gøtu aftanfyri hølini hjá Landsfelag Føroyinga í Útbúgving, meðan Oxygène hjá Jean-Michel Jarre mól á plátuspælaranum. Úrslitið varð búmerkið til nýggju svimjihøllini í Gundadali í Havn. Einu løtuna var tað Óli Andnegl, sum pilkaði nøs, so vórðu vit uppi í nøsini á Williami Heinesen og Janusi Djurhuus, og at enda stóð búmerkið aldandi klárt, akkurát soleiðis sum tað varð hugsað av teimum báðum, Ole og Ole, ein frísvimjari ovast á eini bláari aldu uppi í ítróttaøkinum í Havn. Ikki bara slitsterkt sigandi, men greitt og genialt, hvussu tú so vendir tí og hvussu nógvur visuellur larmur er uttan um búmerkið. Tað dettur ikki burtur og missur ikki týdning sum svimjimerki.
Úr seinastu dropunum í einum kaffikoppi, vit júst høvdu drukkið á Kondittarinum, teknaði Ole í 1989 eina kafferell-mynd av eldra soninum, Hanusi, og mær, við søguliga køkudiskin, meðan vit síggja ryggin á Jákupi, sum situr við borðið. Hesa tíðina teknaði Ole eisini snartekningar á jazzfestivalinum í Norðurlandahúsinum. Aftast í nýggja avrikskataloginum eru tekningar frá hesi tíðini, við kaffi og tusch, men eisini fantastiskar akvarell tekningar úr vitjan í Thule í Grønland, sum tá vórðu sýndar fram á torginum í SMS.
Frá 2005 er ein røð av staramyndum, myndum av fuglinum Starnis Vulgaris Faroensis, sum Ole hevur eygleitt drúgt og leingi, og við okkurt høvið hevur sagt, heldur burdi verið tjóðarfuglur enn tjaldrið. Frágreiðingarnar og eygleiðingarnar eru spennandi at lesa í avriksbókini. Listasavnið hevur keypt tjaldursverkið.
Tjaldursrøðirnar og fløggini við Merkinum og innfeldum sjógvi og grindadrápi eru fyrstu ting, sum abbasonurin, Olaf, leggur til merkis, tá hann fer eftir stóru bókini, sum dumsar niður á borðið tá tú opnar, blaðar og letur aftur. Tað grefliga og provokativt sjónliga eru vørumerkini hjá Ole. Og so eru vit við homiFObia og anti-bíbliumerkini, sum eingin gamal-føroyingur hevði havt dirvið til at gjørt, borið fram og sett á breddan í 2006. Ole hevur hervið brotið føroysku tagnarmentanina, tavshedskulturen.
Í bókini ”Livandi List” (2008) velur Ingrid Smærup Sørensen júst hesi verk við eini góðari og breiðari frágreiðing afturvið. Mikael Wivel hevur eisini valt somu verk í bókini ”Sekel” (2011). Tað er áhugavert at síggja, hvussu selektiv lýsingin er av nýggjari føroyskari myndlist, har Ole slettis ikki er við m.a. í útgávuni hjá Sprotanum frá 2000 og nýggjasta yvirlitinum við føroyskari list, sum forlagið Trap gav út fyrr í ár. Í hvørgum førum er Ole við. Tað er so besyndarligt, at eg havi hug at skriva við við dubultve, wið.
At talaða málið so ríður um ein snúningsás, har kommunukativu útpunktini eru danskt og føroyskt, er latenta avbjóðingin.
Hetta við at royna at fara um mark og gera tað, at fara um mark, kanska fleiri mørk, er ein av drivkreftunum hjá Ole. Ikki bara tá vit upp í saman hava sagt, at tað eitir ikki ”Í fyrstuni varð orðið”, nei tað er rætta er ”Í fyrstuni var myndin”. Tí hvussu kanst tú hava eina mynd av einum orðið, tú ikki kennir týdningin av? Og í tí setninginum liggur ein generellur kritikkur av okkara bókstavatrúgvu mentan, har myndin bara í lítlan mun fær innivist, hóast okkara list, mentan og atferð er meira gjøgnumsúrgað av flasjandi myndum og ikonum enn nakrantíð, men vit hvørki duga ella læra at avkoda tær, tí skúlin og kirkjan, sum byggja tjóðina, í báðum førum eru so bókstavatrúgv. Eg meini so við, hava tit nakrantíð hoyrt um at verða send til skúlapsykolog, tí tit vóru bílætablind? Nei, tað er í ordan at verða skúlaliga dømdur úti sum bílætablindur, men sum orðblindur, nei tað ber ikki til í okkara lesi- og talmentan.
Men tað var Asger Jorn, eg skuldi nevna. Hann stendur mittastur fyri í fororðunum fremst í avriksbókini.
Úr samarbeiðsprojektum gjøgnum árini havi eg hug at nevna Norðurlendsku Filmstevnuna í Norðurlandahúsinum, Útvarpshøllini og Hotel Borg, sum hotellið tá kallaðist, í 1989, og búmerkið til hundraðárahaldið sum fólkavald kommuna hjá Tórshavnar kommunu í 2009. Og so hava vit skrivað dualistiskar duell-tekstir saman í Google docs, sum til dømis ummæli av nýggja filminum ”111 góðar dagar”. Stuttligasta og kanska mest reflekterandi filmsummæli eg havi skrivað, takkað verið Ole. Á sama hátt hava vit skrivað almennar fráboðanir og tekstir frá Filmsfelagnum. Hugfarsligt, stuttligt og spennandi at spæla sær við málinum, akkurát sum yrkjarin sigur í ”Ophav” (1996), tað er Ole sjálvur, bara tú fært ein vegg at spæla upp í móti, sum tá gentur lofta við bóltum.
Til lukku, Ole, við sømdargávuni, til lukku við framsýningunum og til lukku við føðingardegnum!