Nú 80 ára gamli Martin Scorsese í Killers of the Flower Moon vísir heiminum sonnu søguna um, hvussu hvíti maðurin brúkti insulin at taka lívið av Osage indánum í Oklahoma í 1920’unum, og sum leikstjóri í endanum sjálvur kunngerð rættarligu avleiðingarnar fyri hvíta Amerika, tær vórðu ongar, kom mær til hugs føroyska hugtakið eldrabyrðan.
Hetta djevulsetta hugtak, sum frøðingar av øllum handa slag nú savnast um og heysa flagg fyri, eins og amerikanarar hava fyri at rally round the flag at fegnast um eitthvørt forbígangandi frá morgunstundini. Og mikrofonirnar eru opnar og verða hildnar av eins opnum vitanarkeldum.
Musikkurin í filminum hjá 80 ára gamla Robbie Robertson styrkir meg í tankanum og skipaða ágangin mótu eldrabyrðini, og at henni, eldrabyrðuni, skulu øll hóttaføll kastast fyri. Hvat tá? Tey doyggja nokkso skjótt allíkavæl og onkur skal rinda fyri útskeiðilsini hjá øllum teimum, sum yngri eru enn 80, og enn ikki hava gjørt sær greitt at orða tíansheldur lesa, kunngerða og umsita ein eldrapolitikk, tí so hevði tað blivið pínligt.
Ímeðan peika vit eftir eldrabyrðuni.
Í morgunsendingini í Útvarpinum segði Magni Mohr í samrøðu við Elina Michelsen, at vit síggja ikki fyrimunirnar við at hava nógv eldri, sum eru funktionel og aktiv á fleiri pallum í samfelagnum, men heldur sum ein belastning.
Tað er akkurát tað. Tann reina útskúgving.
Hvat við at hugt eftir grøna Co2 fótafarinum, og hvussu nógv tað leggur eftir sær, hvørja ferð tú etir eina máltíð, koyrir bil ella ferðast á annan hátt, og eftir sama mynstri leggur eitt lívlangt skattafótafar, har tey, ið mest hava lagt eftir seg, fáa stórstu ávirkanina og - øvut - tey, ið aldri hava rindað skatt, og tí eru so ovurhonds rík, fingu samsvarandi samfelagsbúskaparliga ávirkan og atkvøðurætt?
Akkurát sum fyrr í tíðini.
Og representativan atkvøðurætt at velja tíni fólk á ting og í kommunalið.
Tað hevði verið samhaldsfesti, ið gav meining. Í hvussu er størri og meira samhaldsfesta meining enn sosialdemokratiski flokkurin førir í høvuðsstaðarkommununi í okkara tíð.
Robert De Niro er 80, Mick Jagger er 80, og hann kundi sungið fyri øllum tí gráa gullinum, og Keith Richards, sum á jólum eisini fer um tey 80, kundi spælt afturvið. Teir leggja so ikki stein omaná eldrabyrðuna.