Viðtal, Skúlablaðið apríl 2006: Tosað verður um tekst, mál og máliskur í móðurmálinum. Men rúmast myndir í móðurmálsundirvísingini? Við støði í nýggju bókini Les 1 hjá Føroya Skúlabókagrunni tosa vit við Kinnu Poulsen um móðurmyndir Myndlistin er ung Tekstasavnið Les 1 gongur nýggjar leiðir og nýtir myndir í móðurmálsundirvísingini. - Hugtakið móðurmynd er áhugavert at halda upp móti móðurmáli, sigur Kinna Poulsen, men ger vart við, at føroyska myndlistin er ung og røkkur ikki eins og kvæðini aftur í miðøld. - Myndlistin hevur heldur ikki fevnt allar føroyingar eins og tjóðskaparyrkingarnar, fá hava dyrkað hana, og hon hevur ikki á sama hátt sum kvæði, yrkingar og Kingo verið avgerandi fyri at mynda okkara samleika, sigur Kinna, ið fegnast um tann stóra áhugan sum í løtuni er fyri myndlistini. - Men hesin áhugin kemur eftir at okkara mentan er ávirkað av altjóðagerð, interneti, nógvum sjónvarpsrásum og er í einum syndrandi ráki, sum lagar seg eftir einstaklinginum, heldur enn almennar