Lesarabræv, Dimmalætting 17. juni 2003: Í blaðgrein í Dimmu týsdagin 17. juni vil blaðmaðurin Heini Gaard verða við, at mentanin hevur góð kor í Føroyum. Alt er relativt og kann diskuterast, lukkutíð eisini mentanin. Men lesur tú greinina, fært tú ein varhuga av, at helst er pástandurin – og yvirskriftin – av allari leið. Samanumtikið hevur mentanin ikki góð kor í Føroyum. Og listin so slettis ikki. Men støðan er í batningi. Mentamálaráðharrin gav í talu greiða ábending um nýggja strategiska hugsan, tá umræður mentan her á landi. Upplýst varð eisini, at í Írlandi er listarlig starvsløn skattafrí. Tí har er eitt framúr gott samstarv millum list, lóggávu- og skattavald. Í Hetlandi er harafturat tætt samstarv millum vinnu og listarligt virksemi, altsamalt við oljupengum sum støði. Í Skotlandi á sama hátt. Her hava vit nógv at læra. Og blaðmaðurin blakar sjálvur lærdóms-eplið inn á mentanarliga vøllin. Tað er fótbólturin. Heini vil hava fótbóltin viðgjørdan í mentanarliga kjakinum. Tað er