Skip to main content

Mentanin góð kor?


Lesarabræv, Dimmalætting 17. juni 2003:

Í blaðgrein í Dimmu týsdagin 17. juni vil blaðmaðurin Heini Gaard verða við, at mentanin hevur góð kor í Føroyum. Alt er relativt og kann diskuterast, lukkutíð eisini mentanin. Men lesur tú greinina, fært tú ein varhuga av, at helst er pástandurin – og yvirskriftin – av allari leið.

Samanumtikið hevur mentanin ikki góð kor í Føroyum. Og listin so slettis ikki. Men støðan er í batningi.

Mentamálaráðharrin gav í talu greiða ábending um nýggja strategiska hugsan, tá umræður mentan her á landi.

Upplýst varð eisini, at í Írlandi er listarlig starvsløn skattafrí. Tí har er eitt framúr gott samstarv millum list, lóggávu- og skattavald.

Í Hetlandi er harafturat tætt samstarv millum vinnu og listarligt virksemi, altsamalt við oljupengum sum støði.

Í Skotlandi á sama hátt. Her hava vit nógv at læra. Og blaðmaðurin blakar sjálvur lærdóms-eplið inn á mentanarliga vøllin. Tað er fótbólturin.

Heini vil hava fótbóltin viðgjørdan í mentanarliga kjakinum. Tað er einki rættari enn tað. Tí fátt, um nakað, kann sum fótbóltur sameina tjóðina. Tað vísti dysturin móti Týsklandi herfyri.

Men skapar hann nakað virði, fótbólturin? Politiska lóggávuvaldið sigur nei. Fótbólturin, og ítrótturin í heila takið, skapar einki virði.

Tí er lógarásett, at eingin av teimum 6150, sum møttu til landsdyst á Tórsvølli, skuldu rinda meirvirðisgjald. Henda dag misti landið tí størri virði, ein sjálvt hin besta rockkonsertin kundi skapt av peningi.

So góði Heini, tá eins kor eru galdandi fyri fótbóltin og rockin, tá skal eg møta til hvønn fótbóltsdyst. Hvønn sunnudag. Í meðan haldi eg frí. Við ongum spælistaði.

Lesarabræv, Dimmalætting 17.juni 2003