Skip to main content

Posts

Bobby Sands livir á filmi

Søgan um norðurírsku fólkahetjuna Bobby Sands er gjørd til film, sum longu hevur fingið stóra virðisløn, Camera d'Or, ið verður latin leikstjórum fyri fyrsta filmin. Veggjamálningurin av Bobby Sands sæst í Belfast. Um hornið er skrivstovan hjá Sinn Féin og Gerry Adams (Mynd: Birgir Kruse) Filmurin Hunger, ið varð sýndur í skránni Un Certain Regard í Cannes, hevur í dag fingið virðislønina Camera d'Or. Hetta er fyrsti filmur hjá londonbúgvanum, ið ber sama navnið sum kendi filmsleikarin, ið doyði í 1980 - Steve McQueen. Enn eitt filmssøguligt navn, Fassbinder, spøkir, tá vit hyggja eftir leiklutunum í hesum nýggja filmi. Ikki týski leikstjórin, sum doyði í 1982, men 31 ára gamli írski leikarin Michael Fassbender spælir høvuðsleiklutin í filminum Hunger. Tað er sum IRA-maðurin Bobby Sands. Til tess at virka sannførand, svøltaði Fassbender seg í tveir mánaðir. Veruliga søgan sigur, at eftir at hava svøltað seg í 66 dagar, doyði hin 27 ára gamli írin Bobby Sands í Maze (Long Kesh

Skúlaflokkur vinnur Palme d'Or í Cannes

Franski flokkurin handan filmin "Entre Les Murs" (The Class) kring leikstjóran Laurent Cantet, ið júst hevur fingið Gyltu pálmarnar í Cannes (Pressumynd) Franski filmurin "Entre Les Murs", ein bersøgin søga um ein veruligan skúlaflokk og lærarar teirra, vann fyrstu virðislønina í Cannes í dag. Leikstjóri er Laurent Cantet. "Entre Les Murs" er fyrsti franski filmur at vinna gyltu pálmarnar síðani "Undir Satans Sól" í 1987. Filmurin, ið er eitt dokudrama, verður lýstur sum ein bersøgin og ótilgjørd søga, merkt av einum improviseraðum stíli, ið setir sær fyri at lýsa hendingar í einum skúlaári. Sean Penn, ið var formaður í dómsnevndini, sigur at avgerðin var einmælt. Italskir filmar fingu tær báðar næstu virðisløninar. Matteo Garrone fekk virðislønina, Le Grand Prix, fyri "Gomorrah," ið lýsir undirverðina í Napoli, og Paolo Sorrentino fekk dómsnevndarvirðislønina, The Jury Award, fyri "Il Divo," sum lýsir Giulio Andreotti. Beni

Rabarbuchutney

Anna Dahl við risastórum rabarbum - og sigarett. Rabarburnar kunnu brúkast til annað enn súltutoy og rabarbugreyt, eitt nú chutney. (Mynd: Birgir Kruse) Úr rabarbunum (Rheum rhabarbarum), ið vaksa í bakkanum undir Tórsbyrgi - oman móti Jehova, sum tey siga her um leiðir - ger Anna Dahl chutney, rabarbuchuthey. Við góðum kryddi er tað vælegnað afturvið osti og sum súrsøtt tilhoyr afturvið mest sum øllum føroyskum mati.

Reynsmúlalág

Floksfelagarnir Jóhan Petur, Birgir, Hans og Martin í túnin hjá Martini í Purkugerði 5 í Havn. Martin greiðir frá um søgulig støð á farleiðini um Kirkjubøreyn. Floksfelagin Poul Muller, bóndi í Havnardali. Jóhan Petur heldur Fjallataluna. Allir fýra samlaðir við talarastólin í Reynsmúlalág. Niðast sæst Hans við ikki sørt av lesull. Tað var ikki gamalt, at tjøldrini í Kirkjubø komu illa fyri av lesull (Myndir: Birgir Kruse og annars sjálvútloysarin) Góðveðrið í dag nýttu nógv til útferð. Eitt nú gomlu floksfelagarnir Martin, Hans, Jóhan Petur og Birgir. Vit fýra gingu ein túr um Kirkjubøreyn, steðgaðu í Reynsmúlalág og gingu oman í Kirkjubø. Niðan frá Sandá møttu vit enn einum gomlum floksfelaga, Poul Muller, sum er bóndi í Havnardali. Sum sæst var veðrið av tí fagrasta.

Indiana Jones á fjórða sinni

Ovast er mynd úr filminum “Indiana Jones and the Kingdom of the Crystal Skull”, sum Havnar Bio sýnir í kvøld. Síðani síggjast teir tríggir Spielberg, Lucas og Ford í Cannes, meðan mannamúgvan, niðast, roynir at fáa eina privata mynda av stjørnunum (Pressumyndir) Fýra minutter eftir midnátt í kvøld frumsýnir Havnar Bio fjórða filmin um Indiana Jones “Indiana Jones and the Kingdom of the Crystal Skull”. Tað er 65 ára gamli Harrison Ford, ið leikar, meðan Steven Spielberg, 61, leikstjórnar og George Lucas, 64, framleiðir. Sermerkt fyri Spielberg eru børnini, hann brúkar í filmunum. Skilligt er, at Spielberg letur børnini standa fyri eini serligari frásagnarligari framdrift. Hetta er sjónligt í Indiana Jones filmunum, har eitt barn, ella ein unglingi, er við og setir ferð á søguna. Eitt slag av barna-power. Havi altíð hildið, at teir báðir stóru amerikansku leikstjórarnir eru Steven Spielberg og Martin Scorsese. Meðan hin fyrri brúkar hvítu miðalstættarvirðini, oftast við einum kjarnhúski

Teldupostur í barnabókum

Marjun Ziskason, ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni, við bókini um Arna og telduna, har førleikin at skriva teldupost er umráðandi (Mynd: Birgir Kruse) Føroysk skúlabókagerð hevur flutt seg fram til nútíðina. Í nýggjari bókarøð, ætla yngstu skúlabørnunum, er tað í eina førinum teldupostur, ið ber søguna. Á bakpermuni á bókini Arni og teldan stendur at lesa: "Virgar og Arni eru bestu vinir, men nú fer Virgar at flyta. Arna dámar tað einki. Hann verður púra einsamallur. Virgar sigur, at teir bara kunnu skriva saman. Men Arni dugir ikki at senda teldupost..." Og so byrjar lesieggjandi søgan um Arna og telduna. Søgan um Arna og telduna er ein av sjey bókum, ið eru lættar at lesa. Bókarøðin, sum Føroya Skúlabókagrunnur og Bókadeild Føroya Lærarafelags geva út í felag, nevnast Krabbabøkur . Alexandur Kristiansen hevur umsett søguna um Arna og telduna. Og søgurnar fara heilt út í cyberspace. Ella í minsta lagi kjakið um tær. Hendrik Jacobsen frá KT-deplinum sigur, at arbeiðspláss

Sjáldsamur loðpílur

Jens Petur Gaard við loðpíli úr Gjónni í Vestmanna, ovara myndin, og úr Múla á niðaru myndini. (Myndir: Birgir Kruse) Í urtagarðinum hjá Jens Peturi og Guðruni Gaard eru tvey sjáldsom sløg av loðpíli. Tey eru úr Múla og Vestmanna. Loðpílur og arktiskur pílur, sum nú eru nærum avoydd av seyði, eru sjáldsom at síggja. Tó man ein reyð várhagasólja (Taraxacum rubifolium Rasmussen) vera hin mest sjáldsama í hesum urtagarðinum. Hon sæst bara her og er uppkallað eftir pápa Guðrunar, Jóannesi Rasmussen. Tá reyða várhagasóljan blómar venda vit aftur við eini mynd. Á heimasíðuni hjá Jens Kjeld Jensen í Nólsoy kunnu vit lesa at upprunaliga vuksu ikki nógv ymisk træsløg í Føroyum . Men kortini eru funnar leivdir av trævøkstri fyri túsund árum síðani. Millum annað vóru trý ymisk sløg av píli: urtapílur Salix herbecea L ., loðpílur Salix lanata L. og arktiskur pílur Salix arctica Pallas. Jens Kjeld Jensen, sum er skipskokkur, arbeiðir í løtuni við eini spennandi bók um lunda í Føroyum.

Útifundur í Tórsbyrgi

Formaðurin í Eigarafelagnum Meta og orðstýrarin Heðin M. Klein. Frammfyri er hundurin hjá Gutta. Í góðveðrinum varð atkvøtt við at rætta hondina upp (Myndir: Birgir Kruse) Á fyrsta sinni hevur nevndin í Eigarafelagnum í Tórsbyrgi skipa fyri útifundi. Tað var í góðveðrinum 17. mai 2008, tá lýst var til eykaaðalfund um hitaskipan og felagshús. Veðrið var so mikið gott, at semja var millum fundarfólkið at sita uttandura. Formaðurin Meta legði fyri og Heðin varð valdur at stjórna fundinum. Alt gekk væl og atkvøtt var við at rætta hondina upp. Bæði uppskot vóru samtykt uttan mótmæli.

Ruddingardagur í Tórsbyrgi

Ovast sæst Meta C. Palle formaður í Eigarafelagnum millum reyðar tulipanir. Í baksýni hitamiðstøðin, har ætlanin er at gera felagshús. Bogi í Homrum arbeiðir við at gera gøtu kring Tórsbyrgi og lærararnir Guðrið Rubeksen og Jens Petur Gaard kjakast um plantur og lívfrøði, meðan Heðin M. Klein slær grasplenuna og Einar Ellingsgaard hvessir sær amboðini í Hitamiðstøðini. Turið Joensen hevur lúkað, meðan hundurin Balou gongur undan. Nýggjur í Tórsbyrgi er Alfons Sigurðsson, sum býr saman við Herfríð Jacobsen í nummar eitt. Niðast sæst Anna Dahl, sum eftir ein starvnan dag hevur lagt seg í summarsólina. (Myndir: Birgir Kruse) Ruddingardagur er um alt landið, eisini í Tórsbyrgi. Kustar, spakar og trillibørur eru frammi, plenur verða kliptar og lastbilurin hjá kommununi hevur verið eftir hópin at trøum og runnum, ið eru skorin niður. Formaðurin skipar fyri ruddingini og borðreitt er í hitamiðstøðini, har fólk kunnu rinda møðina og fáa eitt prát. Klokkan 16 er eykaaðalfundur á sama staði, ha

Summarmyndir úr Suðurstreymi

Ovast sæst nýfolaða føroyska fylið "Bestla" einsamalt á fold, síðani Elin í Jákupsstovu, fylið og ryssan og ryssan og fylið framman fyri húsunum í Havnardali. Gásarhúsið er í Norðardali, meðan føroyska gásarparið við teim 13 ungunum er í Havnardali. Forvitnu ungneytini vóru avmyndaði á Royndarstøðini í Kollfjarðardali, har eisini tveir tarvar eina løtu samdust um at draga sama strá, meðan Ole royndi at seta fokus á svarta tarvin, ið hevur ring í nøsini. Bygdarmyndin við køsti, bili og stara á mønuni er úr Norðardali, har Ole fann eitt so fitt heimalamb. Djóralæknin Bergur Hansen kannar eyguni á hestinum hjá Rúnu Hilduberg í Havnardali. At enda ein metamynd av Ole, ið avmyndar eina yndismynd: dýr og bygging. Framstigið er ikki at steðga. Hvør er tað ikki dýrt, hetta motiv í Havnardali. (Myndir: Birgir Kruse) Eitt lítið sindur at útferðarhugi, eitt kamera, ein bilur og so liggjandi góðveður. Ikki skal meri til at varnast, hvussu lív og litir spretta á hvørjari túgvu. ”Har vant

Tíðindi eru ljóðkulissur afturvið knettum

Undirritaði í nýggjum leikluti sum brillumaður í Norðurlandahúsinum 9. mai 2008. Skuldi nakar ivast, er hin maðurin Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi mentamálaráðharri (Mynd: David Nilssen, Dimmalætting) Í samrøðu við útvarpsmannin Finn Jensen, varð eg fríggjadagin 9. mai 2008 spurdur um Gallupkanningina hjá Útvarpinum, har 512 vaksnir føroyingar eru spurdir um tíðindi og lurtaravanar. Stuttligt, at Útvarpið er blivið so opið og útfarandi. Men hóast nógvar svarmøguleikar, sigur nærum helvtin, 45%, seg ikki vita hví tey lurta eftir útvarpstíðindum. Kanska hava vit, bæðu lurtarar og journalistar, ein siðvenju við meinaleysum tíðindum, ið ikki verða annað enn ljóðkulissur afturvið knettum. At rannsaka og granska tíðindi er eisini ein uppgáva fyri skúlaverkið. PISA-úrslitið bendi í onkrum føri á, at næmingar sjálvdan perspektivera og greina tekstir yvirhøvur og so slettis ikki í heimliga tíðindameldrinum. Nú manglar bara at Kringvarpið, kanska saman við hinum miðlunum, tekur stig til eina undi

Teir tekja hjá Eyðuni

Høgt er upp á tekjuna hjá Eyðuni Dal-Christiansen í Tórsbyrgi 14, har Janus, Tórður og Kári leggja nýggja tekju á í góðveðrinum leygardagin (Myndir: Birgir Kruse) Tey 36 húsini í Tórsbyrgi liggja høgt har yviri við Strond í Havn. Summstaðni mest sum í bjargalendi. Inn móti felagsøkini er tó fjálgt, tí hús og hjallar veita góða lívd. Býlingurin hevur meiri enn tríati ár á baki, so mangt treingir til ábøtur. So hvørt umvælt verður, gera eigarar eisini broytingar bæði í tilfari, sniði og liti. Húsuni hjá Eyðuni og tey, sum liggja fremst fyri út móti Nólsoyarfjørði, hava besta útsýni í landinum. Nólsoyarfjørð á vegginum, við russiskum millumspæli, hvønn dag. Men afturfyri er torført at koma upp á tekjuna. Her skalt tú verða bjargamaður. Og skalt tú smíða og halda plátum, skalt tú verða hegnismaður á fleiri økjum í senn. Og har til duga á at skyna veðrið. Men hvat, Petur Skeel býr jú eisini í Tórsbyrgi.