Undirritaði í nýggjum leikluti sum brillumaður í Norðurlandahúsinum 9. mai 2008. Skuldi nakar ivast, er hin maðurin Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi mentamálaráðharri (Mynd: David Nilssen, Dimmalætting)
Í samrøðu við útvarpsmannin Finn Jensen, varð eg fríggjadagin 9. mai 2008 spurdur um Gallupkanningina hjá Útvarpinum, har 512 vaksnir føroyingar eru spurdir um tíðindi og lurtaravanar. Stuttligt, at Útvarpið er blivið so opið og útfarandi.
Men hóast nógvar svarmøguleikar, sigur nærum helvtin, 45%, seg ikki vita hví tey lurta eftir útvarpstíðindum.
Kanska hava vit, bæðu lurtarar og journalistar, ein siðvenju við meinaleysum tíðindum, ið ikki verða annað enn ljóðkulissur afturvið knettum.
At rannsaka og granska tíðindi er eisini ein uppgáva fyri skúlaverkið. PISA-úrslitið bendi í onkrum føri á, at næmingar sjálvdan perspektivera og greina tekstir yvirhøvur og so slettis ikki í heimliga tíðindameldrinum.
Nú manglar bara at Kringvarpið, kanska saman við hinum miðlunum, tekur stig til eina undirhaldandi, men atfinningarsama sending um fjølmiðlar og tíðindi. BBC hevur Dateline London og DR hevur havt Mediemagasinet. Báðar sendingar ríka og styrkja um heimliga tíðindarenslið. Og so er tað undirhald við fynd.
Her eru nøkur stytt tekstkut úr reportasjunum hjá Finni Jensen í tíðindasendingunum hjá Útvarpinum:
Lurtarar vita ikki, hví teir lurta eftir tíðindunum í Útvarpinum
10. mai 2008 Útvarp Føroya:
Næstan helmingurin av teimum, sum lurta eftir útvarpstíðindinum, vita ikki hví, tey lurta, vísir Gallup-kanningin, sum Útvarpið hevur latið gjørt. Spurningurin ljóðar, hvør høvuðsorsøkin er til, at lurtarin lurtar eftir tíðindinum hjá Kringvarp Føroya á miðdegi.
20 prosent svara, at tað er tí, at senditíðin passar væl. 11 prosent siga orsøkina vera, at tíðindi eru viðkomandi, fýra prosent siga, at tað er tí at tíðindini eru væl framborin, og fýra prosent siga orsøkina vera, at tey eru álítandi, meðan 16 prosent siga annað. 45 prosent vita ikki, hví tey lurta eftir døgurðatíðindunum.
Birgir Kruse, miðlaserfrøðingur, heldur tølini vera skakandi: - Tað fall mær kanska fyrst í eyguni, at vanligi tíðindabrúkarin ikki hevur eitt aktivt uppsøkjandi forhold til tíðindi, tá ein so stórur partur av lurtarunum ikki veit, hví hann lurtar eftir tíðindunum. Tað er í grundini nokk so ræðandi, sigur Birgir Kruse.
Dimmalætting og Sjónvarpið hava ein image-trupulleika
10. mai 2008 Útvarp Føroya:
- Dimmalætting og Sjónvarpið hava ein "image-trupulleika", metir Birgir Kruse, miðlaserfrøðingur, um tølini frá Gallup, sum vísa, at hesir báðir miðlar ikki eru høgt í metum, hvørjum trúvirði og kritiskum journalistikki viðvíkir. Árni Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri, viðurkennir atfinningarnar, men tekur ikki kanningina fyri fult.
Útvarpið er mest álítandi tíðindafjølmiðilin í Føroyum, vísir nýggja Gallup-kanningin, sum Kringvarpið hevur latið gjørt. Tað halda 34 prosent av teimum spurdu, og 21 prosent halda, at Miðlahúsið er álítandi. Síðani er eitt langt lop niður til Sjónvarpið við átta prosentum og Dimmalætting við bara seks prosentum.
Árni Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting, er samdur við Birgir Kruse um, at Dimmalætting hevur havt ein image-trupulleika, men annars heldur hann ikki, at tølini í Gallupkanningini eru í samsvar við veruleikan. Hinvegin fegnast blaðstjórin í Sosialinum um, at Miðlahúsið er so høgt í metum, tá talan er um bæði kritiskan journalistikk og trúvirði.
Nógv fleiri lurta eftir tíðindunum í Útvarpinum enn í Rás 2
9. mai 2008 Útvarp Føroya:
- Kringvarpið hevur onga orsøk at óttast tíðindini hjá kappingarneytanum Rás 2, sigur Birgir Kruse, miðlaserfrøðingur um Gallup-kanningina, sum millum annað vísir, at ein góður triðingur lurtar eftir tíðindasendingini á døgurða. 11 prosent lurta eftir tíðindasendingini hjá Rás 2 á døgurða.
Nýggjasta Gallup-kanningin, sum Kringvarpið hevur latið gjørt, vísir, at stórur munur er á lurtaskarðanum í tíðindasendingunum á Útvarpinum og Rás 2. Meðan triðihvør lurtar eftir tíðindinum í Útvarpinum á døgurða, er lurtaraskarðin til tíðindasendingina á Rás 2 væl lægri, 11 prosent.
Jan Muller, stjóri í Sosialinum, sum eigur Rás 2, fegnast um úrslitið. Hann vísir á, at nýggi leisturin á Rás 2 er lutfalsliga nýggjur, og at tølini tí vísa, at Rás 2 hevur fingið eina góða byrjan. Hinvegin eru lurtaratølini hjá Rás 2 seinnapartar ikki so góð, millum 2,4 og 4,2 prosent.
Nógv lurta eftir tíðindasendingini hjá Útvarpinum
8. mai 2008 Útvarp Føroya:
Meiri enn ein triðingur av øllum føroyingum eldri enn 15 ár lurta eftir tíðindasendingini hjá Útvarpinum á middegi og klokkan seks. Staðfest verður, at 36 prosent av øllum føroyingum yvir 15 ár lurta eftir tíðindasendingini í útvarpinum hjá Kringvarpinum klokkan 12.20.
Í tíðindasendingini klokkan 18 lurta 34 prosent. Tað vísir ein lurtarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið.
Kanningin vísir eisini, at lurtaraskarðin er rættiliga stórur tíðliga á morgni. 25 prosent av øllum føroyingum lurta eftir tíðindasendingini klokkan hálvgum átta á morgni.
Gallup kannaði eisini, hvussu nógvir føroyingar lurta eftir tíðindasendingunum hjá Rás 2. Kanningin vísir, at 11 prosent av føroyingum lurta eftir tíðindasendingini á Rás 2 klokkan 12. 5 prosent lurta klokkan 11, 3,3 prosent lurta klokkan 17, og 3,9 prosent hoyra tíðindasendingina hjá Rás 2 klokkan 18.30.
Kanningin er gjørd í døgunum frá 27. mars til 10 apríl í ár. 512 føroyingar yvir 15 ár og úr øllum landinum vóru spurdir.
Kelda: www.uf.fo