Franski flokkurin handan filmin "Entre Les Murs" (The Class) kring leikstjóran Laurent Cantet, ið júst hevur fingið Gyltu pálmarnar í Cannes (Pressumynd)
Franski filmurin "Entre Les Murs", ein bersøgin søga um ein veruligan skúlaflokk og lærarar teirra, vann fyrstu virðislønina í Cannes í dag.
Leikstjóri er Laurent Cantet. "Entre Les Murs" er fyrsti franski filmur at vinna gyltu pálmarnar síðani "Undir Satans Sól" í 1987. Filmurin, ið er eitt dokudrama, verður lýstur sum ein bersøgin og ótilgjørd søga, merkt av einum improviseraðum stíli, ið setir sær fyri at lýsa hendingar í einum skúlaári.
Sean Penn, ið var formaður í dómsnevndini, sigur at avgerðin var einmælt.
Italskir filmar fingu tær báðar næstu virðisløninar. Matteo Garrone fekk virðislønina, Le Grand Prix, fyri "Gomorrah," ið lýsir undirverðina í Napoli, og Paolo Sorrentino fekk dómsnevndarvirðislønina, The Jury Award, fyri "Il Divo," sum lýsir Giulio Andreotti.
Benicio Del Toro fekk virðisløn fyri høvuðsleiklutin í "Che," sum Steven Soderbergh stjórnaði. Filmurin varir fýra og ein hálvan tíma og fer at verða sýndur í tveimum.