Høgt er upp á tekjuna hjá Eyðuni Dal-Christiansen í Tórsbyrgi 14, har Janus, Tórður og Kári leggja nýggja tekju á í góðveðrinum leygardagin (Myndir: Birgir Kruse)
Tey 36 húsini í Tórsbyrgi liggja høgt har yviri við Strond í Havn. Summstaðni mest sum í bjargalendi. Inn móti felagsøkini er tó fjálgt, tí hús og hjallar veita góða lívd. Býlingurin hevur meiri enn tríati ár á baki, so mangt treingir til ábøtur. So hvørt umvælt verður, gera eigarar eisini broytingar bæði í tilfari, sniði og liti.
Húsuni hjá Eyðuni og tey, sum liggja fremst fyri út móti Nólsoyarfjørði, hava besta útsýni í landinum. Nólsoyarfjørð á vegginum, við russiskum millumspæli, hvønn dag. Men afturfyri er torført at koma upp á tekjuna. Her skalt tú verða bjargamaður. Og skalt tú smíða og halda plátum, skalt tú verða hegnismaður á fleiri økjum í senn. Og har til duga á at skyna veðrið. Men hvat, Petur Skeel býr jú eisini í Tórsbyrgi.