Skip to main content

Bobby Sands livir á filmi

Søgan um norðurírsku fólkahetjuna Bobby Sands er gjørd til film, sum longu hevur fingið stóra virðisløn, Camera d'Or, ið verður latin leikstjórum fyri fyrsta filmin. Veggjamálningurin av Bobby Sands sæst í Belfast. Um hornið er skrivstovan hjá Sinn Féin og Gerry Adams (Mynd: Birgir Kruse)

Filmurin Hunger, ið varð sýndur í skránni Un Certain Regard í Cannes, hevur í dag fingið virðislønina Camera d'Or. Hetta er fyrsti filmur hjá londonbúgvanum, ið ber sama navnið sum kendi filmsleikarin, ið doyði í 1980 - Steve McQueen.

Enn eitt filmssøguligt navn, Fassbinder, spøkir, tá vit hyggja eftir leiklutunum í hesum nýggja filmi. Ikki týski leikstjórin, sum doyði í 1982, men 31 ára gamli írski leikarin Michael Fassbender spælir høvuðsleiklutin í filminum Hunger. Tað er sum IRA-maðurin Bobby Sands. Til tess at virka sannførand, svøltaði Fassbender seg í tveir mánaðir.

Veruliga søgan sigur, at eftir at hava svøltað seg í 66 dagar, doyði hin 27 ára gamli írin Bobby Sands í Maze (Long Kesh, H-Block) fongslinum 1981. Hann skrivaði bøkur og yrkti sangir. Kendasta er bókin One Day In My Life, sum veturin 1979 varð skrivað á "toilet paper with a biro refill...hidden inside Sands' own body", sum skrivað stendur á bls. 18 í 2001 útgávuni. Fyrsta útgáva kom í 1983.

Leikstjórin McQueen, sigur um nýggja Bobby Sands-filmin Hunger: "What became apparent was how so many people had been touched by this story and it was quite remarkable how everyone knew where they were when Bobby Sands died during the hunger strike, everyone had some kind of relationship to the events of that time."