Skip to main content

Posts

Barr við útsýni

Kanska er hetta besta útsýni úr einari barr í Føroyum. Frá improviseraðu barrini í Lágabø í Kirkjubø, har tónleikastevnan við Múrin hevur verið um vikuskiftið. Umframt svínabúffar og annað mangt til matnað, fæst - sum talvan sigur - øl og Sommersby

Djóni í Geil á Bukkevald

Sum ein onnur hømilia er Djóni í Geil skræddur upp við rót og koyrdur á Bukkevald í Havn (Myndir: Birgir Kruse) Úr køksvindeyganum á Tórsbyrgi sæst mangt og hvat millum ár og dag. Við síðuna av gulu affaldsbingjuni, ið ikki júst er ein bráðvøkur sjón, sást um dagarnar nakað heilt nýtt við Nólsoyarfjørð. Í fjarstøðu tyktist hetta vera ein snøggur sólfangari til heita vatnið á spartanska kampingplássinum, ið so vísiliga er lagt í góða lendið við gamla Bukkevald. Men komin oman til sjóvarmálan, síggi eg at hetta er eitt gøtuskelti, rivið upp við rót eins og ein hømilia við lívsins alfaraveg. Ein margháttlig sjón. Eitt hitt kendasta navnið í Havn, Djóni í Geil, ið hevur lagt navn til eins kendu og hendingaríku gøtuna í eysturbýnum. Plagdi at vitja systkinabarnið í niðara enda á gøtuni. Mest spennandi vóru Beatles og Harmony Grass singlepláturnar, sum systurin átti. Get Back og First Time Loving . Og so at ganga gjøgnum hetta sjáldsama kvarterið handan Revagarðarnar, har javnaldrar kendu ø

Á flogi yvir Tórsbyrgi

Í dag streyk ein einsamallur motordrivin maður í fallskýggja fram við Tórsbyrgi. Børnini hugnaðu sær óført, tá hann vendi aftur og sveimaði eina løtu yvir býlinginum. Hann spidar upp og niður og stýrir við at hála í bondini, sum er bundin í skýggjan. Uttan motor ber ivaleyst til at sveima eina løtu. Spennandi - og helst eitt frálíkt útsýni kring landið. Var motorurin ljóðleysur, so var hetta hin ultimativa konsertupplivingin við Múrin í Kirkjubø, á Gøtusandi og Vágsbøi!

Oggi í Skuggaljósi í Snarskivuni

Monumentalu myndina av Oggi, rekatrænum og steininum tók eg í Snarskivuni, har hann ger klárt til framsýningina Skuggaljós, sum letur upp hósdagin Hósdagin 16. juli kl 16 letur Oggi Lamhauge upp framsýning í Snarskivuni við 20 myndum. Talan er um 14 grafisk blindprent, 5 útskornar relief myndi og eina innseting, innstallasjón. Á hesari framsýning eru allar myndirnar hjá Oggi hvítar og gerast sjónligar við ljósi og skugga. Hetta skapar eisini heldur løgna orðið Skuggaljós, sum listamaðurin hevur valt at nevnt framsýningina. - Tí ljósið er fyritreyt fyri skugganum og hesi baði hanga saman í lívinum so væl sum í listini, sigur Oggi. Listamaðurin hevur skorið í linoplátu og onkuntíð límað metallstumpar omaná. Soleiðis fær listamaðurin dýpd og hædd í plátuna, sum undir stórum trýsti gevur avprent á pappír. Eisini hevur listamaðurin skorið relief myndir úr MDF plátum, sum eru hvítmálaðar. Umframt hesi verður ein innseting, innstallasjón, við einum rekatræi og malargróti. Oggi Lamhauge hevur

Meldurtíð

Uni Arge syngur á oransju scenu í Posthúshjallaranum og síðani síggjast vit báðir í álvarsligum eins og skemtligum práti í 'reyðu sofuni' fríggjadagin. Niðast eitt sýni yvir Posthúshjallaran hesa hugnaligu løtu. Myndirnar tók Beinta Haraldsen, ið var næmingur á Eysturskúlanum og eisini gav eitt íkast til sendingina Skúlagáttin á sinni. Uni var vikarur eitt ár á sama skúla, so ikki kann sigast annað enn at vit øll trý hava nakað til felags - Eysturskúlan og Útvarpið! Undir heitinum Meldurtíð gevur Uni Arge út aðru fløguna í egnum navni. 12 nýggir sangir, har eitt gott úrval var at hoyra í fullsettum Posthúshjallara fríggjadagin. Produsentur er aftur Niclas Johannesen, sum hevur givið fløguni í eitt raffinerað akkustiskt ljóð, mótvegis hinari fyrru, ið var meiri straight popp-rokkut. Hugtakið reyða sofan varð fyrstu ferð roynt á pallinum innast í Posthúshjallaranum. Ikki so galið, tá eg sjálvur skal siga tað. Fekk høvið at seta Una nakrar spurningar um fløguna og tekstirnar, h

Rógva fyri bjargingarfelag

Móttøka fyri Patrick Winterton og Mick Berwick umborð á Westward Ho, sum liggur við Høgukei undir Skeivapakkhúsi í Havn. Millum tey møttu vóru Tróndur Patursson, býráðslimir í Havn og føroyskir kajakkrógvarar. Umborð fekst ein góður biti! (Myndir: Birgir Kruse) Týskvøldið hitti eg teir báðar bretarnar Patrick Winterton, 52, og Mick Berwick, 47, umborð á sluppini Westward Ho, har býraðið í Tórshavnar kommunu hevði móttøku. Bretarnir høvdu róð til Føroya í hvør sínari kajakk. 74 tímar norður úr Stornoway tóku teir land í Suðuroy fríggjadagin. Serliga fegnir vóru bretsku kajkkrógvararnir at hitta Trónd Patursson, sum fyri 30 árum síðani sigldi við Tim Severin í húðabátinum Sankta Brendan, higani og til Vínlands. Stórbýarbúgvarnir høvdu vant á Themsenánni í London og á kanalum í Birmingham. Endamálið við rógvingini er at savna pening til bretska bjargingarfelagið RNLI, sum hvønn dag í árinum stendur fyri fleiri enn 20 bjargingum á sjónum. Og alt á frívilligum støði, sum skilst. Umfram

Sushi á etika

Sushiturisman er á gáttini, sum skrivað stendur á veggin í etika á Áarvegnum. Ovast Jóhannes Jensen og síðani Winnie Simonsen, ið leiðir nýggju matstovuna. Niðri undir sæst eitt úrval av tí, sum húsið hevur at bjóða og undirritaði, ið sýpur eina suppu (Myndir: Birgir Kruse) Bygningurin sigur ‘Sushi’, sum í dag kundi merkt kom higar . Glas og betong, sum undir flagtekju, sníkir seg smekkurt framvið Amtmansgarðinum við teim høgu trøunum, ið stremba upp mót himni, yvir av Hafnia. Hetta er nýtt í Havn. Ein avbjóðing til bæði góma og býarmynd. Winnie Simonsen, sum er leiðari á etika tekur ímóti og vit finna okkara pláss, innast í roykfría krókinum í gamla Jinx. Longur síðani stóðu frískar blómur og angaðu um kapp í sama rúmi. Nú er aftur reint, ja heilt clean . Hvør flati er estetiskt prøvaður og settur upp móti øðrum lutum, ið síggjast inni. Borð, lampur, klokka, vínbarr – alt er sett saman í eina reina heild, so tað er eitt fornoyilsi at koma inn og skoða innbúgvið, litirnar og útsýnið.

Danskar apur í Tjóðveldisgjónni

Fagurt littu apublómurnar vaksa tjúkkar framvið trappunum oman í Gjónna norðuri við Gjógv, har børnini enn sum áður spæla í ánni (Myndir: Birgir Kruse) Sunnudagin fóru vit biltúr norður eftir oyggj. Steðgaðu á Norðadalsskari, á Eiði, við Gjógv og í Fuglafirði. Niðri í sjálvari Gjónni norðuri við Gjógv vuksu fagurlittar blómar mest sum í aldum fram við trappunum, ið eru við hin bratta bátadráttin. Eftir at hava hugt í Litfloruna og ikki funnið blómuna, ella nakra, ið líkist, fekk eg ein illgruna um at plantan var úr onkrum hava í bygdini, ella at onkur snildur handilsmaður úr lokalu ferðavinnuni hevði gróðursett hana í váta klettin. Spurdi tí starvsfelagan á Skúlabókagrunninum, Karinu Toftegaard, sum fæst við ferðavinnu har norðuri og so eisini mín góða granna, Lítt, Guðruna Gaard, ið veit alt um blómur og bøkur. Jú, hetta er ein mimulus guttatis , sum á føroyskum hevur fingið heldur mishátta navnið a publóma , sigur Lítt. - Hon er ikki upprunalig í Føroyum, men er innslødd havaurt.

Koloni Box

Í morgun tók eg hesar myndirnar av Jóhan Martini Christiansen, 21, sum arbeiðir við instalasjónslist í Müllers Pakkhúsi. Hann hevur smíðað seks kassar, Koloni Boxir, sum fylla stóra rúmið í gamla pakkhúsinum við vágna í Havn. Almenna ferniseringin er fríggjadagin 3. juli 2009 kl 16:00. Ein hálvan tíma seinni er Mrs. Duplo dj í somu hølum. Jóhan Martin Christiansen sigur soleiðis um framsýningina: “Í sambandi við at Tórshavnar kommuna hevur verið demokratisk vald kommuna í 100 ár, ætlaði eg at skipa fyri einari verkætlan, sum er eini framsýning í Müllers Pakkhúsi, har ið framsýningin skal endurspegla ella viðmerkja, tað at liva í einum fólkaræði, sum samstundis er eitt ræði, ið hevur støðu sum koloni. Hetta er eitt paradoks. Alt, ið rørir seg í samfelagnum, verður á ein ella annan hátt definerað og skilt út frá hesum – tað at vera ein koloni. Tó er øllum greitt, at Føroyar eru ikki ein vanlig koloni, har Danmark virkar sum kúgandi vald. Tað er ikki so, at danski státurin beinleiðis vin

Reisigildi í Tórsbyrgi

Í dag høvdu Djóni, Bogi, Julian og tveir vinmenn reisigildi í brekkuni niðan móti Lágargarði, har nýggj smátta er reist. Hin fyrra, ið stóð á somu grund, varð brend, tá fremmandir dreingir brúktu hølið til ymsan ólevnað. Jón, Edvard, Áki, Hans Jákup, Bjarni, Gutti og Snæbjørn bóru smáttuna av parkeringsplássinum, har hon leingi hevur staðið og blomstra, niðan í bøin. Nú er at vóna at bygningurin, sum nú stendur í nýggjum umhvørvi, fer at skapa gleði og hugna millum børn í Tórsbyrgi.

Koparbrúdleyp í Koltri

Í fagrasta veðri hildu Marin og Martin koparbrúpleyp í dag. Familian hevði keypt teimum eina dagsferð við Norðlýsinum, har vit grannar vórðu bodnir við. Tilsamans fleiri enn hálvthundrað, sum møttu í Vágsbotni klokkan 10 henda blíða sunnumorgun á hásumri. Umborð varð borðreitt við bæði mati og drekka. Aftur við einum svalandi summarsligum campari og djús drykki, løgdu vit út á vágna og sóu fyrst nýggja útgerðarskipið Eldborg. Síðani sigldu vit undir Hestoynna og fóru inn í Klæmintsgjógv við gummibátum. Umborð aftur, løgdu vit stilt undir hangandi Loftinum vestantil á oynni. Nú var maturin drýlur við skerpikjøti, kjøtpylsu og rullipylsu, og so samloka við eggi, tuni og øðrum leskiligum. Meðan Turið sang um Magnus, damlaðu vit spakuliga fram við stakkunum unidr Hestoynni og út í Kolturssund. Í gummibátum vórðu vit sett í land í Koltri. Her gingu vit túr í einar triggjar tímar. Onkur heilt niðan á Kolturshamar, sum er 478 metrar høgur. Vit, sum ikki løgdu so nógv fyri, gingu í tuni