Sushiturisman er á gáttini, sum skrivað stendur á veggin í etika á Áarvegnum. Ovast Jóhannes Jensen og síðani Winnie Simonsen, ið leiðir nýggju matstovuna. Niðri undir sæst eitt úrval av tí, sum húsið hevur at bjóða og undirritaði, ið sýpur eina suppu (Myndir: Birgir Kruse)
Bygningurin sigur ‘Sushi’, sum í dag kundi merkt kom higar. Glas og betong, sum undir flagtekju, sníkir seg smekkurt framvið Amtmansgarðinum við teim høgu trøunum, ið stremba upp mót himni, yvir av Hafnia.
Hetta er nýtt í Havn. Ein avbjóðing til bæði góma og býarmynd.
Winnie Simonsen, sum er leiðari á etika tekur ímóti og vit finna okkara pláss, innast í roykfría krókinum í gamla Jinx. Longur síðani stóðu frískar blómur og angaðu um kapp í sama rúmi. Nú er aftur reint, ja heilt clean.
Hvør flati er estetiskt prøvaður og settur upp móti øðrum lutum, ið síggjast inni. Borð, lampur, klokka, vínbarr – alt er sett saman í eina reina heild, so tað er eitt fornoyilsi at koma inn og skoða innbúgvið, litirnar og útsýnið. Og enn eru vit ikki komin til matkortið.
Men so skulu vit seta okkum. Eg velji ein leysan stól á gólvinum. Hann er ov trongur og spískur í rygginum til mín. Sum tá eg setti meg í hin klassiska Porsche 911 hjá Oddmar. Havi ikki sitið trengri í lívinum. So eg valdi sofuna inn móti vegginum. Har sat eg frálíka væl við allar besta útsýni, oman og niðan eftir Áarvegnum.
Jóhannes Jensen greiðir frá um ætlanina etika, marknaðarkanningar og –royndir. Síðani vísir Winnie Simonsen okkum, hvussu vit skulu halda pinnunum og dyppa í tað rætta og finna eina góða javnvág millum alt úrvalið, sum nú stendur á borðinum, meðan tveir tænarar ganga til og frá.
Hóast bitarnir eru í smáum og alt er serstakliga avmált, so smakkar stak væl.
Vanligt er at fáa ein tjúkkan búff, brúna sós og flødabakaði epli, við einum reyðvíni, sum einsvæl kundi verið blábersuppa. Niður við sjittinum og so í býin. Hetta er vanliga uppskriftin tá miðalføroyingurin fer út at eta í Havn.
Men ikki sushi. Tað er slow food og ein heilt annarleiðis kvalitativ uppliving. Smakkurin er konsentreraður, fyri ikki um at tala wasabi, sum setir upp í næsarnar og heilt út í eygnakrókarnar. Tú kennir teg reinsaðan og estetiskt mettaðan.
Soleiðis er helst at koma til Fjareysturs. Tú verður mettaður á ein reinsandi hátt. Sum at lesa eina haiku yrking. Og mín sann um ikki matskráin byrjar við einari føroyskari frágreiðing um bæði sushi og haiku.
Tað er sum at flúgva við Atlantsflogi beint til ein metropol. Tí tað er ein so sjáldsama fríðgerandi kensla at fara úr flogførum, sum ikki lenda í Kastrup. Soleiðis kendist tað at lesa matskránna hjá etika. Fríðgerandi fremmand, men tó so ektað heimlig.