Skip to main content

Koparbrúdleyp í Koltri








Í fagrasta veðri hildu Marin og Martin koparbrúpleyp í dag. Familian hevði keypt teimum eina dagsferð við Norðlýsinum, har vit grannar vórðu bodnir við. Tilsamans fleiri enn hálvthundrað, sum møttu í Vágsbotni klokkan 10 henda blíða sunnumorgun á hásumri.

Umborð varð borðreitt við bæði mati og drekka. Aftur við einum svalandi summarsligum campari og djús drykki, løgdu vit út á vágna og sóu fyrst nýggja útgerðarskipið Eldborg.

Síðani sigldu vit undir Hestoynna og fóru inn í Klæmintsgjógv við gummibátum. Umborð aftur, løgdu vit stilt undir hangandi Loftinum vestantil á oynni. Nú var maturin drýlur við skerpikjøti, kjøtpylsu og rullipylsu, og so samloka við eggi, tuni og øðrum leskiligum.

Meðan Turið sang um Magnus, damlaðu vit spakuliga fram við stakkunum unidr Hestoynni og út í Kolturssund. Í gummibátum vórðu vit sett í land í Koltri.

Her gingu vit túr í einar triggjar tímar. Onkur heilt niðan á Kolturshamar, sum er 478 metrar høgur. Vit, sum ikki løgdu so nógv fyri, gingu í tuninum Suðri í Húsi og niðan til smábátahylin hjá Niklas í Koltri. Í dag er hylurin burtur, men útsýnið er frálíkt. Og so er tað hin sjáldsama hvíti sandurin niðri í fjøruni.

Vit gingu um hegnið við portrini, sum bóndini hevði víst á, men einu ferðina bar buksubrókin við leidningin, ið førdi 6000 volt. Tað setti hart í innarlærið. Helst munnu tey føru Highland neytini hava kent henda streymin nakrar ferðirnar.

Umborð aftur varð borðreitt við turrari grind, turrum fiski, spiki og kókaðum eplum. Omaná var altskyns frukt at fáa.

So komu sangheftini og gittararnir fram. Edvard, Áki og Jón spældu undir meðan vit sungu um Valin á Tvøroyri og havgangandi evergreens úr Tórsbyrgi.

Veðrið var so frálíkt at vit sótu á dekkinum allan túrin, í samfullar 8 tímar. Tað merkitist á pannunu, sum hjá teim flestu mundi vera heldur enn ikki snerkt.

So bjóðaðu Marin og Martin heim í Tórsbyrgi 10, har grannar og familja møttu og ein frálíkur dagur brátt fór at lækka.

Vit takka koparbrúdleypsparinum fyri góðan vertskap!