Sum ein onnur hømilia er Djóni í Geil skræddur upp við rót og koyrdur á Bukkevald í Havn (Myndir: Birgir Kruse)
Úr køksvindeyganum á Tórsbyrgi sæst mangt og hvat millum ár og dag. Við síðuna av gulu affaldsbingjuni, ið ikki júst er ein bráðvøkur sjón, sást um dagarnar nakað heilt nýtt við Nólsoyarfjørð.
Í fjarstøðu tyktist hetta vera ein snøggur sólfangari til heita vatnið á spartanska kampingplássinum, ið so vísiliga er lagt í góða lendið við gamla Bukkevald.
Men komin oman til sjóvarmálan, síggi eg at hetta er eitt gøtuskelti, rivið upp við rót eins og ein hømilia við lívsins alfaraveg. Ein margháttlig sjón. Eitt hitt kendasta navnið í Havn, Djóni í Geil, ið hevur lagt navn til eins kendu og hendingaríku gøtuna í eysturbýnum.
Plagdi at vitja systkinabarnið í niðara enda á gøtuni. Mest spennandi vóru Beatles og Harmony Grass singlepláturnar, sum systurin átti. Get Back og First Time Loving. Og so at ganga gjøgnum hetta sjáldsama kvarterið handan Revagarðarnar, har javnaldrar kendu øll bilmerki og motorsúkklur. Onkur djarvur hevði riðið á rossi og enntá lossað á keinuni í fleiri ár. Ein annar átti luftbyrsu, ið javnan varð roynd á Bukkevald. Ein fremmandur heimur í mínum egna býi. Og eitt sjáldsamt innlit í hvussu stættarmunir kunnu elva til ymsar tilverur, fyri ikki um at tala B36, fótbóltslið smámansins, ið við nøgdsemi savnar og sparir til dagin og vegin.
Og nú er gøtuskeltið komið á gravarbakkan, gamla Bukkevald. Kanska er tað málsliga bendingin á navnaskeltinum, ið onkur hevur ilskast inn á. Hvussu er og ikki, so sigur teldutøka adressukortið hjá kommununi, at gøtan eitir Djóna í Geil gøta. Tað verður ein spennandi mynd, um øll skrottaði navnaskelti í kommununi enda her á gravarbakkanum hjá Bukkevald.