Skip to main content

Posts

Havnarløg

Ólavur Olsen og Eirikur Skála hava samskipað tiltakið 'Havnarløg'. Í miðjuni sæst kapellmeistarin Magnus Johannesen. Niðast er Martin Joensen fangaður í mannamúgvuni meðan Sólvá Ford syngur 'Mánalýsið Gylt' (Myndir: Birgir Kruse) Í dag vóru Havnarløg framførd á útipalli í Tórsgøtu, har Tórshavnar Stórband spældi undir leiðslu av Magnusi Johannesen. Hann hevði gjørt allar útsetingarnar og eisini tvey nýggj løg. Gomlu løgini vóru klassikarar úr Havn. - Deiliga Havnasligt, segði Finnur Jensen, ið var ein av fýra sangsolistum. Hinir vóru Anna Nygaard, Sølvá Ford og James Olsen. Frásøgumaður var Robert McBirnie. Og eg kann ikki annað enn at geva Finni rætt. Hetta var deiliga Havnasligt. Ógvuliga presissar, men stak væl svingandi útsetingar. Ljóðið, sum fylti langt niðan í mentanargøtuna í miðbýnum, var breitt við góðari fyllu og væl blandað. Ein deilig løta. Tórshavnar Stórband er í góðum formi og vónandi verður tað afturvendandi táttur at verk verða skrivað til orkestrið.

Degns Hús eru fyrsta telefonstøðin

Degns Hús, Tinghúsvegur 4, verða á ólavsøku karmur um framsýning við listaverkum eftir Ingálv av Reyni (1920-2005). Verkini eru øll ogn hjá familjuni av Reyni. Umframt at síggja hesa forvitnisligu listaframsýning á ólavsøku, er samstundis høvið at síggja húsini hjá Degn, mitt í Havn. Serliga forvitnislig er avgreiðslulúkan í køksvegginum. Hon stavar frá fyrstu telefonstøðini í 1906. Fyrsta samrøða í telefon var tó gjørd árið fyri. Tá varð tosað úr Geil, longur niðri í Havn, har Tryggingin nú heldur til og enn rópar hølini 'Gelin'. Tosað varð við bóndan Bærendsen inni á Sundi. Henda fyrsta telefonsamrøðan var í 1905. Niðast sæst Jákup Nielsen, Føroya Tele, við elstu telefonunum í landinum. Mitt fyri er hin elsta, sum brúkt varð í 1905. (Myndir: Birgir Kruse) Tá løgtingið hevði bygt tinghús í 1854 varð vegurin framvið kallaður Tinghúsvegur. Árini 1866-1881 keypti Tórshavnar kommuna jørð frá bóndanum á Eystara Húsagarðsfesti, og fyrstu útstykkingar vórðu gjørdar til sethús við v

Albert fúrsti úr Monako

Flaggið úr Monako við dyrnar í Norðurlandahúsinum, Albert Fúrsti, løgmaður og grønlendsk børn í túninum og niðast borgarstjóraparið í Havn saman við fúrstanum eftir loknan film í høllini (Myndir: Birgir Kruse) Í dag hitti eg hin fryntliga Albert fúrsta úr Monako. Sat aftanfyri hann og borgarstjóran, tá filmurin Inuk var sýndur í høllini í Norðurlandahúsinum. Sjáldsama fryntligur maður, eisini tá eg eftir loknan film prikaði hann á økslina og spurdi um eg kundi avmyndað hann og borgarstjóraparið í Havn, Heðin og Hjørdis. Tað var gaman í. Longu í túninum sást at hetta var ein avslappaður maður. Har tosaði hann við løgmann og landstýrismannin í úttanríkismálum og fleiri onnur við. Eingin sjónlig løgregla ella annað hóvasták. Bara flaggið úr Monako. Ja, og so var tað filmurin í høllini. Vakrar myndir og vakurt landslag, sum avdúkar eitt trupult samfelag. Eitt samfelag við nógvari søgu og ríkari fortíð, men ongari framtíð. Hetta eru dagsins kulissur í Grønlandi. Vit hava sæð tað fyrr, men h

Njál í Aldingarði

Neil Alden Armstrong, Michael Collins og Edwin Eugene 'Buzz' Aldrin Jr. mannaðu Apollo 11 fyri fjøruti árum síðani. Senni sang Lobo í føroyskum útvarpi um Armstrong á Mánanum og norðmenn komu higar at gera sjónvarpsfilm, kveiktir av Buzz Aldrin, sum hvarv í heimsins meldri (Mynd: NASA, Føroya deild) Fátt kann sum ein væl vinklaður poppsangur minna teg á farnar tíðir og hendingar. Um dagarnar kom mær til hugs setningurin ‘When a Man Called Armstrong Walked upon the Moon’. Ein sentimentalur poppsangur við Lobo, sum Útvarpið plagdi at spæla miðskeiðis í sjeytiárunum. Minnist eisini at ein vinmaður átti LP plátuna, sangurin var av Just a Singer , ið fevndi um sangir, tíðartinnur, sum onnur høvdu skrivað. Mest spældi sangurin í Útvarpinum var Rings , men handan tveir aðrar sást navnið John Stewart (1939-2008) sum høvundur. Annan sangin Daydream Believer kenna øll frá The Monkees í 1967. Men hin, við turrisliga heitinum Armstrong , bleiv aldri nakað popphitt ella landaplága. Kom ik

Lívsins landslag

Nógv forvitnisligt varð at síggja tá Tróndur Patursson lat upp framsýning við hálvthundrað verkum í Listahøllini á Skipasmiðjuni í dag (Myndir: Birgir Kruse) Tróndur Patursson lat í dag upp nýggja framsýning í Listahøllini á Skipasmiðjuni. Hálvthundrað verk, lutvíst retrospektiv, lutvíst nýggj. Glaslistina hjá Tróndi havi eg altíð hildið verða spennandi, bæði í skapi og liti. Havi altíð knýtt hana at havinum, listina hjá Tróndi. Í komprimeraðum orðaformi gevur Inger Smærup Sørensen í skránni eitt innlit í júst henda ultramarinbláa heimin hjá Tróndi. Rói Patursson helt røðu, tá latið varð upp og Tróndur beyð so vælkomin. Fryntligur sum altíð, vísti hann mær eina glaskúpu í áðurnevnda bláa liti. Kúpan, ið liggur á gólvinum sum ein innseting - ein organisk vera, sum tikin úr havsins dýpi - var aldri ætla at sýna fram, sigur Tróndur. Í veruleikanum var tað eitt óhapp í ovninum, sum gjørdi at flata glasið bólgnaði og síðani sprotnaði. - Men so helt Brandur, at hetta skuldi við á framsýningi

Karisma við Múrin

Karisma strálaði av pallinum í Lágabø, tá Boys In A Band spældu og sungu leygarkvøldið. Stuttligt sjov við góðum dreiv. Og bráddliga broytti frontmaðurin Pætur perspektivið, tá hann leyp av pallinum og sang millum áhoyrararnar. Frálíkur bólkur við frálíkum tilfari og enn betri undirhaldi.

Barr við útsýni

Kanska er hetta besta útsýni úr einari barr í Føroyum. Frá improviseraðu barrini í Lágabø í Kirkjubø, har tónleikastevnan við Múrin hevur verið um vikuskiftið. Umframt svínabúffar og annað mangt til matnað, fæst - sum talvan sigur - øl og Sommersby

Djóni í Geil á Bukkevald

Sum ein onnur hømilia er Djóni í Geil skræddur upp við rót og koyrdur á Bukkevald í Havn (Myndir: Birgir Kruse) Úr køksvindeyganum á Tórsbyrgi sæst mangt og hvat millum ár og dag. Við síðuna av gulu affaldsbingjuni, ið ikki júst er ein bráðvøkur sjón, sást um dagarnar nakað heilt nýtt við Nólsoyarfjørð. Í fjarstøðu tyktist hetta vera ein snøggur sólfangari til heita vatnið á spartanska kampingplássinum, ið so vísiliga er lagt í góða lendið við gamla Bukkevald. Men komin oman til sjóvarmálan, síggi eg at hetta er eitt gøtuskelti, rivið upp við rót eins og ein hømilia við lívsins alfaraveg. Ein margháttlig sjón. Eitt hitt kendasta navnið í Havn, Djóni í Geil, ið hevur lagt navn til eins kendu og hendingaríku gøtuna í eysturbýnum. Plagdi at vitja systkinabarnið í niðara enda á gøtuni. Mest spennandi vóru Beatles og Harmony Grass singlepláturnar, sum systurin átti. Get Back og First Time Loving . Og so at ganga gjøgnum hetta sjáldsama kvarterið handan Revagarðarnar, har javnaldrar kendu ø

Á flogi yvir Tórsbyrgi

Í dag streyk ein einsamallur motordrivin maður í fallskýggja fram við Tórsbyrgi. Børnini hugnaðu sær óført, tá hann vendi aftur og sveimaði eina løtu yvir býlinginum. Hann spidar upp og niður og stýrir við at hála í bondini, sum er bundin í skýggjan. Uttan motor ber ivaleyst til at sveima eina løtu. Spennandi - og helst eitt frálíkt útsýni kring landið. Var motorurin ljóðleysur, so var hetta hin ultimativa konsertupplivingin við Múrin í Kirkjubø, á Gøtusandi og Vágsbøi!

Oggi í Skuggaljósi í Snarskivuni

Monumentalu myndina av Oggi, rekatrænum og steininum tók eg í Snarskivuni, har hann ger klárt til framsýningina Skuggaljós, sum letur upp hósdagin Hósdagin 16. juli kl 16 letur Oggi Lamhauge upp framsýning í Snarskivuni við 20 myndum. Talan er um 14 grafisk blindprent, 5 útskornar relief myndi og eina innseting, innstallasjón. Á hesari framsýning eru allar myndirnar hjá Oggi hvítar og gerast sjónligar við ljósi og skugga. Hetta skapar eisini heldur løgna orðið Skuggaljós, sum listamaðurin hevur valt at nevnt framsýningina. - Tí ljósið er fyritreyt fyri skugganum og hesi baði hanga saman í lívinum so væl sum í listini, sigur Oggi. Listamaðurin hevur skorið í linoplátu og onkuntíð límað metallstumpar omaná. Soleiðis fær listamaðurin dýpd og hædd í plátuna, sum undir stórum trýsti gevur avprent á pappír. Eisini hevur listamaðurin skorið relief myndir úr MDF plátum, sum eru hvítmálaðar. Umframt hesi verður ein innseting, innstallasjón, við einum rekatræi og malargróti. Oggi Lamhauge hevur

Meldurtíð

Uni Arge syngur á oransju scenu í Posthúshjallaranum og síðani síggjast vit báðir í álvarsligum eins og skemtligum práti í 'reyðu sofuni' fríggjadagin. Niðast eitt sýni yvir Posthúshjallaran hesa hugnaligu løtu. Myndirnar tók Beinta Haraldsen, ið var næmingur á Eysturskúlanum og eisini gav eitt íkast til sendingina Skúlagáttin á sinni. Uni var vikarur eitt ár á sama skúla, so ikki kann sigast annað enn at vit øll trý hava nakað til felags - Eysturskúlan og Útvarpið! Undir heitinum Meldurtíð gevur Uni Arge út aðru fløguna í egnum navni. 12 nýggir sangir, har eitt gott úrval var at hoyra í fullsettum Posthúshjallara fríggjadagin. Produsentur er aftur Niclas Johannesen, sum hevur givið fløguni í eitt raffinerað akkustiskt ljóð, mótvegis hinari fyrru, ið var meiri straight popp-rokkut. Hugtakið reyða sofan varð fyrstu ferð roynt á pallinum innast í Posthúshjallaranum. Ikki so galið, tá eg sjálvur skal siga tað. Fekk høvið at seta Una nakrar spurningar um fløguna og tekstirnar, h

Rógva fyri bjargingarfelag

Móttøka fyri Patrick Winterton og Mick Berwick umborð á Westward Ho, sum liggur við Høgukei undir Skeivapakkhúsi í Havn. Millum tey møttu vóru Tróndur Patursson, býráðslimir í Havn og føroyskir kajakkrógvarar. Umborð fekst ein góður biti! (Myndir: Birgir Kruse) Týskvøldið hitti eg teir báðar bretarnar Patrick Winterton, 52, og Mick Berwick, 47, umborð á sluppini Westward Ho, har býraðið í Tórshavnar kommunu hevði móttøku. Bretarnir høvdu róð til Føroya í hvør sínari kajakk. 74 tímar norður úr Stornoway tóku teir land í Suðuroy fríggjadagin. Serliga fegnir vóru bretsku kajkkrógvararnir at hitta Trónd Patursson, sum fyri 30 árum síðani sigldi við Tim Severin í húðabátinum Sankta Brendan, higani og til Vínlands. Stórbýarbúgvarnir høvdu vant á Themsenánni í London og á kanalum í Birmingham. Endamálið við rógvingini er at savna pening til bretska bjargingarfelagið RNLI, sum hvønn dag í árinum stendur fyri fleiri enn 20 bjargingum á sjónum. Og alt á frívilligum støði, sum skilst. Umfram