Neil Alden Armstrong, Michael Collins og Edwin Eugene 'Buzz' Aldrin Jr. mannaðu Apollo 11 fyri fjøruti árum síðani. Senni sang Lobo í føroyskum útvarpi um Armstrong á Mánanum og norðmenn komu higar at gera sjónvarpsfilm, kveiktir av Buzz Aldrin, sum hvarv í heimsins meldri (Mynd: NASA, Føroya deild)
Fátt kann sum ein væl vinklaður poppsangur minna teg á farnar tíðir og hendingar. Um dagarnar kom mær til hugs setningurin ‘When a Man Called Armstrong Walked upon the Moon’. Ein sentimentalur poppsangur við Lobo, sum Útvarpið plagdi at spæla miðskeiðis í sjeytiárunum. Minnist eisini at ein vinmaður átti LP plátuna, sangurin var av Just a Singer, ið fevndi um sangir, tíðartinnur, sum onnur høvdu skrivað.
Mest spældi sangurin í Útvarpinum var Rings, men handan tveir aðrar sást navnið John Stewart (1939-2008) sum høvundur. Annan sangin Daydream Believer kenna øll frá The Monkees í 1967. Men hin, við turrisliga heitinum Armstrong, bleiv aldri nakað popphitt ella landaplága. Kom ikki á singleplátu á okkara leiðum, men fjaldi seg á hesi smikursøtu Lobo-LP plátu frá 1974.
Men í mínum minni stendur júst hesin sangur sterkastur, tá vit hyggja aftur á sjeytiárini og í hesum døgum minnast at fjøruti ár eru liðini síðani Apollo 11 fór í ringrás og allur heimurin fylgdi við tá fyrsti maður, Neil Alden Armstrong, trein á Mánan.
Øll hildu ondini og savnaðust um hesa kosmisku hending, ið sameindi Heimin millum guddóm og tøkni úti í tí ókenda. Alt var gott og á rættari leið. Eisini í poppheiminum, har áskriftin For the Peace of All Mankind endaði á tittulblaðnum hjá poppbólkinum Christie (CBS 1971).
Nógv seinni kom eg eftir, hvør høvundurin at tekstinum Armstrong var. Tað var John Stewart við legendarisku LP plátuni California Bloodlines (Capitol 1969). Á heimasíðuni http://www.chillywinds.com/ fann eg tekstin til sangin, sum í dag er ein minnisperla av teim hugfarsliga søtu. Spælir við beiskt og revsandi krydd, men er avgjørt harmoniskur við fittum og langum eftirsmakki.
Upprunamaðurin John Stewart sang sjálvur um Armstrong á fýra ymsum plátum: Cannons in the Rain (RCA 1973), Forgotten Songs of Some Old Yesterday (RCA 1980), Armstrong (Homecoming 1994, single), Airdream Believer (Shanachie 1995) og Gold (Wrasse Records 2000).
Í dag ber til at ganga í fótafetum Armstrongs á netstaðnum Google Moon og síggja júst tað, ið NASA sigur at hann sá fyri fjøruti árum síðani.
Men her er teksturin um Armstrong á Mánanum. Og hvør veit, kanska var hann aldri einsamallur har úti í tí fjara, Njál í Aldingarði Armstrong fyri fjøruti árum síðani.
Armstrong
Black boy in Chicago
Playing in the street
Not enough to wear
Not near enough to eat
But don't you know he saw it
On a July afternoon
He saw a man named Armstrong
Walk upon the moon
Young girl in Calcutta
Barely eight years old
The flies that swarm the market place
Will see she don't get old
But don't you know she heard it
On that July afternoon
She heard a man named Armstrong
Had walked upon the moon

The rivers are getting' dirty
The wind is getting bad
War and hate is killing off
The only earth we have
But the world all stopped to watch it
On that July afternoon
To watch a man named Armstrong
Walk upon the moon
To watch a man named Armstrong
Walk upon the moon
Oh I wonder if a long time ago
Somewhere in the universe
They watched a man named Adam
Walk upon the earth
(John Stewart)
Had walked upon the moon
The rivers are getting' dirty
The wind is getting bad
War and hate is killing off
The only earth we have
But the world all stopped to watch it
On that July afternoon
To watch a man named Armstrong
Walk upon the moon
To watch a man named Armstrong
Walk upon the moon
Oh I wonder if a long time ago
Somewhere in the universe
They watched a man named Adam
Walk upon the earth
(John Stewart)