Degns Hús, Tinghúsvegur 4, verða á ólavsøku karmur um framsýning við listaverkum eftir Ingálv av Reyni (1920-2005). Verkini eru øll ogn hjá familjuni av Reyni. Umframt at síggja hesa forvitnisligu listaframsýning á ólavsøku, er samstundis høvið at síggja húsini hjá Degn, mitt í Havn. Serliga forvitnislig er avgreiðslulúkan í køksvegginum. Hon stavar frá fyrstu telefonstøðini í 1906. Fyrsta samrøða í telefon var tó gjørd árið fyri. Tá varð tosað úr Geil, longur niðri í Havn, har Tryggingin nú heldur til og enn rópar hølini 'Gelin'. Tosað varð við bóndan Bærendsen inni á Sundi. Henda fyrsta telefonsamrøðan var í 1905. Niðast sæst Jákup Nielsen, Føroya Tele, við elstu telefonunum í landinum. Mitt fyri er hin elsta, sum brúkt varð í 1905. (Myndir: Birgir Kruse)
Tá løgtingið hevði bygt tinghús í 1854 varð vegurin framvið kallaður Tinghúsvegur. Árini 1866-1881 keypti Tórshavnar kommuna jørð frá bóndanum á Eystara Húsagarðsfesti, og fyrstu útstykkingar vórðu gjørdar til sethús við vegin. Her vóru Jacob Lützen keypmaður og Jens Christian Degn skipsførari fyrstir at byggja sethús. Bæði standa enn, tey hjá Degn mest sum í upprunalíki.
Tá ið Kongaligi Einahandilin varð avtikin í 1856 vaks skipaferðslan og sjóvinnan her um leiðir. Kann hugsast, at danin Jens Christian Degn var ein teirra, ið fekk tjans við skipi, sum sigldi upp á Føroyar. Niðast við Tinghúsvegin bygdi hann í 1879 húsini, ið síðani eru kend sum Degns Hús, Tinghúsvegur 4. Jens Christian giftist Susanne Elisabeth Antoniussen úr Havn. Tey fingu fýra børn, har Anton Frederik Degn (1871-1950) var elstur. Hini vóru Seraphine Marie, Anna Jørgina og Jørgen Cornelius.
Gamli Degn, skipsførarin Jens Christian, doyði á Reyðafirði í Íslandi longu í 1885 og konan sat í óskiftum búgvi, til hon í 1891 lat Antoni hús og innbúgv. Gávubrævið ber boð um eini rúmlig valahús. Mamman skuldi verða búgvandi inni hjá elsta soninum, ið skuldi verða verji hjá systkjum sínum. Bert fáar vikur seinni doyði mamman. Tá var Anton handilsbetjentur hjá Gamla Restorff, M.C. Restorff (1816-1897), ið var fyrsti heiðursborgari í Havn.
Anton Frederik Degn var virkin maður í Havn. Hann sat í fyrsta býráðnum 1909-1916 og var býráðsformaður 1920-1922. Anton Degn var eisini løgtingslimur fyri sambandsflokkin 1906-1912. Úr hesum húsum røkti hann samstundis starvið sum Føroya fyrsti telefonstjóri. Avgreiðslulúkan millum køkin og næsta rúmið er upprunalig og vitnar um fyrstu telefonstøðina. Anton var handilsmaður, men gjørdist kendur sum skjalavørður og skrivaði søguligar bøkur um fiskivinnu (1929), jørð (1930) og kongsbøndur (1945).
Anton giftist lærarinnuni Petrine Pouline Cathrine Petersen (1868-1963) úr Øravík. Tey vóru barnleys, men tóku systurdótrina Tinu Mortensen (1893-1982) úr Øravík til fosturs. Hon róptist frøken Mortensen og undirvísti í sangi, klaverspæli og horntónleiki 1918-1957 í Havn.
Í 1897 og aftur í 1909 gjørdi Tórshavnar kommuna metingarlista yvir hús í býnum. Tá vóru Degns Hús mett at hava eitt virði áljóðandi 3650 kr og seinna árið, tá bygt varð uppí, 3750 kr. Ein vanlig hús í Havn hava um hetta mundið verið 1000 kr. verd.
Í 1916 varð álíknað soleiðis, at størstu skattgjaldarar í Havn vórðu settir fyri ávísar upphæddir. Triði á listanum, eftir hin múgvandi Müller reiðara og Lützen handilsmann, var Anton Degn, bókhaldari. Hann skuldi rinda 120 kr í skatti, ið var 4 ferðir skattin, sum fiskimenn og handverkarar rindaðu í Havn í 1917. Hóast Anton Degn var partur av borgarligu mentanini í Havn, hevði hann trøð, eins og grannin Lützen hevði neyt í kjallaranum.
Í 2001 staðfestir Tórshavnar kommuna at Degns Hús eru varðveitingarverd og týðandi fyri umhvørvið í miðbýnum. Eftir at húsini høvdu verið á øðrum hondum, samtykti Tórshavnar býráð fyri jól í 2005 at keypa Degns Hús.