Tróndur Patursson lat í dag upp nýggja framsýning í Listahøllini á Skipasmiðjuni. Hálvthundrað verk, lutvíst retrospektiv, lutvíst nýggj.
Glaslistina hjá Tróndi havi eg altíð hildið verða spennandi, bæði í skapi og liti. Havi altíð knýtt hana at havinum, listina hjá Tróndi. Í komprimeraðum orðaformi gevur Inger Smærup Sørensen í skránni eitt innlit í júst henda ultramarinbláa heimin hjá Tróndi.
Rói Patursson helt røðu, tá latið varð upp og Tróndur beyð so vælkomin.
Fryntligur sum altíð, vísti hann mær eina glaskúpu í áðurnevnda bláa liti. Kúpan, ið liggur á gólvinum sum ein innseting - ein organisk vera, sum tikin úr havsins dýpi - var aldri ætla at sýna fram, sigur Tróndur.
Í veruleikanum var tað eitt óhapp í ovninum, sum gjørdi at flata glasið bólgnaði og síðani sprotnaði. - Men so helt Brandur, at hetta skuldi við á framsýningina. Við ljósi undir. Her er tað so, sigur Tróndur lítillátin, men sum altíð í pakt við verkið sjálvt.

Soleiðis er so mangt. Sum John Lennon segði: 'Life is what happens to you while you're busy making other plans'.
Hetta er fyrstu ferð í útvið 10 ár at Tróndur sýnir fram einsamallur her heima.
Á tveimum framsýningum úti í heimi, hevur Tróndur sýnt fram saman við stóra amerikanska glasmeistarnum Chihuly. Tá henda legenda sýnir fram, plagar hann at heita á øll vitjandi at taka myndir. Hópin av myndum. Tað gjørdi eg í de Young savninum í San Francisco í fjør. Úrslitið sæst á hesum bloggi 27. juli 2008 (San Francisco) og 5. august 2008 (Las Vegas).