Ólavur Olsen og Eirikur Skála hava samskipað tiltakið 'Havnarløg'. Í miðjuni sæst kapellmeistarin Magnus Johannesen. Niðast er Martin Joensen fangaður í mannamúgvuni meðan Sólvá Ford syngur 'Mánalýsið Gylt' (Myndir: Birgir Kruse) Í dag vóru Havnarløg framførd á útipalli í Tórsgøtu, har Tórshavnar Stórband spældi undir leiðslu av Magnusi Johannesen. Hann hevði gjørt allar útsetingarnar og eisini tvey nýggj løg. Gomlu løgini vóru klassikarar úr Havn. - Deiliga Havnasligt, segði Finnur Jensen, ið var ein av fýra sangsolistum. Hinir vóru Anna Nygaard, Sølvá Ford og James Olsen. Frásøgumaður var Robert McBirnie. Og eg kann ikki annað enn at geva Finni rætt. Hetta var deiliga Havnasligt. Ógvuliga presissar, men stak væl svingandi útsetingar. Ljóðið, sum fylti langt niðan í mentanargøtuna í miðbýnum, var breitt við góðari fyllu og væl blandað. Ein deilig løta. Tórshavnar Stórband er í góðum formi og vónandi verður tað afturvendandi táttur at verk verða skrivað til orkestrið.