Einaferð var eg í hørðum orðadrátti á Filmskúlanum í Ebeltoft. Orsøkirnar vóru tvinnar. Øðrumegin journalisturin Anders Agger og hinumegin filmsleikstjórin Birger Larsen. Hin fyrri, Agger, hevði gjørt nógvar gernadissøgur til Søndagsmagasinet , tíðindasendingina hjá Danmarks Radio. Til dømis við tónleiki og sterkum kensluskapandi effektum, tá jarðarferðir skuldu lýsast og eingin møtti. Hin seinni, Birger Larsen, hevði gjørt filmarnar Latið hvítabjarnirnar dansa, Kalsvognur og allar reklamufilmarnar um Squash við Jacob Haugaard og Finn Nørbygaard. Eftir at Agger var liðugur við eina sterka og mettaða framløgu av kenslujournalistikki, sum fer undir dýnuna, niður í buksurnar og langt undir húðina, fekk navnin Larsen orðið. Hann bannaði alt kensluligt følarí niður og norður. - Í hvussu er tá eg hyggi at tíðindum, segði hann avgjørdur og vísti á at TV-avísin er hægsta álit í dagliga tíðindafloyminum. Og soleiðis vil eg hava tað at vera, sigur Larsen. - Vil eg uppliva kenslur og verða for