Undan Nashville-konstertunum í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, var ein hugnaløta backstage. Her var høvið at hitta stjørnurnar, fyrireikararnar og stuðlarnar. Eg tók myndatólið fram eina løtu innan konsertin byrjaði. Seinni vóru ikki stundir at hugsa um myndir og foto. Vónandi ordnaði onkur professionellur tað framman fyri pallinum. Backstage vóru fyrst og fremst familjurnar hjá høvuðspersónunum, Jákup Zachariassen og Petur Háberg Jacobsen. Eg fekk eina mynd av Jákupi saman við beiggjanum Jógvani og pápanum, Zacharias Zachariassen. David Hungate skifti orð við landstýrismannin í vinnumálum Jóhan Dahl. Teir eru jú royndir bassleikarar báðir. Hungate, sum er lítillátin, segði: "I'm just a failed tromboneplayer". Umfram el bass, spælir hann trombon og jazzgittara. Frá Paul Leim vildu klaksvíkingarnir Sonhard Johannessen - klæddur í Opry Land jakka og undir svørtum hatti - og Hallur Joensen, hoyra nærri um Music Row í Nashville. Magni Christiansen, Faroese hat act, hitti Brent Mason, sum er gittarleikari hjá Allan Jackson. Magni sang saman við Sigrid Rasmussen, sum eisini var í hatti. Ólavur Højgaard og Martin Joensen hava samstarvað í Vestmonnum og eisini kring nýggjar føroyskar tekstir frá Martini, sum Jákup Zachariassen hevur lagt til rættis. Eivør og Bryan Sutton hittust fyrstu ferð á palli í Sjónleikarhúsinum hóskvøldið, tá tey framførdu nýggja sangin hjá Óla Poulsen "All of Nothing". Eins og allir hini tónleikararnir úr Nashville var Bryan Sutton púra burtur í Eivør og hennara sangtalenti. "Here is so much creativity" søgdu teir allir sum við ein munn. Nú er lagt í pottin. Kanska spyrst okkurt nýtt og óvæntað burturúr hesum hátíðarhaldi, sum varð hildið at staðfesta tey fyrstu tjúgu árini, Jákup Zachariassen hevur havt professionelt tóleikasamstarv við Nashville.