Skip to main content

Fimti flokkur er on-line


5.a flokkur frammanfyri talvuna í nýggja skúlanum við Løkin í Runavík. Talvan er ikki sum talvur flest, men eitt cleverboard. Tað er ein talva, ið tú kanst skriva á við einum blýanti, sum er on-line. Talvan er eisini er ein telduskíggi. Krit verður ikki brúkt longur. Fríggjadagin, tá eg hitti tey, arbeiddu tey við søguni um Gummi Tarzan. Tey vistu alt um YouTube og Google Earth. Spennandi, tí nú eru allar føroyskar skúlabøkur on-line. Á Google Book Search kanst tú blaða og lesa í øllum føroyskum skúlabókum. Flokslærari hjá 5.a er Anja Pálsdóttir. Uttan fyri vindeygað er løkurin, sum skúlin hevur navn eftir.

Á Toftum er gamli skúlin frá 1958 bygdur um og gjørdur størri. Í høllini, sum er innafyri durin, hongur ein málningur, ið stavar frá gamla skúlanum. Tað er Jack Kampmann (1914-1989), ið hevur málað. Sum sæst til høgru, hevur málningurin hingið við trappurnar inni í høllini í gamla skúlanum. Gott, at skúlin hevur varðveitt málningin so væl.