Skip to main content

Posts

Várharrasa farvelada

Úr gráum og í purpur í Suðurstreymi í hesum døgum (Myndir: Birgir Kruse) Sum dagarnir ganga, billi eg mær inn at eg skilji Steffan Danielsen. Betur og betur. Hvønn morgun síggi eg Nólsoynna og skiftandi litspælið. Hansara heimpall og heimliga himmal. Hesar báðar fyrstu mánaðirnar í nýggja árinum hevur litspælið kring Nólsoynna verið hugtakandi. Óbeskriviliga hugtakandi. Og ikki minni skiftandi. Og seinrapartar er gráur himmal yvir Norðradali, við Trøllhøvda í havsbrúnni, har blýggj úr havi og himni møtast. Vatnlitakassi hins almáttuga. Nei, eg sigi heldur Várharrasa farvelada. Vit liva mitt í henni. Farveladuni. Hon dregur upp og hon dregur niður. Perpetuum mobile.

Floksfelagar møtast í fjósi

Saman við Poul Müller í felagsfjósinum í Havnardali. Nirði undir eitt einnað fjós, tað við motorsúkklunum hjá Hans á Norðasta horni (Myndir: Páll Djóni á Steinum og Birgir Kruse) Leygardagin høvdu vit gomlu floksfelagar sett hvør øðrum stevnu. Vit møttust í fjósinum hjá Poul Müller og teimum í Havnardali klokkan 15. So gingu vit heim til Hans á Norðasta horni og royndu okkum við sanginum hjá Harlan Howard, sum Charley Pride sang Busted . Føroyska heitið bleiv til Rabundus . Hans og Martin eru góðir gittaristar, serliga tá talan er um gamlar svingarar hjá Shadows og Hank Marvin á akkustiskan gittar. Í garasjuni hjá Hans er ein rúgva av motorsúkklum, teirra millum er eisini ein Zündapp knallert, keypt frá Thomas Dam í 1973. Hon var serliga góð, tá toppskykkið varð fílað, stemplið hækka og luftfiltri tikið burtur. Eftir henda steðg, gingu vit heim til Jóhan Petur at kokkast og hita upp til Grand Prix kappingina um kvøldið. Jens Marni kláraði seg væl, men fjøldin vil, sum altíð, hoyra naka

Modernaður bóndi

Poul sigur frá um hanan, sum MBM setur slanguna á. Hann er undir svørtu hettuni niðast, mitt fyri í ovastu myndini. Síðani tvær myndir úr kontrollrúminum millum mjólkirobottarnar í fjósinum. Niðast greiðir Poul frá um fjósið og hvussu tað er bygt (Myndir: Birgir Kruse) Poul Müller er ein av teim fýra, sum reka felagsfjósið í Havnardali. Leygardagin vitjaðu vit Poul og hoyrdu um fjósið og hvussu tað virkar. Vit gingu allir í sama flokki í brúna skúla, ella elementskúlanum í Fríðrik Petersens gøtu, sum hann eisini varð nevndur. Raksturin byggir á mjólk, sum MBM heintar og kvittar fyri í durinum. Alt er automatiserð og verður alla tíðina skrásett. Tað krevst av einum modernaðum bónda, sigur Poul, sum fyrr hevur arbeitt í Sparikassanum. – Í dag er neyðugt at leggja neyva fíggjarætlan og hava tætt samband við bankan og alla tíðina ansa eftir at einki teknisk óhapp hendir, sigur Poul. Hann hevur snøgga skrivstovu, við bað og wc í næsta rúmi og fyri endanum á gongini er rúmlig uppihaldsstova

Robot venter på ko

Robotturin sigur 'Venter på ko'. Niðri undir sæst Poul við annan robottin í fjósinum og niðast sæst vælnøgda kúgvin (Myndir: Birgir Kruse) Robotturin hjá bóndunum í Havnardali tosar danskt. Støðan hjá honum er í løtuni, at hann sóknast eftir eini kúgv ‘robot søger ko’, sigur hann á skíggjanum. Men tað er ikki leingi. Robotturin tekur í slangurnar og setur tær á júgrini. – Tað skal vera eitt positivt upplivilsi at koma inn á básin og verða mjólkað, sigur Poul. Neytini hava so góðan hug at verða mjólkað, at tey troka seg fram at robottinum á hesum nútímans bási í Havnardali.

Kvæði á fartelefon

Rói Joensen smílist meðan hann fotograferar útgávuna Føroya Kvæði, sum hevur ligið órørd á goymslu síðani hon kom út í 1951. Fartelefonin hjá Róa er ein HTC, sum hevur stóran og sjónligan skíggja. Í baksýni hómast kaffikrússið frá Google (Myndir: Birgir Kruse) - Nú kanst tú læra teg kvæði í fartelefonini, sigur Rói Joensen og smílist, meðan hann blaðar í Føroya Kvæði I-IV á Føroya Skúlabókagrunni. Hóast útgávan hjá Christiani Matras frá 1941-51 kallast I-IV telur stórverkið tólv bind. Øll liggja tey á borðinum hjá Róa, sum er ritstjóri á Snar. Saman við Hans Jákupi av Skarði, sum er bókbindari á Landsbókasavninum, fer hann at skera upp allar kvæðabøkurnar, loysa tær í rygginum og ljóslesa tær síðu fyri síðu, so tær kunnu talgildast og lesast á undirvísingarportalinum Snar. Hevur fartelefonin so stóran skíggja, sum hon hjá Róa, so er laga manni at lesa on line tekstin beint úr lógvanum - og kvøða. Rói roynir seg við Brestis kvæði, sum longu er á Snar. Spennandi verður at síggja um k

Mannaminni, norðan Hórisgøtu

Í mannaminni hava tey hvørki hoyrt um ella sæð tílíka standmynd, sum hesa við rundkoyringina í Kollafirði í morgun. Greitt er nú, at kollfirðingar, eftir kommunusamanleggingina, eisini hava fingið teirra Kongaminni . Tað er eitt mannaminni. Ein landbúnaðarkønur helt fyri, at nú tað varð bannað at lýsa við handilsligum skeltum við almennan farveg, kundi tað meiri enn so hugsast at hetta var ein subversiv lýsing við duldum boðskapi frá BYB hjá Hans Fróða Hansen. Hvussu er og ikki - nú lata vit hasa standa eina løtu!

Drotningar og einglablóð

Starvsfelagarnir Gunvá og Karina við sálmabók og bíbliu undir blýtungum himni uttanfyri Skúlabókagrunnin í januar 2010. Niðriundir sæst tusj- og einglablóðstekningin hjá Margretu drotning úr stóru bíbliuni frá 2000 “Partur av Himmalinum” og niðast forsíðan á Vikuskiftis-Sosialinum 27. januar 2000. Ovast í høgra horni sigur Niels Jákup Thomsen við sama høvið at barnabókin er alt annað enn hótt (Myndir: Birgir Kruse) Gunvá Hougaard og Karina Toftegaard eru ritstjórar á Føroya Skúlabókagrunni. Tær arbeiða við nýggjum tilfari til allar flokkarnar í fólkaskúlanum í kristni. Ikki smávegis uppgáva. Vit skulu heilt aftur í 70’ini at finna nýggjar grundbøkur í hesi lærugrein, har grundstøðið er bíblian og sálmabókin. Innan Gunvá og Karina fóru heim, avmyndaði eg tær í túninum á Lützenstrøð, har Skúlabókagrunnurin heldur til. Gunnvá víð svørtu sálmabókini og Karina við reyðu bíbliuni, sum eisini verður nevnd drotningabíblian, tí Margreta drotning II gjørdi 24 tusjtekningar til hesa serstøku útg

Obama: The State of the Union 2010

Fyrsti svarti forsetin Barack Obama teknaður sum fyrsti amerikanski forsetin yvirhøvur George Washington á forsíðuni á The New Yorker fyri einum ári síðani, og samstundis avmyndaður á teldu og sjónvarpi heima í stovuni í Tórsbyrgi. Í retorikki fevnir Obama um allar teir stóru talararnar, serliga Martin Luther King og John F. Kennedy og hansara alter ego Ted Sorensen (Mynd: New Yorker og Birgir Kruse) Røða forsetans State of the Union , ið varð hildin 27. januar 2010, taldi 7000 orð og vardi 75 minuttir: Madame Speaker, Vice President Biden, Members of Congress, distinguished guests, and fellow Americans: Our Constitution declares that from time to time, the President shall give to Congress information about the state of our union. For two hundred and twenty years, our leaders have fulfilled this duty. They have done so during periods of prosperity and tranquility. And they have done so in the midst of war and depression; at moments of great strife and great struggle. It’s tempting to l

Verður hetta framtíðar Bíblian?

Karina Toftegaard ritstjóri og John Dalsgarð frá Gramar royna Kindle e-bókina hjá Amazon í køkinum á Skúlabókagrunninum. Kindle fæst fyri 1500 krónur og onnur hvør bók, sum Amazon selir er ein e-bók (Myndir: Birgir Kruse) Fyrsta hugsanin, tá eg sá elektronisku Kindle bókina var, at hetta verður nýggja Bíblian. Tað er Amazon, ið selur Kindle bókina, sum er snøgg og handug at hava við á møti. Fæst Bíblian sum e-bók, so er laga manni at sláa upp og fylgja við. Fyri ikki um at tala telefonbókina ella dagsins avísir og wikipedia. Tá verður laga manni at luttaka í spurnarkappingum. Nú fartelefonir mennast og møta brúkarum á nýggjan hátt, kann lættliga hugsast at ymsu e-bøkurnar renna saman í eittans format, sum fólk vilja hava beint í lógvanum. Spennandi verður at síggja um Føroyar eisini verða við tá.

Omma Blomma er metsølubók

Annika Árting, sum er kosins ársins ungi bókaseljari, vísir fegin fram metsølubókina á barnalistanum í Riti og Ráki í SMS (Myndir: Birgir Kruse) Tað er sjáldsamt at ein skúlabók røkkur ovastu metsølulistum í einum handilsligum bókahandili. Men tað hendi um jólini, stutt eftir at bókin Omma blomma abbi krabbi - vit tíma at ríma kom út. Sissal Rasmussen hevur savnað tilfarið, sum er rím og ramsur fyri børn. Pápin Árni Winther hevur teknað myndirnar í bókini, sum er ætla børnum undir skúlaaldur. Føroya Skúlabókagrunnur gav bókina út og hetta er fyrsta ferðin at ein útgáva haðani er komin á metsølulista.

Fýra steggjar og ein bøga

Steggjar og bøgur spegla sær í kuldanum á Hoyvíkstjørn í dag. Ljósagráu steggjarnir eru eyðkendir, tí teir eru grønir um høvdið og korkareyðir um bringuna. Bøgurnar eru brúnsjórutar og hava ein bláan, hvítrandaðan spegil ytst á veinginum.

Martin ger kyndlar í Tórsbyrgi

Martin handar kyndlar við hitamiðstøðina. Áskriftin á snørdu sekkjunum er helst arabisk. Anna Maria Simonsen í nummar 4 tendrar ein kyndil. Martin hevur nakrar kyndlar til avlops. (Myndir: Birgir Kruse) Martin Enok Jespersen, sum býr í nummar 10, ger kyndlarnar klárar til gonguna og nýggjársbálið í Tórsbyrgi. Kyndlarnir eru stórir og krevja nógva fyrireiking. Trupult er at fáa fatur á sekkjum úr rætta tilfarinum, men enn ber til hjá Martini at savnað alt tilfarið, so kyndlarnir eru snøggir og góðir at bera, og ikki minst - brenna!

Kyndlagonga í Tórsbyrgi

Veðrið er av tí fagrasta og grøna fløtan er kavaklødd, tá kyndlagongan steðgar eina løtu. Bjarnvarður í Dali, sum býr í nummar 31, sæst fremstur fyri í kyndlagonguni undir húsunum hjá Lýtt og Jens Petur. (Myndir: Birgir Kruse) Tá klokkan er farin av ellivu, fer kyndlagongan í Tórsbyrgi úr túninum á hitamiðstøðini, niðan eftir parkeringsplássinum og oman eftir gøtuni fyri endanum á Fútalág. So verður gingið undir øllum húsinum, til vit aftur eru í lagdini handan hitamiðstøðina.

Nýggjársbál í Tórsbyrgi

Kyndlagongan er savnað kring nýggjársbálið í Tórsbyrgi. Bjarni Nielsen í nummar 4 syngur tjóðsangin. Gongan blakar kyndlarnar á bálið (Myndir: Birgir Kruse) Nýggársbálið fær góða undirtøku í Tórsbyrgi. Gjøgnum dagin hava íbúgvar savnað tað, ið brennast kann. Undir kønari leiðslu verður træ og pappír lagað til eitt stórt bál í lagdini aftanfyri hitamiðstøðina. Bálið verður tendrað við teim kyndlum, sum fólk framman undan hava borið kring allan býlingin. Innan kyndlarnir verða lagdir á bálið, verður eitt ørindi úr tjóðsanginum sungið.

Fólk í Tórsbyrgi

Hans Jákup Hermansen tendrar eitt neyðbluss á midnátt. Sigrún Mohr er forkvinna í Eigarafelagnum á Tórsbyrgi. Hallbjørg Lamhauge býr í nummar 6. Hanus hevur savnað vinfólk til ræst kjøt, nýggjársaftan. Julian Kragesteen býr í nummar 28 (Myndir: Birgir Kruse) Nógv fólk koma saman á nýggjárinum í Tórsbyrgi. Við hitamiðstøðina eru fleiri av teim 36 húsunum umboðað, tá nýggja árið byrjar. Tá bjóðar Eigarafelagið sjampanju og so verða rakettir skotnar úr túninum. Og so eru allar dyr opnar.

Lækkið garðar, opnið dyr og skapið liv!

Birgar Johannessen við trimum bókum um Havnina framman fyri sær. Niðri undir sæst Birgar við savnslutum í sambandi við framsýning í Smiðjuni í Lítluvík á ólavsøku. Niðast eru nakrir av savnslutunum hjá Birgari. Eisini sæst 100 ára flaggið hjá Tórshavnar kommunu (Myndir: Birgir Kruse) Samrøða í Jólablaðnum hjá B36, desember 2009 Birgir Kruse Birgar Johannessen er 63 ára gamal, arbeiðsmaður, giftur og búsettur á Norðasta Horni. - Einasta felag eg havi verið limur í er Havnar Arbeiðsmannafelag. So tað er nokk á einari leið at kalla meg arbeiðsmann, sigur Birgar. - Síðst eg var í starvi hjá øðrum enn mær sjálvum, var sum bókhaldari á Smyril Line í tjúgu ár. Tá nýggja Norrøna kom inn um Molan, rýmdi eg. Tá var eg so smátt byrjaður at sita á Landsbókasavninum um kvøldarnar og lesa í gomlum bløðum og skjølum. Stuðul skapar tvístøðu Í fimm ár hevur Birgar sitið á Landsbókasavninum og lisið um gomlu Havnina. So fekk hann fyrsta peningaliga stuðulin frá Tórshavnar býráð. - Lutfalsliga stóra upp