Kyndlagongan er savnað kring nýggjársbálið í Tórsbyrgi. Bjarni Nielsen í nummar 4 syngur tjóðsangin. Gongan blakar kyndlarnar á bálið (Myndir: Birgir Kruse)
Nýggársbálið fær góða undirtøku í Tórsbyrgi. Gjøgnum dagin hava íbúgvar savnað tað, ið brennast kann. Undir kønari leiðslu verður træ og pappír lagað til eitt stórt bál í lagdini aftanfyri hitamiðstøðina. Bálið verður tendrað við teim kyndlum, sum fólk framman undan hava borið kring allan býlingin. Innan kyndlarnir verða lagdir á bálið, verður eitt ørindi úr tjóðsanginum sungið.