Skip to main content

Drotningar og einglablóð



Starvsfelagarnir Gunvá og Karina við sálmabók og bíbliu undir blýtungum himni uttanfyri Skúlabókagrunnin í januar 2010. Niðriundir sæst tusj- og einglablóðstekningin hjá Margretu drotning úr stóru bíbliuni frá 2000 “Partur av Himmalinum” og niðast forsíðan á Vikuskiftis-Sosialinum 27. januar 2000. Ovast í høgra horni sigur Niels Jákup Thomsen við sama høvið at barnabókin er alt annað enn hótt (Myndir: Birgir Kruse)

Gunvá Hougaard og Karina Toftegaard eru ritstjórar á Føroya Skúlabókagrunni. Tær arbeiða við nýggjum tilfari til allar flokkarnar í fólkaskúlanum í kristni. Ikki smávegis uppgáva. Vit skulu heilt aftur í 70’ini at finna nýggjar grundbøkur í hesi lærugrein, har grundstøðið er bíblian og sálmabókin.

Innan Gunvá og Karina fóru heim, avmyndaði eg tær í túninum á Lützenstrøð, har Skúlabókagrunnurin heldur til. Gunnvá víð svørtu sálmabókini og Karina við reyðu bíbliuni, sum eisini verður nevnd drotningabíblian, tí Margreta drotning II gjørdi 24 tusjtekningar til hesa serstøku útgávu, sum eisini kom á føroyskum í 2000.

Við tað høvið var framsýning við drotningatekningunum í Listaskálanum og 27. januar 2000 skrivaði eg henda stubban á forsíðuni í Vikuskiftis-Sosialinum:

Einglablóð

DROTNINGALIST. Kongaligi parturin av Himmalinum er nær

Í Listaskálanum er framsýning, har Bíbliu-tekningarnar hjá Drotningini kunnu skoðast. Tekningarnar, sum eru gjørdar við tusji, eru 24 í tali.

Hóast stílfastar, kunnu tær javnmetast við poesitekningar, tað er einfaldar tekningar, sum serliga gentur gera í poesibøkur hjá hvørji aðrari. Tær eru leikandi lættar og vilja ikki verða annað.

Og so plaga genturnar at skriva uppá tvørs »lev« og »vel«. Úr hesi traditión hugsi eg, at kongaligu tekningarnar til nýggju Bíbliuna eru sprotnar.

Stuttligt er at festa seg við heitini. Myndin omanfyri nevnist »partur av Himmiríki«. At tað er ein Drotning, sum teknar og hartil ikki aftrar seg at brúka einglablóð, er ein stuttlig uppliving. Samríkja-Bíblian fær himnaríkið at tykjast nær. Og samstundis verða vit mint á, at alt kann strikast út - við einglablóði. Med kongelig foranordning.

Tað er eisini Margreta drotning, sum hevur tikið stig til permurnar á teimum trimum ríkisbíbliunum. Tríggir ymsir krossar ímynda hvønn av teim trimum ríkispørtunum. Okkara føroyska ber Sigmundarkrossin, grønlendski krossurin er úr einum smærublaði og danski krossurin er hin sonevndi Dagmarkrossurin. Krossurin, lagdur við gulli, eyðkennir Bíbliuna hjá hvørjum landi sær.

Ymsar hava meiningarnar verið um Drotningina og hennara listarligu avrik. Tað eru tey, ið halda, at hon skal halda seg burtur frá listarligum arbeiði, tí hon tekur frá mangan svongu listafólkunum. Men lítið er at aftra seg í, at tað er hugaligt at vita sær ein ríkisovasta, sum gevur mentanina gætur. Ikki bert sum passivur áskoðari. Nei, hon megnar so sanniliga eisini at geva eitt boð uppá nýggj listarlig úttrykk. Best sást hetta í listarliga samansetta filminum um tey bæði Kaj og Gerdu í »Snedronningen« hjá H.C. Andersen. Við nútímans tøkni hevði drotningin sett saman eina sonevnda decoupage. Hugaligt at síggja, at andans evsta makt kann gerast ítøkilig og leggjast í handakraft og verk, øllum til frægd.

Framsýningin við drotningamyndunum úr samríkjabíbliuni, sum stuðlar uppundir trúarligu listaframsýningina »Passiutónar«, er opin fram til hin 18. februar 2000.