Martin Enok Jespersen, sum býr í nummar 10, ger kyndlarnar klárar til gonguna og nýggjársbálið í Tórsbyrgi. Kyndlarnir eru stórir og krevja nógva fyrireiking. Trupult er at fáa fatur á sekkjum úr rætta tilfarinum, men enn ber til hjá Martini at savnað alt tilfarið, so kyndlarnir eru snøggir og góðir at bera, og ikki minst - brenna!