Skip to main content

Posts

Anna Politkovskaja og andi hennara

Polakova Ella Mihailovna er forkvinna í felagskapinum av Soldátarmøðrum í Sankta Pætursborg. Ein ungur rýmingur greiðir frá um russiska herin og at liva undir jørð, meðan mamman grætur, til høgru á fjórðu myndini. Rýmingurin vísir horvnar hermenn og átrúnaðarligar ímyndir. Hølini eru kunningarmiðstøð, har ættarfólk fáa at vita um horvar hermenn. Møður savnast at greiða frá og spyrja. Thou shall not kill, stendur á eina uppslagnum. Niðast eitt uppslag um terror í lokalum bussi (Myndir: Birgir Kruse) Sjónvarpið vísti í kvøld ein film um russiska journalistin Anna Politkovskaja (1958-2007). Hon bleiv kend fyri at skriva um kríggið og umstøðurnar í Tjetjenia, greitt í andstøðu við allar tankar Putins. Tá hann hevði føðingardag, varð hon myrd. Gamal siður er í Russlandi at geva zarinum offurgavu á føðingardegnum. Á okkara døgum man Putin vera næstur einum zari. Eftir at hava sæð henda skakandi sjónvarpsfilm um viðurskiftini í Russlandi, kom mær til hugs nakrar myndir eg tók í Sankta Pætur

Bureaukratiið sett á gravstein

Skýrák yvir kirkjugarðinum í Kaldbak, har sjáldsami steinurin yvir Andrias Reinert stendur. Klikk á myndina og hon verður størri. Og so ein bilur, ið er komin á gravarbakkan, men vísir á lívsfrískar útvegir fyri nýggjum parlagi (Myndir: Birgir Kruse) Á Norðradalsskari hann vildi ligið forðaði bureaukratiið - hvíl í friði - Soleiðis stendur skrivað á gravsteininum yvir Andrias M. Reinert (1855-1935), sum var úr Norðradali og vildi verða grivin á Norðradalsskari. Myndugleikarnir sýttu og tí er hann grivin í Kaldbak. Hoyrdi um dagarnar Andreas Reinert siga frá í Útvarpinum um steinin og mannin, hann er reistur yvir. Tað var í práti við Jógvan Arge. Visti ikki, at tað bar til at ríma uppá bureaukratiið . Men her sæst tað so, meitlað í stein.

Breið tínar náðiveingir

Gudmundur Mortensen og Theodor, Teddy, Petersen við urguna í Havnar kirkju (Myndir: Birgir Kruse) Mentanarnáttin endaði við sálmasangi í Havnar kirkju. Fyri fullsettari kirkju og meir afturat sang Theodor, Teddy, Petersen eina røð av kendum sálmum, soleiðis beint úr blaðnum, meðan nærlagdi organisturin í kirkjuni, Gudmundur Mortensen, spældi afturvið og eisini hevði nøkur millumspøl. Kanska kom tað óvart á Teddy, at so nógv møttu. Eyðsæð var, at fleiri enn eg hildu at hetta var mest forkunnuga tiltakið á skránni. Meðan ballónir við ljósi í vórðu sleptar upp móti køldu náttarluftini, savnaðust fólk í Vágsbotni at njóta eina bjór - uttandura. Tað bleiv nakað kalt og vit leitaðu okkum oman í Kafé Natúr at skifta orð um útvarp, tónleik og annað mangt, meðan ein ungur maður, innan úr Eysturoynni, spældi Neil Young. Gamaní er Havnin ein lítil bygd, men farrin av metropoli breiðir seg millum vágirnar.

Skúlaútvarp

Karina Toftegaard við miksipultin og eg sjálvur í upptøkurúminum (Myndir: Karina Toftegaard og Birgir Kruse) Inni hjá Mentamálaráðnum, uppi á Hoyvíksvegnum, húsast Landsmiðstøðin fyri Undirvísingaramboð. Her er eitt fullfíggjað ljóðstudio, sum er klárt til útvarp. Men tað verður mest brúkt til ljóðbøkur, tað vil siga at lesa útgivnar bøkur, sum so kunnu lánast á ymsu søvnunum. Karina, sum er ein starvsfelagi á Skúlabókagrunninum, arbeiðir við nýggjum kristnitilfari. Henda dag vildi hon hava meg at lesa jólaevangeliið, sum skal brúkast til eitt telduspæl, ið er knýtt at útgávuni.

Summardagur í Norðradali

Gæs við ungum, tvey tjøldur og ein hara í bønum í Norðradali fyrsta summardag (Myndir: Birgir Kruse) Fyrsti summardagur er farin aftur um bak, men enn er eingin lýkka í luftini. Men bøurin grønkast og nátturan gongur sína gongd. Við grábláa havinum í baksýni, sá eg eina heila gásafamilju, tvey tjøldur og eina haru, alt um eina leið og úr sama sjónarhorni - handan rættið í bilinum.

Spinn og politikkur í Mess

So er borðreitt við sushi á Etika MESS TEMA: Birgir Kruse, miðlaráðgevi, er avgjørdur tá tað kemur til ungdómspolitikk, fjølmiðlar og spinn. Hjá ungdómspolitikarum ræður tað um at vera fangandi, skakandi og framfýsin. Tú skal selja teg sjálvan og tryggja tær umrøðu Í sambandi við at føroysku ungamannafeløgini reiðiliga eru farin at ressast í seinastuni, setti MESS Birgir Kruse nakrar spurningar um ungdómspolitikk, spinn og fjølmiðlar. Hví feløgini viðgera tey evnini tey viðgera, hví tey samskifta sum tey samskifta og hvørt tað kanska eru summi evni, sum vit dáma betri at lesa um enn onnur: Hvussu ber tað til at evni so sum ungdómsarbeiðsloysi, eru so nógv minni "hot" í miðlaheiminum, enn etisku málini? - Tí at tey evnini eru so tugd og tannlað at eingin tímir at hoyra um tey. Vit vilja altíð hoyra nýggjar søgur við nýggjum andlitum. Tungu og gráu miðlasøgurnar um arbeiðsleys tíma vit ikki at hoyra, uttan so at miðlarnir seta andlit á søgur um arbeiðsleys, so vit kunnu

Nýtt føroyskt heimsatlas

Frá almenna fundinum í Miðlahúsinum um nýtt føroyskt heimsatlas, sum Føroya Skúlabókagrunnur skipaði fyri (Myndir: Birgir Kruse) Føroya Skúlabókagrunnur hevur sett sær fyri at gera nýtt føroyskt heimsatlas. Seytjan ár eru liðin síðani fyrsta og higartil einasta atlas kom út í landinum. Skúlabókagrunnurin, sum eisini gav tað atlasið út, vil hoyra almenningin, innan farið verður í gongd við nýggja atlasinum. Undan hesum fundi eru lærarar hoyrdir, bæði í fólkaskúla og á miðnámi. Fyrsta atlasið er selt í 11.000 eintøkum, sum gevur eina ábending um at fólk hava tikið tað til sín og at málbólkurin eisini er uttan fyri skúlagátt. Meiningarnar eru nógvar, serliga tá umræður mál og hvørji heiti skulu brúkast. Skal gamla orðið hálvoyggj takast fram aftur, ella skal tað framhaldandi eita nes? Og hóast heimsins stóru mál brúka heitið Peninsula, Halbinseln og halvø, so er rættuliga margháttligt at tosa um eina oyggj, sum er hálv. Og Langanes er eitt kent navn, so hví ikki lata hetta snøgga

Kuba á floti í cyberspace

Í Dimmu, sum í dag kemur í hvørt hús, sigur ein lærari, at sonurin, sum gongur í 3. g, finnur einki tilfar um Kuba, tí landið stavast við K og ikki C. Eftir ein minutt, og uttan at flyta okkum av stólinum, funnu bæði eg sjálvur og ein starvsfelagi, vit eru báðir lærarar, fram til hópin av Kubanøvnum í cyberspace. Her eru Kubanøvnini og í parantes er nevnt, úr hvørjum málum, nøvnini eru: Ciuba (Scots Gaelic), Ciwba (Welsh), Cuba (Aragonese, Aromanian, Asturian, Danish, Dutch, Franco-Provençal, French, Italian, Latin, Norwegian, Portuguese, Spanish), Cu-ba (Vietnamese), Gǔbā - 古巴 (Mandarin Chinese), Khiub ā - คิวบา (Thai), Koúva - Κούβα (Greek), Kuba (Acehnese, Afrikaans, Albanian, Breton, Croatian, Czech, Faroese, German, Hungarian, Indonesian, Latvian, Lithuanian, Maltese, Polish, Slovak, Slovene, Swedish), Kūbā - كوبا (Arabic), Kuba - Կուբա (Armenian), Kuba - Куба (Belarusian, Bulgarian, Russian, Serbian, Ukrainian), Kuba - קובה (Hebrew), Kuba / K'uba - 쿠바 (Ko