Skýrák yvir kirkjugarðinum í Kaldbak, har sjáldsami steinurin yvir Andrias Reinert stendur. Klikk á myndina og hon verður størri. Og so ein bilur, ið er komin á gravarbakkan, men vísir á lívsfrískar útvegir fyri nýggjum parlagi
(Myndir: Birgir Kruse)
Á Norðradalsskari
hann vildi ligið
forðaði bureaukratiið
- hvíl í friði -
Soleiðis stendur skrivað á gravsteininum yvir Andrias M. Reinert (1855-1935), sum var úr Norðradali og vildi verða grivin á Norðradalsskari. Myndugleikarnir sýttu og tí er hann grivin í Kaldbak. Hoyrdi um dagarnar Andreas Reinert siga frá í Útvarpinum um steinin og mannin, hann er reistur yvir. Tað var í práti við Jógvan Arge. Visti ikki, at tað bar til at ríma uppá bureaukratiið. Men her sæst tað so, meitlað í stein.