Gudmundur Mortensen og Theodor, Teddy, Petersen við urguna í Havnar kirkju (Myndir: Birgir Kruse)
Mentanarnáttin endaði við sálmasangi í Havnar kirkju. Fyri fullsettari kirkju og meir afturat sang Theodor, Teddy, Petersen eina røð av kendum sálmum, soleiðis beint úr blaðnum, meðan nærlagdi organisturin í kirkjuni, Gudmundur Mortensen, spældi afturvið og eisini hevði nøkur millumspøl. Kanska kom tað óvart á Teddy, at so nógv møttu. Eyðsæð var, at fleiri enn eg hildu at hetta var mest forkunnuga tiltakið á skránni. Meðan ballónir við ljósi í vórðu sleptar upp móti køldu náttarluftini, savnaðust fólk í Vágsbotni at njóta eina bjór - uttandura. Tað bleiv nakað kalt og vit leitaðu okkum oman í Kafé Natúr at skifta orð um útvarp, tónleik og annað mangt, meðan ein ungur maður, innan úr Eysturoynni, spældi Neil Young. Gamaní er Havnin ein lítil bygd, men farrin av metropoli breiðir seg millum vágirnar.