Polakova Ella Mihailovna er forkvinna í felagskapinum av Soldátarmøðrum í Sankta Pætursborg. Ein ungur rýmingur greiðir frá um russiska herin og at liva undir jørð, meðan mamman grætur, til høgru á fjórðu myndini. Rýmingurin vísir horvnar hermenn og átrúnaðarligar ímyndir. Hølini eru kunningarmiðstøð, har ættarfólk fáa at vita um horvar hermenn. Møður savnast at greiða frá og spyrja. Thou shall not kill, stendur á eina uppslagnum. Niðast eitt uppslag um terror í lokalum bussi (Myndir: Birgir Kruse)
Sjónvarpið vísti í kvøld ein film um russiska journalistin Anna Politkovskaja (1958-2007). Hon bleiv kend fyri at skriva um kríggið og umstøðurnar í Tjetjenia, greitt í andstøðu við allar tankar Putins. Tá hann hevði føðingardag, varð hon myrd. Gamal siður er í Russlandi at geva zarinum offurgavu á føðingardegnum. Á okkara døgum man Putin vera næstur einum zari. Eftir at hava sæð henda skakandi sjónvarpsfilm um viðurskiftini í Russlandi, kom mær til hugs nakrar myndir eg tók í Sankta Pætursborg fyri fimm árum síðani, beint innan Anna varð myrd. Ikki tí, henni møtti eg ongantíð. Men hóast hon ikki var á nakrari mynd, var hon miðdepilin í øllum virksemi, eg møtti og sá undir jørð henda dag í Sankta Pætursborg.
Myndirnar tók eg við loyvi inni hjá felagsskapinum Soldátarmøðurnar í Sankta Pætursborg, har forkvinnan Polakova Ella Mihailovna greiddi frá. Hon hevði sitið í býráðnum saman við Putin og hevði tætt samband við hann, hóast tey als ikki vóru samd politiskt. - Tað, at øll hava sæð okkum saman og kenna míni sjónarmið mótvegis hansara, er mín trygd, segi hon.
Polakova lat meg avmynda ein ungan rýming, desertør, úr russiska herinum. Hann vildi ikki vera í Tjetjenia og segði seg vera villeiddan at fara hagar. - Og tá tú byrjar í herinum, verður tú sendur at finna pengar til tín næsta leiðara, segðu hann og greiddi frá, hvussu hann varð avbukaður, tá hann noktaði at gera hetta. - Úr neðra og upp á toppin er russiski herurin ein arbeiðslega úr miðøld. Tú mást alla tíðina útvega pening ella umsetiligar virðislutir til tann, ið er yvir tær. Tú sleppir ikki longur fram, spælir tú ikki við í hesum harðrenda kriminaliteti, segði hann og vísti, hvussu hann varð bukaður, gulur og bláur. Mamman var við hon. Tá samrøðan kom til henda part, skær hon ut í grát. Sjálv var hon lækni og hevði júst sæð autoriseraðu váttanina um píning, sum Soldátarmøðurnar høvdu útvegað. Ein teirra, Filonova Elena Vacheslavovna, er løgfrøðingur og hevur eins og Polakova fingið lokalar og altjóða friðarvirðislønir.
Meðan vit práta, gongur ein hurð úti á gongini og telefonin, sum forkvinnan hevur um hálsin, ringir. Eftir eitt hvast eygnabráð og ein skjótan ordra, rýma tær við unga, navnleysa manninum. Nakrir menn standa inni og vilja hoyra, hvat vit halda um Russland og umbera seg við at í hesum terror-tíðum kunnu mistøk henda. - Terror er fíggindin, siga teir. Vit mugu øll vera á varðhaldi fyri terror.
Hóast ár eru liðin síðani hesa hending, stendur løtan livandi fyri mær, sum ein filmur úr kalda krígnum á eini fjarari klótu. Men einki er skeivari enn tað. Filmurin er veruligur og fer fram ein gernadisdag í norðurlendska Venezia - Sankta Pætursborg, ikki langt hiðani.