Arnold Vegghamar signerar nýggju bókina, sum Bodil Varming hevur skrivað. Millum mongu gestirnar var Amariel Norðoy. Niðri undir eru nakrir málningar avmyndaðir (Myndir: Birgir Kruse) Í dag lat upp myndlistaframsýning við málningum hjá Arnoldi Vegghamar (f.1937). Hann er av Viðareiði og systkinabarnið, Líggjas í Bø, setti framsýningina við eini sjáldsama góðari røðu. Alment hevur hann ikki latið hoyrt frá sær síðani yrkingasavnið Til Lívið í 1964. Røðarin nevndi Mikinesmálaran, Nólsoyarmálaran, Mikladalsmálaran - og Viðareiðismálaran, sum hann mest sum í spølni kallaði Arnold Vegghamar. Í hugfarsligu røðuni, har greitt varð frá um lívsleið listarmansins og útbúgving hansara sum gullsmiður, var eisini rúm fyri hvøssum atfinningum. Nýggj bók um Arnold Vegghamar, sum Bodil Varming hevur skrivað á donskum, varð løgd fram. - Men føroyska týðingin ber álvarslig brek, segði sáttligi røðarin og krossfesti føroysku týðingina. Eg trúi ikki mínum egnu oyrum, at ein røðari í almenna rúminum dit