Skip to main content

Posts

Gávugóðs til Dáva!

Dávur Juul Magnussen avmyndaður við trombon í íbúðini í Glasgow. Síðani sæst Dávur sjálvur triði í franskari reklamu fyri Courtois og niðast er arbeiðsstaðurin hjá Dáva,The Glasgow Royal Concert Hall, avmyndaður (Myndir: Birgir Kruse og Courtois) Í dag fekk Dávur Juul Magnussen 'gávugóðs' á Seturskrivstovuni á Fróðskaparsetri Føroya. Gávugóðs verður, sambært viðtøkum grunsins og uttan umsókn, givið einum ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg. Undir nýggjárskonsertini sóu øll hansara listarligu gávur at spæla trombon og persónligu evni at undirhalda. Longu tá bókin Les1 varð løgd fram í Listaskálanum í 2006, vísti hann framúr evni á trombon. Grundgevingin hjá nevndini er soljóðandi: Dávur Juul Magnussen (f. 7. nov. 1985) byrjaði at spæla trombone 12 ára gamal í 1998 sum næmingur á Føroya Musikkskúla. Hugurin stóð til saksofon, men hann valdi trombone, og tað var gott. Hann var virkin tónleikari, áðrenn hann í 2006 flutti til Skotlands at lesa tó

Á G! Festival fyri fyrstu ferð

Vikuskiftispass til G! Festivalin er komið í hús. Aftanfyri síggjast fløgur við Blind Boys of Alabama (Mynd: Birgir Kruse) Í kvøld sleit í og í góðveðrinum gekk eg mær ein túr niðan á Ringvegin at keypa atgongumerki til G! Festivalin , bara fyri at hoyra Blind Boys of Alabama . Men gakk. Komin niðan til PE brast hann á við grimdarregni og vátaslettingi. Setti upp í durinum hjá Petur Eiriki, men einki skjúts. Mannaði meg upp og gekk niðan til Magn, einar trý hundrað metrar, og eydnaðist at blíva á kroppi. Men so var hin fyrsta billettin til G! Festivalin kom í hús. Tað havi eg ikki roynt áður, at fara á festival. On Crop. Í morgun spældi Petur Rouch The Louvin Brothers og teirra sjáldsamu sangir, sum eru tíðartinnur úr fimmtiárunum. Ein teirra er “Great Atomic Power”, har sagt verður “Are you ready / for the great atomic power? / Will you rise and meet your savior in the air?”. Millum amerikanskar sangir úr Korea um dómadagsangist og kommunistaræðslu í fimmtiárunum er hetta hugtakan

Klipp - Filmsfelag Norðurlandahúsins

Jóhan Mortensen, Niels Halm, Birgir Kruse og fremst fyri í stólinum sæst útvarpsteknikarin Leivur Thomsen (Mynd: Rúni Jákupsson) Nú byrjar Klipp - Filmsfelag Norðurlandahúsins aftur. Triðja hvønn mikudag klokkan 19:30 verða sýningar í Havnar Bio. Fyrsta várskeiðið er skráin henda: 23/2 Submarino (Danmark 2010), sterkur og viðkomandi filmur um at vaksa upp í einum heimi, har rúsdrekka setur dagsordanin, og einki annað. Tveir brøður, og minnið um ein triðja, royna at bróta sosiala arvin. Hetta er besti norðurlendski filmur beint nú. 16/3 Engelen (Noreg 2009) Margretha Olin leikstjórnar og Marie Bonnevie hevur leiklutin sum kvinnuligi heroinmisnýtarin. Oscartilnevndur filmur, umboðandi Noreg og hevur fingið áskoðaravirðislønir m.a. í Haugesund. 06/4 Snabba Cash (Svøríki 2010) mafia á heimavølli, sum selur heroin til betra slagið. So væl umtóktur, at tveir sequels longu er avtalaðir at gera í ár. Metsølufilmur. 27/4 Hævnen (Danmark 2010) Civilization, ella In a better world á en

Prestafelagið og miðlarnir

Limir í prestafelganum í Meinigheitshúsinum í Havn í dag. Eg sjálvur á talarastólinum, og Sakaris Stóra, sum tók upp (Myndir: Birgir Kruse og Sverri Steinhólm) Í dag skipaði Prestafelagið fyri evnisdegi i Meinigheitshúsinum í Havn. Har er góð útgerð til øll sløg av framførslum, eisini til orkestur, ið vilja larma. Niðri undir er køkur og rúmligur matsalur. Theodor Olsen, prestur í Kvívík, er formaður í Prestafelagnum. Hann bjóðaði kaffi og morgunbreyð og so byrjaði dagurin við orðum hjá Bee Gees "It's only words, but words are all I have". Orð eru einastu amboð og felags málsøki hjá journalistum, prestum og lærarum. Við hesum støði varð nomið við ástøði Marshall B. Rosenbergs um giraff- og úlvamál, og síðani bókina Interview for journalister (2004) hjá Kurt Strand, har hann nevnir tíggju orð, frá samljóði til krígsavbjóðing. Við hesum hugsaða bønarkransi sum støði, vóru gjørdar tríggjar praktiskar samrøðuroyndir, sum vit í felag ummældu eftir lokið úrslit. Við útge

Stasismettarin og Søgan hjá hinum

- Er ein nýggjur partur av 'Das Leben der Anderen' í gerð í Nólsoy? (Mynd: Birgir Kruse) Í kvøld sá eg aftur filmin um Lívið hjá hinum Das Leben der Anderen (Florian Henckel von Donnersmarck, Týskland 2006). Virðislønta týska filmsperlan varð sýnd í DR2 í kvøld og var eins hugtakandi og fyrstu ferð eg sá filmin, sum eg keypti á dvd í Miklagarði, meðan hann enn var spildurnýggjur. Soleiðis flytast føroysk Filmsmekka úr biohallum í handilsskálar. Eftir skakandi Stasisýningina lesi eg í kvøld ein heimliga hemmiligan stubba úr Nólsoy á Vágaportalinum . Her sigur ein Stasismettari frá eini hending í bygdini, har lokala loyniløgreglan, tað er veldið hjá Jógvani Thomsen, einaferð hevur verið og bandað eina samrøðu á privatum matrikkuli. Eg helt meg hava durvað eina løtu og enn vera í týska Stasifilminum, sum lýsti grannar, ið lurtaðu, hvør eftir øðrum, og smettaðu fyri yvirvøldini, ið lønti teim aftur við sigarum og summarhúsum, meðan neyðardýrini vórðu send í arbeiðslegu. Eg

Tórshavnar Marathon í altjóða bók

Craig Balfour ritstjórnar bók hjá Harper Collins um sjáldsom og avbjóðandi støð, har fólk kunnu renna marathon. Á niðaru myndini sæst eitt uppslag úr bókini (Mynd: Birgir Kruse) Á vitjan hjá forlagnum Harper Collins í Glasgow herfyri, greiddi ungi maðurin á myndini, Craig Balfour, frá, at hann arbeiddi við einum nýggjum atlassi, sum skuldi lýsa sjáldsom støð kring allan knøttin, har fólk kundu renna marathon. Eg greiddi onum frá um Tórshavnar Marathon og vísti til heimasíðu teirra. Tilvildarliga korridorprátið í opna skrivstovulandslagnum hevur nú borið ávøkst. Níggjunda Tórshavnar Marathon, sum Bragdið skipar fyri sunnudagin 4. september klokkan 13:00, verður tikið við í altjóða marathon bókina hjá Harper Collins. Í brævi í dag sigur ritstjórin, Craig Balfour, soleiðis: Thank you very much for the information on the Torshavn Marathon. I have managed to include the race in the book and the information you supplied will be of use to us. Hopefully it will help to publicize the ev

William tvær ferðir í gólvið

William við klaverið. Tórshavnar kommuna eigur Heinesenshús við Tinghúsvegin.  Í 1999 setti Leivur Hansen, sum tá var borgarstjóri, ein bólk at skriva eitt mentanarálit fyri Tórshavnar kommunu. Eg var sjálvur við og eg má siga, at eg havi neyvan sitið í virknari arbeiðsbólki. Dagin eftir flaggdagin ár 2000 varð lidna álitið við tilmælum handað borgarstjóranum á Vaglinum. Her sæst alt álitið Havnin, livandi, kveikjandi, skapandi Á blaðsíðu 62 stendur hetta uppskot: Ársins William Øll tey listafólk og mentafólk, arbeiðsbólkurin hevur tosað við, hava eitt felags ynski: At fáa arbeiðsnáðir, frið og umstøður at kunna arbeiða eitt ávíst tíðarskeið við list síni burturav. William Heinesen, sum hevur gjørt Havnina kenda um allan heim, var listamaður á fleiri ymiskum økjum og virkin í skaldskapi, myndlist, tónleiki og sjónleiki. Nú 100 ár eru liðin, síðani hann varð borin í heim, kundi býráðið hóskandi heiðrað hansara minni á ein hátt, sum ivaleyst hevði glett hann meira enn nøkur stand

Pressufrælsið hjá Ben Ali í Tunesia

Fasta plássið hjá Ben Ali var á forsíðuni. Mouldi á terrassuni í Hammamet. Vit koyra eftir Rómverska vegnum mót Djerba og so gjøgnum Chot El Jerid, Pálmaveitina. Niðast Birgir og Mouldi í Kartago (Myndir: Birgir og Unn Kruse) So fall tunesiski forsetin Ben Ali. Fyri fimm árum síðani vitjaði eg har í landinum og hefti meg við, at hóast pressufrælsi, so átti forsetin altíð fremsta pláss í fransktmæltu avísini La Presse de Tunesie . Við somu mynd varð hvønn dag fortalt, hvar forsetin var og hvat hann segði og gjørdi. Og fram við vegnum vóru stór uppsløg við forsetanum á. Hóast mest framkomna arabiska land, eisini við kunngjørdum pressufrælsi, eru ímyndir og atferð forsetans tiknar beint úr fasistiskum ríkjum, antin tey itu Sovjett ella Nazitýskland. Og tó andaði alt frið í Tunis. Men ikki longur. Myndin, sum er tikin afturvið morgundrekka í stovuni hjá beiggja Mouldi í Tunis, høvuðsstaðnum í Tunesia, varð brúkt í skúlabókini Fjølmiðlar . Uppgávan var at grunda yvir, um tað hevð

Blind Boys of Alabama í Gøtu!

The Blind Boys of Alabama á palli í The Jazz Café í Camden, London, 2006. Á næstu myndini sæst umboðsmaðurin til høgru, meðan blindu sangararnir ganga fram við døgurðaborðinum á balkongini. Discostjørnan Candi Staton, dóttir og kona afrikanska sendiharran, og niðast sæst undirritaði lesa úr Dimmu og G festivalskránni í túninum hjá Friedrich Engels, sum bláa skeltið sigur, meðan arbeiðsmenninir smíða (Myndir: Birgir og Unn Kruse) "The Blind Boys of Alabama are recognized worldwide as living legends of gospel music. Celebrated by The Grammys and The National Endowment for the Arts with Lifetime Achievement Awards, inducted into the Gospel Music Hall of Fame, and winners of five Grammy® Awards, they have attained the highest levels of achievement in a career that spans over 60 years and shows no signs of diminishing. G! Festival is proud to welcome them to this years festival edition." Leggið til merkis seinasta setningin: "G! Festival is proud to welcome them to t

Lívgandi, latínskar linjur

Bárður Jákupsson við eitt av trimum stórum verkum á framsýningini í Mest í dag (Mynd: Birgir Kruse) Í dag lat Bárður Jákupsson upp einkarframsýning í Listahøllini hjá Mest, úti á Skipasmiðjuni í Havn. Framsýningin fevnir um 66 verk, oljumálningar og vatnlitamálningar. Í trimum førum er talan um stór verk, oljumálningar, sum eru settir saman. Stuttlig uppsløg við dyrnar í listahøllini á Mest, har Bárður tekur ímóti (Myndir: Birgir Kruse) Bárður tekur brosandi ímóti við borðið, sum ikki er nakað vanligt borð, men eitt lørift úr egnum ateliéri. Stuttligt at síggja eina framsýning, har slíkir smálutir sleppa at spæla við og skapa eina ekstra dimensjón. Høllin er ljós og rúmlig, og hevur nógvar ótroyttar møguleikar í somáta. Borðið, við skrá og prentum, er eitt lørift úr verkstaðnum hjá Bárði (Mynd: Birgir Kruse) Í eina førinum eru komposisjón og litir so lívgandi sprelskir, at tú kennir teg fluttan til Latínamerika, og tær rútmur og tann larm, sum ein sólskinsdag er millum fólk og

MEST sum Bárður

Bárður við ummæli í Politikken framman fyri sær. Tríggir málningar úr framsýningini, sum letur upp sunnudagin (Myndir: Birgir Kruse og úr innbjóðingini) Sunnudagin 23. januar 2011 klokkan 15:00 letur Bárður Jákupsson upp stóra framýning í ljósu og rúmligu listahøllini á skipasmiðjuni MEST í Havn. Talan er um oljumálningar og vatnlitamálningar. Í donsku avísini Politiken 25. august í fjør hevði listaummælarin Peter Michael Hornung ummæli av framsýning hjá Bárði, sum tá var í Værløse. Yvirskriftin  Den store udfoldelse er aldrig for sen sigur nógv, kennir tú Bárð. Hann leggur nógv fyri dagin og hevur aldri spart seg. Sanni listamaðurin er altíð ávegis, altíð í gongd. Soleiðis kenni eg Bárð. Niðanfyri havi eg loyvt mær taka nøkur kut úr danska ummælinum: Hvor mærkeligt det end kan lyde om en maler, der nærmer sig pensionsalderen, så er Bárdur Jákupsson på vej. Han maler, som om det at male umiddelbart og nærmest ustandselig er noget, han først for nylig har fået mulighed for a

Fýra ár seinni...

Fýra ár eru millum myndirnar, sum báðar eru tiknar í Sticky Fingers í London (Myndir: tænari og Gundur Mortensen) Á Kensington High Street í London eru fleiri áhugaverd støð at vitja, teirra millum bilasølan Bristol Cars og matstovan Sticky Fingers hjá Bill Wyman. Matstovuna vitjaðu vit fyri fýra árum síðani og myndin, sum tá varð tikin, endaði í skúlabókini Fjølmiðlar . Í farnu viku tók starvsfelagin Gundur eina mynda av sama persóni á sama staði, mest sum í sama vinkuli. Man tað bara vera brillurnar og matseðilin hjá harra Wyman, sum eru broytt í fýra ár?