Vikuskiftispass til G! Festivalin er komið í hús. Aftanfyri síggjast fløgur við Blind Boys of Alabama (Mynd: Birgir Kruse)
Í kvøld sleit í og í góðveðrinum gekk eg mær ein túr niðan á Ringvegin at keypa atgongumerki til G! Festivalin, bara fyri at hoyra Blind Boys of Alabama. Men gakk. Komin niðan til PE brast hann á við grimdarregni og vátaslettingi. Setti upp í durinum hjá Petur Eiriki, men einki skjúts. Mannaði meg upp og gekk niðan til Magn, einar trý hundrað metrar, og eydnaðist at blíva á kroppi. Men so var hin fyrsta billettin til G! Festivalin kom í hús. Tað havi eg ikki roynt áður, at fara á festival. On Crop.
Í morgun spældi Petur Rouch The Louvin Brothers og teirra sjáldsamu sangir, sum eru tíðartinnur úr fimmtiárunum. Ein teirra er “Great Atomic Power”, har sagt verður “Are you ready / for the great atomic power? / Will you rise and meet your savior in the air?”. Millum amerikanskar sangir úr Korea um dómadagsangist og kommunistaræðslu í fimmtiárunum er hetta hugtakandi.
The Blind Boys of Alabama hava leitað fram ein annan sang úr somu tíð, har sungið verður “Everybody's worried 'bout the Atomic Bomb / but nobody's worried 'bout the day my Lord will come / when He'll hit—Great God Almighty—like an Atom Bomb / when He comes, when He comes.”
Uppaftur betri eru The Blind Boys of Alabama, tá teir syngja “Amazing Grace” við lagnum “House of the Rising Sun”, sum eisini ber til við “Tit, sum í fjøru fóru”. Og allar bestir eru teir, tá teir tulka sangin hjá Eric Clapton “Presence of the Lord”. Gleðið tykkum. Tað geri eg í hvussu er!