So fall tunesiski forsetin Ben Ali. Fyri fimm árum síðani vitjaði eg har í landinum og hefti meg við, at hóast pressufrælsi, so átti forsetin altíð fremsta pláss í fransktmæltu avísini La Presse de Tunesie. Við somu mynd varð hvønn dag fortalt, hvar forsetin var og hvat hann segði og gjørdi. Og fram við vegnum vóru stór uppsløg við forsetanum á.
Hóast mest framkomna arabiska land, eisini við kunngjørdum pressufrælsi, eru ímyndir og atferð forsetans tiknar beint úr fasistiskum ríkjum, antin tey itu Sovjett ella Nazitýskland. Og tó andaði alt frið í Tunis. Men ikki longur.
Myndin, sum er tikin afturvið morgundrekka í stovuni hjá beiggja Mouldi í Tunis, høvuðsstaðnum í Tunesia, varð brúkt í skúlabókini Fjølmiðlar. Uppgávan var at grunda yvir, um tað hevði passað okkara løgmanni eins væl, um hann var ovast á breddanum í hvørjum føroyskum blaði og fyrst í hvørjari føroyskari tíðindasending. Og síðani var turrisligi spurningurin: Brúkar løgmaður henda møguleika?
Sjálvandi brúkar løgmaður ikki hesi einvegis kunningarsnildi at sleppa til orðanna í miðlunum. Tað hendir bara í totaliterum londum. Tí kundi tað ikki annað enn ganga galið hjá Ben Ali, sum á papírinum vildi frælsi og opinleika. Pappírið er tolið, onkuntíð tolnari enn fólkið.
Eftir morgundrekka við nøtum og franskari avís, koyrdu vit eftir rómverska vegnum, Chaussee Romaine, gjøgnum saltoyðuna Chot El Jerid, sum er Pálmaveitin, ávegis til dadlubýin Tozeur. Eitt frálíkt land at ferðast i.