William við klaverið. Tórshavnar kommuna eigur Heinesenshús við Tinghúsvegin.
Í 1999 setti Leivur Hansen, sum tá var borgarstjóri, ein bólk at skriva eitt mentanarálit fyri Tórshavnar kommunu. Eg var sjálvur við og eg má siga, at eg havi neyvan sitið í virknari arbeiðsbólki. Dagin eftir flaggdagin ár 2000 varð lidna álitið við tilmælum handað borgarstjóranum á Vaglinum.
Her sæst alt álitið Havnin, livandi, kveikjandi, skapandi
Á blaðsíðu 62 stendur hetta uppskot:
Ársins William
Øll tey listafólk og mentafólk, arbeiðsbólkurin hevur tosað við, hava eitt felags ynski: At fáa arbeiðsnáðir, frið og umstøður at kunna arbeiða eitt ávíst tíðarskeið við list síni burturav. William Heinesen, sum hevur gjørt Havnina kenda um allan heim, var listamaður á fleiri ymiskum økjum og virkin í skaldskapi, myndlist, tónleiki og sjónleiki. Nú 100 ár eru liðin, síðani hann varð borin í heim, kundi býráðið hóskandi heiðrað hansara minni á ein hátt, sum ivaleyst hevði glett hann meira enn nøkur standmynd og nakað heiðursmerki.
Arbeiðsbólkurin mælir til, at Tórshavnar býráð á hvørjum árið á føðingardegi skaldsins letur ársins William Heinesenstarvsløn til eitt virkið listafólk at kunna fáa arbeiðsfrið í eitt ár, og at nevnd verður sett við listakønum fólki býráðsins vegna at tilnevna ársins listafólk.
(úr álitinum)
Ellivu ár seinni, og eftir viðgerð í mentamálanevndini, verður uppskotið lagt fram á býráðsfundi í kvøld, 27. januar 2011. Fyrsta starvslønin skal verða latin næsta ár. Reglugerðin, sum sæst í skránni fyri fyrsta býráðsfund í árinum, er henda:
Reglugerð fyri William Heinesen starvslønina
Grein 1: William Heinesen var virkin í skaldskapi, myndlist, tónleiki og sjónleiki, og við sínum listaliga virki gjørdi hann Havnina kenda um allan heim. Honum til heiðurs letur Tórshavnar býráð á hvørjum ári starvsløn, ið ber navn hansara.
Grein 2: Starvslønin, kallað “Ársins William”, verður latin listafólki, ið hevur skapað verk, sum hevur havt týdning fyri føroyska list og listaligu menningina í høvuðsstaðnum ella til listafólk, sum hava víst serstakar gávur, ið eiga at fáa góðar umstøður at mennast. Listafólkið skal hava bústað í Tórshavnar kommunu.
Grein 3: Starvslønin samsvarar við eina ársløn hjá lærara í fólkaskúlanum í 21. lønarflokki, stigi 1, umframt frítíðarískoyti. Starvslønin verður goldin listafólkinum við einum tólvtaparti hvønn mánað í eitt ár.
Grein 4: Býráðið tilnevnir nevnd við fimm limum at gera av, hvør skal fáa ársins starvsløn. Nevndin verður vald av nýggjum eftir hvørt býráðsval. Trivnaðarstjórin er fastur limur í nevndini og er formaður. Býráðið velur 2 limir, og Listafólkasamband Føroya velur tveir limir í nevndina. Mentamáladeild býráðsins letur skrivara og kallar saman til fundar í nevndini.
Grein 5: Starvslønin, sum ikki kann søkjast, verður latin á føðingardegi William Heinesens, tann 15. januar á hvørjum ári. Nevndin er tó ikki bundin at lata virðisløn á hvørjum ári. Formaðurin í mentamálanevndini handar listafólkinum ársins William saman við skjali, har tilskilað er, hvørjar grundir nevndin hevði fyri at lata honum ella henni starvslønina.
Tvífalt spell í Havn
Í Havn vóru fleiri enn eg fegin um hesa sjálvsøgdu ætlan, heiðursborgaranum og skaldinum til miklan sóma. Men ikki er býráðsfundurin meir enn lokin, so kann eg lesa á tí altíð snara Vágaportalinum, at fundarleiðslan hevur tikið málið av skránni, tí tað er ikki búgvið til viðgerð og ov lítið er kunnað um málið. Sum nevnt omanfyri stavar málið frá árinum 2000 og øll við áhuga fyri livandi mentan í býnum hava vita av tí. Stórt spell, at hetta ikki kundi ‘koyrast ígjøgnum’, sum ein býráðslimur plagdi at siga.
Tvífalt spell, tí henda ætlan er onnur hjá býráðnum, sum í navni Williams dettur á gólvið. Hin fyrra var at gera Williamshús, uppi undir Varða, til savn hjá býnum. Býráð og útlendskur grunnur vildu stuðla við risaupphædd, men ikki fekst tað í lag heldur. Spell fyri býin, spell fyri fólkið. Og aftur ein tjansur, gloppin okkum av hondum. Teir koma neyvan aftur, tílíkir tjansir.