Skip to main content

Posts

Bankatoskur í Áarstovu

Johan Mortensen er ein av stigtakarunum til matskránna á Hotel Djurhuus, tað er í Áaarstovu í Havn (Myndir: Birgir Kruse) Spaniólar, sum hava keypt fisk úr Føroyum í áratíggju, hava verið her og filmað tosk og føroyska veiðu. Sum eg skilji, er hetta orsøkin til at bankatoskur, stórur og vælsmakkandi frá Magnusi Heinason, verður borðreiddur í Áaarstovu hetta vikuskiftið. Tað er fyri Havstovuna at Magnus Heinason ger fiskiroyndir á Føroya Banka hesa ársins tíð. Johan Mortensen hevur síðani fingið tað framúr hugskot, at matstovugestir í Havn skulu fáa bankatosk úr egnum sjógvi undir góman. Fíggjarliga støðufestið byggir á privata pungin. Prísurin fyri hvønn er 475,00 kr fyri allar rættirnar og harumframt 395,00 kr fyri vínið, sum er lagað til matin. Tilsamans 870,00 kr fyri hvønn. Det koster å være kar. - Føroya Banki er eitt sera spennandi øki og hevur stóran tydning fyri okkara samleika. Á bankanum er viðagitni Føroya Banka toskurin. Hann er stórur, skjótt vaksandi, vælsmakkandi

Gekkaskipið - The Ship of Fools

Filmsplakat frá 1965 "Ship of Fools" ella á føroyskum "Gekkaskipið" Sunnudagin vísti Kringvarpið Gekkaskipið . Ikki ein nýggjur Gekkur, flotaður til várróðurin á Norðhavinum, men klassiski amerikanski filmurin hjá Stanley Kramer Ship of Fools frá 1965. Søgan um samfelagið sum eitt skip er trároynd, til dømis Slaven hjá Hans Kirk (1948), við permu hjá Svend Johansen, og allar tær hálv- og heilmytologisku søgurnar um Titanic og sálmasang har umborð. Dagin eftir Gekkaskipið og gjøgnum alla vikuna visti tíðindadeildin í sama stovni at siga frá um uppreistur og rýmdan ráðharra úr Libya og so eisini kjarnorkugeislingar í Japan. Tíðindini vóru frá Danmarks Radio, Jyllands Posten og Ritzau. Tríggjar keldur, allar danskar, sum føroyska almannavarpið í eina heila viku hevur brúkti at siga føroyingum frá um fremstu viðurskifti í Norðurafrika og Fjareysturi. Venda vit aftur til søguna um Gekkaskipið , so er hon sjáldsom við tað at hon vísir, at her er onkur í almenna

Á palli í The Grand Ole Opry

Evi Tommysdóttir Djurhuus einsamøll á palli og backstage á Grand Ole Opry saman við Jim Ed Brown (Myndir: Gudmundur Djurhuus) Evi Tommysdóttir Djurhuus skrivar fjórða og seinasta ferðabræv úr Nashville: Fríggjadagin vaknaðu okur upp til ein sera spennandi dag. Kathy hevði dagin fyri práta við Jim Ed Brown og fingið eina avtalu í lag við hann um at okur skuldu vera gestir hjá honum backstage á The Grand Ole Opry. Jim Ed Brown er ein sera kendur countrysangari og syngur fast eina ferð um mánaðin á The Grand Ole Opry. Jim Ed bleiv kendur í 50’unum saman við systrum sínum í bólkinum The Browns. Tey høvdu fleiri hitt, millum annað er ein av mínum favorittum The Three Bells . Eisini hevur hann sungið fleir duettir saman við Helen Cornelius, har tey eisini høvdu fleiri hitt. Saman við bluegrass-stjørnuni Ricky Skaggs, Connie Smith við eyðkendu kláru røddini og Josh Turner við teirri ikki minni eyðkendu djúpu røddini. Konsertin, har hann nevndi føroysku gestirnar, var eisini send su

Heilsan frá Steinprenti

Steinprent í kava Jan og Fríða í Steinprenti hava tikið myndir og skrivað bræv til limirnar í Steinbrá: Í skrivandi stund rokast Fríða við einum steini við seyðamotivum, sum eftir ætlan skal gerast eitt prent, sum tit, 118 limir í Steinbrá, fáa til gávus frá okkum. Vit eru so sera takksom fyri tykkara mentala og fíggjarliga stuðul, sum vit ikki kundu verið fyri uttan. Vit eru somuleiðis serstakliga væl nøgd fyri at vera her á Skálatrøð, miðskeiðis í Havn, her tað tykist sum alt fleiri fólk gerast varug við okkum og vitja okkara framsýningar og verkstað. Eisini praktikantar og lesandi hava fingið eyga á verkstaðið og úr øllum Føroyum hava vit havt starvsnæmingar, einir sjey í tali bert hetta skúlaárið. Verkstaðsleiðarin hevur verið í Danmark í februar og havt skeið í steinprenti fyri yrkislistafólk á Statens Værksteder for Kunst í Keypmannahavn. Ja, virksemið er nógv og áhaldandi her í Steinprenti. Hølini niðri undir eru brúkt í sambandi við bókaútgávur, konsertir og framløgur

Leygardagur í Havn

Ovast sæst leysi kletturin í Havn, á Krákusteini, sum skal styrkjast, har gulu strípurnar eru teknaðar. Síðani síggjast nøkur av smáu húsunum úti á Reyni, Regin W. Dalsgaard, sum sýnir fram í Smiðjuni í Lítluvík, ein ketta í glugganum, bókatilboð hjá Reyða Krossi undir Bakka , kokkar á Hotel Hafnia sum halda frí, hølini hjá Atlantic Petroleum og ein bátur, sum verður tikin upp (Myndir: Birgir Kruse) Sólin stavar hvøss á Havnina, nú vit fara frá vetrartíð til summartíð. Hóast sól og stilli, er kalt. Nakað av fólki sæst ganga inn og út úr handlunum, men annars er eingin úti. Havnin hevur ikki slept vetrinum, og er enn ikki klár at fagna summarinum. So langt frá. Men Regin W. Dalsgaard hevur latið dyrnar upp í fjálgu Smiðjuni í Lítluvík. Har sýnir hann fram fotomyndir, sum eru blástar upp á lørift. Undir heitinum 2 minuttir sýnir Regin 19 grindadrápsmyndir, tiknar av grindamonnum og áskoðarum. Flestu rímiligvís blóðsprænandi reyðar, men summar stiliseraðar og púra uttan blóð, o

35 ár síðani Taxi Driver

35 ár eru liðin síðani filmurin Taxi Driver varð frumsýndur. Minnist, eg sá hann í Keypmannahavn saman við øðrum føroyingum. Minnist eisini at eg koyrdi í grøna Volvo 144 bilinum hjá foreldrunum. Eftir at hava parkerað í Thorsgade koyrdi eg út fyri ein bil, sum eg ikki sá, fyrr enn ov seint var. Ongin skaði og alt spældi væl av, og púra uttan at fara í De Niro mode. Saman við E.T. er hetta yndisfilmurin. Kanska tí at báðir lata seg tulka í allar ættir, uttan at missa frásagnarligu styrkina. Tað er eyðkennið fyri eina góða søgu. Kanska er søgan um Taxi Driver eitt Vjetnameftirmæli, har gul-svarta dreparamaskinan er flotin upp úr New York kloakkunum, sum ein blóðtystur leopardur, heldur enn bilur, gøddur av politikki og miðlum, sum við Bíbilskum undirtónum vil rudda alla óhumsku, so steinur ikki er eftir á steini. Og kanska er søgan um E.T. einki annað enn ein science fiction versjón av Nýggja Testamenti og serliga jólaevangeliinum? Royn og hald tekstin saman við filminum, sti

Evi, Suzy Bogguss og Tommy Sands

Evi Tommysdóttir Djurhuus saman við Suzy Bogguss, ovast, og á niðaru myndini saman við Kathy Chiavola og Tommy Sands úr Norðurírlandi. Hann heldur fløguni hjá Evi í hondini, aftanfyri ryggin á Kathy (Myndir: Gudmundur Djurhuus) Evi Tommysdóttir Djurhuus skrivar triðja ferðabræv úr Nashville: Mikudagin var so tann síðsta venjingin hjá Kathy Chiavola og seinni um kvøldið hildu okur inn aftur á kenda bluegrass spælistaðin The Station Inn. Har sang og spældi Suzy Bogguss. Suzy er kend fyri at hava sera góðar og undirhaldandi live framførðslur. Vit heilsaðu uppá hana og fingu eina mynd saman aftan á konsertina. Hósdagin bjóðaði Kathy okkum at lurta eftir heimskenda fólkatónleikarinum úr Norðurírlandi, Tommy Sands. Og ikki kann sigast annað, enn at hetta var eitt stórt upplivilsi. Sangirnir hjá honum innihalda ofta eina søgu, har hann greinar lívið í tí deilda heimlandinum, har harskapur og hatur hava myndað gerðandisdagin. Framførðsla hansara var ein av teimum mest kenslubornu og minnin

Dovisligur sunnudagur, bjargaður av Skannaranum

Gomul útvarpslurt hjá Tema Radio í Havn (Mynd: Birgir Kruse) Aldurnar skvatla dovisliga úr tykisheimi. Tað er sunnudagur á sofuni. Kaffi og müslibreyð á borðinum, útvarp og sjónvarp á vegginum. Avatar og Shutter Island , slag í slag á Kanalpluss. Hin fyrra dugi eg enn ikki at skoða og enn minni skilja, og oftari eg síggi Shutter Island , tómari verður kinesiska eskjan hjá Scorsese. Har er einki í. Og so On Golden Pond , fittur sum altíð, men ikki aktuellur enn. Kanska seinni. Men so kemur Skannarin í Útvarpinum og avdúkar tað mest ó-liga, ið avdúkast kann í Føroyum. Kynslig misnýtsla av børnum í religiøsum, heimligum kamarskørmum. Her er frásøgukrút, so tað stendur eftir. Væl hagreitt, væl framborið. Serlig tí at sendingin og evnið ikki verður júkað upp í saman eina viku innan, so tú troyttast, heldur enn at forvitnast. Sendingin er bara har, tá hon er komin á tíð. Frálíkt. Og tá útvarpssendingin er av og indignasjónin er í topp, vísir DR2 gamla filmin In the Heat of the Night.