Filmsplakat frá 1965 "Ship of Fools" ella á føroyskum "Gekkaskipið"
Sunnudagin vísti Kringvarpið Gekkaskipið. Ikki ein nýggjur Gekkur, flotaður til várróðurin á Norðhavinum, men klassiski amerikanski filmurin hjá Stanley Kramer Ship of Fools frá 1965. Søgan um samfelagið sum eitt skip er trároynd, til dømis Slaven hjá Hans Kirk (1948), við permu hjá Svend Johansen, og allar tær hálv- og heilmytologisku søgurnar um Titanic og sálmasang har umborð.
Venda vit aftur til søguna um Gekkaskipið, so er hon sjáldsom við tað at hon vísir, at her er onkur í almenna stovninum, ið av berari forfengiligheit ikki fær seg til at seta eitt danskt heiti á skránna. Kanska bara EIN persónur.
Viðkomandi elvir til so mikið av tankavirksemi, at burturúr kemur eitt føroyskt heiti. Ellivu stavir í hesum føri. Ikki tí, allur undirtekstur er danskur eins og frámerkið í ovara vinstra horni. Men her er ein persónur, ið ikki vil liva sum ein donsk parantes. Tøkk fái hann ella hon fyri tað. Tí tá eg hoyri um støðuna uttan úr heimi og bara hoyri heimasíðuna hjá Danmarks Radio sum benchmark og evsta høvuðsstól fyri føroyskum kjaki, tá ilskist eg fyrst og undrist síðan. Undrist sáran.
- Hvør er heimsmyndin hjá hesum journalisti og hvørjum sýni vil hann ella hon lata upp fyri, okkara vegna í almannaveldi varpsins? Í dagliga tíðindafloyminum er tað ikki líka mikið, hvat journalistiska ýtið er. Guð, er tað ei!
Minnist aftur á dagarnar í Filmsfelagnum, tá vit settu føroysk heiti á allar filmar, vit vístu. Óansæð um teir vóru amerikanskir, franskir, týskir, danskir, italskir, russiskir, svenskir, norskir, finskir, íslendskir, indiskir, japanskir, kekkiskir, ungarskir, argentinskir ella kubanskir.
Leiti eg á Google eftir orðinum Gekkaskipið finni eg bara tilvísing til Kringvarpsskránna, sum henda sunnudag setti Ship of Fools á skránna. So lítið skal til at gera hol í sjógv. Og vit eru færri enn 50.000, ið umsita hetta sjáldsama mál og kunnu skapa og laga tí hevd og karmar, sum hoyrir einum sjálvstøðugum máli til. Eingin annar ger tað.
Í almenna rúminum liggur tyngsta málsliga ábyrgdin á antennunum hjá Kringvarpinum.
Einoygt, at finna keldur til heimsins hendingar í einum landi, gevur onga meining, er ikki í tráð við góðan journalistikk og enn minni við public service sáttmála og lóggávu um føroyskt kringvarp. Soleiðis er tað.
Sigl oyggj fram úr mjørka, nú ert tú eitt gekkaskip.
Hieronymus Bosch málaðið Gekkaskipið 1490-1500 |