Steinprent í kava
Jan og Fríða í Steinprenti hava tikið myndir og skrivað bræv til limirnar í Steinbrá:
Í skrivandi stund rokast Fríða við einum steini við seyðamotivum, sum eftir ætlan skal gerast eitt prent, sum tit, 118 limir í Steinbrá, fáa til gávus frá okkum. Vit eru so sera takksom fyri tykkara mentala og fíggjarliga stuðul, sum vit ikki kundu verið fyri uttan. Vit eru somuleiðis serstakliga væl nøgd fyri at vera her á Skálatrøð, miðskeiðis í Havn, her tað tykist sum alt fleiri fólk gerast varug við okkum og vitja okkara framsýningar og verkstað. Eisini praktikantar og lesandi hava fingið eyga á verkstaðið og úr øllum Føroyum hava vit havt starvsnæmingar, einir sjey í tali bert hetta skúlaárið. Verkstaðsleiðarin hevur verið í Danmark í februar og havt skeið í steinprenti fyri yrkislistafólk á Statens Værksteder for Kunst í Keypmannahavn.
Ja, virksemið er nógv og áhaldandi her í Steinprenti. Hølini niðri undir eru brúkt í sambandi við bókaútgávur, konsertir og framløgur og hava tiltøkini sum heild verið væl eydnað og væl vitjað. Pernille Kløvedal Helweg bleiv liðug við stóru verkætlan sína, har eitt avtrykk av einum grindahvali varð etjað í kopar. Dugnaligi koparprentarin Mette Marrott luttók í hesi verkætlan, sum lærdi okkum nógv um koparprent og hava vit avtalað við hana, at hon vitjar aftur. Framsýningin niðri undir við objektum úr træi og kollasjum hjá Hanna Bjartalíð hevur verið sera væl vitjað. Við stuðli frá Norðurlandahúsinum kom Hanni higar og arbeiddi á verkstaðnum við permuni til jubileumsútgávuna av tíðarritinum Vencil, sum kemur á enskum. Framsýningin hjá Hanna verður hangandi til og við 26. mars og næsta framsýning verður við linoleumsskurðum hjá danska, grafiska úrmælinginum Palle Nielsen (1920-2000).
Zacharias Heinesen hevur arbeitt við nøkrum prentum til Glostrup Kunstforening og tað hevur harumframt eydnast honum at gera eitt stórt steinprent (62 x 85 cm) í trimum avbrigdum har hann kombinerar tað kenda, siðbundna fjall- og havmyndevnið við ein fasettkendari flatu við abstraktum bygnaði av violettum ljósi og dansandi gulum prikkum.
Stjórin í Kunstmuseum Sønderjylland, Ove Mogensen hevði hóskvøldið 17. mars fyrilestur í Steinprenti undir heitinum “Den nordiske billedkunst og hvorfor nordboerne er så mærkelige”. Ove Mogensen hevur stóran áhuga fyri føroyskari list og hevur skipað fyri framsýningum sum Atlantisk Rapsodi og Stensætninger við verkum eftir Tórodd Poulsen. Tóroddur Poulsen er eisini á verkstaðin og fyrireikar eitt nýtt upprunagrafiskt yrkingarsavn. Somuleiðis kemur Claus Carstensen at gera eitt veldugt prent liðugt (140 x 100 cm), sum hann hevur arbeitt við áður. Samstarvið við Claus Carstensen úrslitar í eini stórari serframsýning í Norðurlandahúsinum og Steinprenti í september í ár við heitinum “Klaksvik-affærer”.
Limirnir í Steinbrá eru altíð vælkomnir inn á gólvið á verkstaðnum at hyggja hvat her gongur fyri seg. Eisini eru tit vælkomin at koma eftir steinprentinum og liggur tað ikki fyri, so sigið okkum frá.
Blíðar heilsanir Jan og Fríða