Skip to main content

Bankatoskur í Áarstovu


Johan Mortensen er ein av stigtakarunum til matskránna á Hotel Djurhuus, tað er í Áaarstovu í Havn (Myndir: Birgir Kruse)

Spaniólar, sum hava keypt fisk úr Føroyum í áratíggju, hava verið her og filmað tosk og føroyska veiðu. Sum eg skilji, er hetta orsøkin til at bankatoskur, stórur og vælsmakkandi frá Magnusi Heinason, verður borðreiddur í Áaarstovu hetta vikuskiftið.

Tað er fyri Havstovuna at Magnus Heinason ger fiskiroyndir á Føroya Banka hesa ársins tíð.

Johan Mortensen hevur síðani fingið tað framúr hugskot, at matstovugestir í Havn skulu fáa bankatosk úr egnum sjógvi undir góman. Fíggjarliga støðufestið byggir á privata pungin. Prísurin fyri hvønn er 475,00 kr fyri allar rættirnar og harumframt 395,00 kr fyri vínið, sum er lagað til matin. Tilsamans 870,00 kr fyri hvønn. Det koster å være kar.

- Føroya Banki er eitt sera spennandi øki og hevur stóran tydning fyri okkara samleika. Á bankanum er viðagitni Føroya Banka toskurin. Hann er stórur, skjótt vaksandi, vælsmakkandi, fullur av proteinum og gýtur fyrst í April. Toskurin var høgt í metum, m.a. í Bretlandi, og tað var eisini á Bankanum undir fyrra veraldarbardaga, at nogvar av okkara sluppum vóru søktar av týskinum. Áður vóru 5000 tons veidd av bankatoskinum, men hetta minkaði skjótt av ovurveiðu og bankin hevur verið friðaður í nøkur ár, sigur Johan Mortensen.

Áarstova hevur keypt nakrar av stóru bankatoskunum, à 8 til 10 kilo. Úr hesi rávøru er sett saman ein matskrá, har toskur er høvuðsinnihaldið.

Fyrst fáa vit tveir brellbitar. Hin fyrri er brosykin skræða, sum var tað kips, og síðani musseraður toskur á ristari breyðflís. Serliga góður er angin, tá tú brýtur broysknu skræðuna. Afturvið fáa vit Riesling hvitvín frá Trimbach í Alsace í Fraklandi. Perfekt byrjan til eina góða máltíð í eins perfektum hølum, heima í Havn og dygst við sjóvarmálan.


Tveir leskiligir brellbitar komu fyrst inn á borðið (Myndir: Birgir Kruse)

Eftir brellbitarnar borðreiddi Súsanna við lætt rimmaðum toski við urtasalati. Rimmaður merkir at toskurin er lætt saltaður og minnir um carpaccio. Eftir henda markanta og vælsmakkandi forrætt kom ein borðiskur við bankasúpan. Tað er klár fiskasúpan við avmáldari fyllu. Afturvið varð skonkt eitt glas av Pinot Gris hvítvíni frá Wolf í Pfalz í Týsklandi. Samansetingin millum mat og vín var enn betri enn hin fyrra, sum eisini var framúr.



Matskráin er á netinum á tíðindatænastuni Grams. Lætt rimmaður toskur og bankasúpan (Myndir: Birgir Kruse)

Triðji rættur var sjáldsamur. Eftir uppskrift hjá langommuni frá 1920 hevði kokkurin, Johan, gjørt rogna- og livradeiggj, sum vit fingu afturvið grovum breyði og einum glasi av Gewurztraminer, aftur frá Trimbach. Parlagið millum mat og vín var framúr væleydnað. Her hava kræsnir gómar verið við, tað er vist.

Rogna- og livradeiggj, eftir uppskrift frá 1920 hjá langommu kokkin, Johan, sum er avmyndaður í køkinum í Áaarstovu, har hann ger bankasúpanina klára (Myndir: Birgir Kruse)

Høvuðsrætturin var dampaður toskur við rótfruktum. Einfaldur rættur við reinum smakki, har bankatoskurin er í hásæti, sum sagt verður í skránni. Jomfrúhummari, sum eisini stóð í skránni, var ikki við. Matskráin broytist og lagar seg til ymsu viðurskiftini. Hetta kenst ikki neiligt, men heldur ektað og staðbundið. Afturvið skonkti Súsanna kalt reyðvín, Mommesin Beaujolais Village. Lætta franska reyðvínið hóskaði væl til matin, so leingi tað var kalt, heilt kalt.


Høvuðsrætturin er dampaður toskur við køldum reyðvíni afturvið. Súsanna borðreiðir (Myndir: Birgir Kruse)

Omaná fingu vit trý sløg av loyniligum ísi, har vit kundu gita, hvat var í. Afturvið varð skonkt ungarskt dessertvín, Tokaji Aszú. Stuttligt.

Ein frálík máltíð, sum eisini er ein frálík uppliving. Áarstova, fryntligu starvsfólkini og staðsetingin, Heima í Havn, sum tey siga á hesum leiðum, eru, fyri at brúka eitt bankaheiti, sterk aktiv hjá hesum staðið.

Manga takk!


Omaná fingu vit trý sløg av ísi. Hanus í durinum í Áarstovu, haðani útsýnið er beint á Tinganes. Men grótmøblarnir í túninum eru hvørki vakrir ella funksjonellir, alraminst í regni (Myndir: Birgir Kruse)