Skip to main content

Á palli í The Grand Ole Opry


Evi Tommysdóttir Djurhuus einsamøll á palli og backstage á Grand Ole Opry saman við Jim Ed Brown (Myndir: Gudmundur Djurhuus)

Evi Tommysdóttir Djurhuus skrivar fjórða og seinasta ferðabræv úr Nashville:

Fríggjadagin vaknaðu okur upp til ein sera spennandi dag. Kathy hevði dagin fyri práta við Jim Ed Brown og fingið eina avtalu í lag við hann um at okur skuldu vera gestir hjá honum backstage á The Grand Ole Opry.

Jim Ed Brown er ein sera kendur countrysangari og syngur fast eina ferð um mánaðin á The Grand Ole Opry. Jim Ed bleiv kendur í 50’unum saman við systrum sínum í bólkinum The Browns. Tey høvdu fleiri hitt, millum annað er ein av mínum favorittum The Three Bells. Eisini hevur hann sungið fleir duettir saman við Helen Cornelius, har tey eisini høvdu fleiri hitt.



Saman við bluegrass-stjørnuni Ricky Skaggs, Connie Smith við eyðkendu kláru røddini og Josh Turner við teirri ikki minni eyðkendu djúpu røddini. Konsertin, har hann nevndi føroysku gestirnar, var eisini send sum útvarpssending  (Myndir: Gudmundur Djurhuus)
 
Hetta sama kvøldið skuldu fleiri aðrar sera kendar countrystjørnur framføra á Grand Ole Opry, millum aðrar Ricky Skaggs, Connie Smith, Josh Turner og Kenny Rogers, og sigast má at hetta var ein av størstu upplivingum í mínum lívi, at ganga har backstage, millum allar hesar stóru stjørnur, sum allar vóru sera menniskjansligar og down to earth. Tað var ongin, sum helt seg vera størri enn nakar annar, og tey prátaðu við okkum og spurdur um mangt og hvat víðvíkandi Føroyum og meg sjálvari.

Nevnast kann at Josh Turner nevndi okkum og Føroyar á pallinum, hann helt tað vera sera áhugavert at møta fólkum sum vóru komin so langan veg.

Í backstage klivanum hjá Kenny Rogers. Hann visti alt um Føroyar. (Mynd: Gudmundur Djurhuus)

Eg gav Kenny Rogers mína fløgu og hann var sera ovfarin um, at eg sang tveir Jim Reeves sangir, og gleddi seg til at sleppa heim at hoyra teir. Jim Ed Brown fekk eisini eina fløgu frá mær, hann fortaldi at hann og Jim Reeves vóru sera góðir vinir. So tók hann guitarin framm og sang kenda sangin hjá Jim Reeves, Blue Side of Lonesome. Ein ógloymandi løta í mínum lívið.

Leygardagurin var síðsti dagur hjá okkum í Nashville. Hendan dagin nýttu okur til at shoppa í og taka nakrar myndir.

Evi