Skip to main content

Posts

Caravaggio í Miðlon

So eru atgongumerkini til CARAVAGGIO klár at heinta í Steinprenti á Skálatrøð. Trýogfjøruti sessir eru í intimbiografinum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon, har filmurin verður vístur limum í Steinbrá. Fríða Matras Brekku gjørdi atgongumerkini, sum eru prentaði á fráklipp hjá Anne-Birthe Hove úr Grønlandi. Vit røkka víða. Úr Grønlandi t il Havnar og Italia við Derek Jarman sum filmiskum ferðaleiðara. Hósdagin 28. apríl 2011 kl 17:00 verður filmurin CARAVAGGIO sýndur í biohøllini hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon. Hetta er listafólkafilmur, sum Derek Jarman (1942-94) gjørdi í 1986 og hann varir hálvan annan tíma. Limir í Steinbrá fáa ókeypis atgongumerki í Steinprenti á Skálatrøð.  Hetta er Derek Jarman (1942-1994). Helst er tað fyrsta ferðin at ein av hansara filmum verður sýndur í Føroyum. Væl møtt tit hepnu trýogfjøruti!

Mýs og Rottur í luftini

Eyðun Muller Thomsen og Vanja Vukotich eru vertir í komandi seks Mús-sendingunum, sum verða sendar mikukvøld í Kringvarpinum (Myndir: Birgir Kruse) Komandi seks mikudagarnar fer Kringvarpið aftur at senda ungdómssendingina MÚS, sum Bárður Eklund skipar fyri. MÚS er ein tónleikasending, har ung vísa nýggjastu videoløgini úr útheiminum, men eisini úr Føroyum. Umframt samrøður við føroyskar tónleikarar, eru nasadjørv innsløg við orðalagi, sum bara ungdómurin brúkar og skilir. Sum ellismerktur útvarpsmaður kann eg ikki annað enn siga, at soleiðis eigur helst at vera. Nú MÚS fer í luftina í nýggjum hami, bjóðaði Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í mentamálum, vælkomin í Norðurlandahúsinum, har ungu fólkini aftan fyri sendingina høvdu riggað til, so vit kundu fáa ein brellbita og skifta orð við tey. Kringvarpsstjórin Annika Mittún Jacobsen greiddi eisini frá um ungdóm sum krevjandi og kræsnan málbólk og bjóðaði teimum vælkomin í Kringvarpið, sum ikki hevur havt so nogv til teirr

OECD um seinasta skansan í Norðuratlantshavi

OECD nevndin setir seg við pallborðið í Basalt rúminum á Bryggjuni í Keypmannahavn. Á vegginum sæst búmerkið fyri ráðstevnuna, har frágreiðingin  OECD Territorial Review of the NORA Region: Faroe Islands, Greenland, Iceland and coastal Norway  varð løgd fram. Frágreiðing, sum er á enskum, telur 264 blaðsíður og er fyrsta skjal av hesum slag, har NORA økið verður sett saman og definerað. Kanska seinasti skansin,  The Final Frontier , sum sagt verður einastaðni í frágreiðingini. Til vinstru stendur leiðarin í OECD nevndini, William Thompson. Síðani síggjast Gerard Bonnis, Carl Christian Schmidt og Carlos Icaza Lara. Longst til høgru eru Keith Storey og David Collins úr Nýfunnlandi og Labrador. Orðstýrari var danski journalisturin Martin Breum, sum hevur búð í Grønlandi og júst hevur givið út bókina Når isen forsvinder á forlagnum Gyldendal. Í steðginum sigur hann, at evnið er so viðkomandi á okkara leiðum, at hann vónar at sleppa at geva bókina út á føroyskum eisini. Fyriskipar

Norðuratlantshav sett á kortið

Lars Thostrup, stjóri í NORA, við bókin, sum verður løgd fram á ráðstevnu í dag. Ráðstevnan er á Norðuratlantisku Bryggjuni í Keypmannahavn. (Myndir: Birgir Kruse) Í dag verður OECD frágreiðingin um Norðuratlantshav løgd fram á Bryggjuni í Keypmannahavn. Samstarvið millum OECD og NORA byrjaði í 2009 og hetta er fyrsta bók, sum lýsir Norðuratlantshav á henda hátt. Áhugavert er at lesa um veðurlagsbroytingar, sum elva til nýggjar siglingarleiðir í eystur og vestur millum Norðuratlantshav og Kyrrahav, um skúla- og útbúgvingarvirksemi í økinum og um brain drain , sum raka Føroyar og Grønland meint. At enda verður skotið upp, hvussu NORA-økið kann skipa seg við fyrimynd úr ES-økinum kring Eystarasalt. Ráðstevnan, sum tekur støði í bókini, verður send í beinleiðis sjónvarpi . Bókin, sum er á enskum og hevur heitið OECD Territorial Review of the NORA Region: Faroe Islands, Greenland, Iceland and coastal Norway , kann eisini lesast sum e-bók . NORA er ein stovnur í Norðuratlantshavi

Bankatoskur í Áarstovu

Johan Mortensen er ein av stigtakarunum til matskránna á Hotel Djurhuus, tað er í Áaarstovu í Havn (Myndir: Birgir Kruse) Spaniólar, sum hava keypt fisk úr Føroyum í áratíggju, hava verið her og filmað tosk og føroyska veiðu. Sum eg skilji, er hetta orsøkin til at bankatoskur, stórur og vælsmakkandi frá Magnusi Heinason, verður borðreiddur í Áaarstovu hetta vikuskiftið. Tað er fyri Havstovuna at Magnus Heinason ger fiskiroyndir á Føroya Banka hesa ársins tíð. Johan Mortensen hevur síðani fingið tað framúr hugskot, at matstovugestir í Havn skulu fáa bankatosk úr egnum sjógvi undir góman. Fíggjarliga støðufestið byggir á privata pungin. Prísurin fyri hvønn er 475,00 kr fyri allar rættirnar og harumframt 395,00 kr fyri vínið, sum er lagað til matin. Tilsamans 870,00 kr fyri hvønn. Det koster å være kar. - Føroya Banki er eitt sera spennandi øki og hevur stóran tydning fyri okkara samleika. Á bankanum er viðagitni Føroya Banka toskurin. Hann er stórur, skjótt vaksandi, vælsmakkandi

Gekkaskipið - The Ship of Fools

Filmsplakat frá 1965 "Ship of Fools" ella á føroyskum "Gekkaskipið" Sunnudagin vísti Kringvarpið Gekkaskipið . Ikki ein nýggjur Gekkur, flotaður til várróðurin á Norðhavinum, men klassiski amerikanski filmurin hjá Stanley Kramer Ship of Fools frá 1965. Søgan um samfelagið sum eitt skip er trároynd, til dømis Slaven hjá Hans Kirk (1948), við permu hjá Svend Johansen, og allar tær hálv- og heilmytologisku søgurnar um Titanic og sálmasang har umborð. Dagin eftir Gekkaskipið og gjøgnum alla vikuna visti tíðindadeildin í sama stovni at siga frá um uppreistur og rýmdan ráðharra úr Libya og so eisini kjarnorkugeislingar í Japan. Tíðindini vóru frá Danmarks Radio, Jyllands Posten og Ritzau. Tríggjar keldur, allar danskar, sum føroyska almannavarpið í eina heila viku hevur brúkti at siga føroyingum frá um fremstu viðurskifti í Norðurafrika og Fjareysturi. Venda vit aftur til søguna um Gekkaskipið , so er hon sjáldsom við tað at hon vísir, at her er onkur í almenna

Á palli í The Grand Ole Opry

Evi Tommysdóttir Djurhuus einsamøll á palli og backstage á Grand Ole Opry saman við Jim Ed Brown (Myndir: Gudmundur Djurhuus) Evi Tommysdóttir Djurhuus skrivar fjórða og seinasta ferðabræv úr Nashville: Fríggjadagin vaknaðu okur upp til ein sera spennandi dag. Kathy hevði dagin fyri práta við Jim Ed Brown og fingið eina avtalu í lag við hann um at okur skuldu vera gestir hjá honum backstage á The Grand Ole Opry. Jim Ed Brown er ein sera kendur countrysangari og syngur fast eina ferð um mánaðin á The Grand Ole Opry. Jim Ed bleiv kendur í 50’unum saman við systrum sínum í bólkinum The Browns. Tey høvdu fleiri hitt, millum annað er ein av mínum favorittum The Three Bells . Eisini hevur hann sungið fleir duettir saman við Helen Cornelius, har tey eisini høvdu fleiri hitt. Saman við bluegrass-stjørnuni Ricky Skaggs, Connie Smith við eyðkendu kláru røddini og Josh Turner við teirri ikki minni eyðkendu djúpu røddini. Konsertin, har hann nevndi føroysku gestirnar, var eisini send su

Heilsan frá Steinprenti

Steinprent í kava Jan og Fríða í Steinprenti hava tikið myndir og skrivað bræv til limirnar í Steinbrá: Í skrivandi stund rokast Fríða við einum steini við seyðamotivum, sum eftir ætlan skal gerast eitt prent, sum tit, 118 limir í Steinbrá, fáa til gávus frá okkum. Vit eru so sera takksom fyri tykkara mentala og fíggjarliga stuðul, sum vit ikki kundu verið fyri uttan. Vit eru somuleiðis serstakliga væl nøgd fyri at vera her á Skálatrøð, miðskeiðis í Havn, her tað tykist sum alt fleiri fólk gerast varug við okkum og vitja okkara framsýningar og verkstað. Eisini praktikantar og lesandi hava fingið eyga á verkstaðið og úr øllum Føroyum hava vit havt starvsnæmingar, einir sjey í tali bert hetta skúlaárið. Verkstaðsleiðarin hevur verið í Danmark í februar og havt skeið í steinprenti fyri yrkislistafólk á Statens Værksteder for Kunst í Keypmannahavn. Ja, virksemið er nógv og áhaldandi her í Steinprenti. Hølini niðri undir eru brúkt í sambandi við bókaútgávur, konsertir og framløgur

Leygardagur í Havn

Ovast sæst leysi kletturin í Havn, á Krákusteini, sum skal styrkjast, har gulu strípurnar eru teknaðar. Síðani síggjast nøkur av smáu húsunum úti á Reyni, Regin W. Dalsgaard, sum sýnir fram í Smiðjuni í Lítluvík, ein ketta í glugganum, bókatilboð hjá Reyða Krossi undir Bakka , kokkar á Hotel Hafnia sum halda frí, hølini hjá Atlantic Petroleum og ein bátur, sum verður tikin upp (Myndir: Birgir Kruse) Sólin stavar hvøss á Havnina, nú vit fara frá vetrartíð til summartíð. Hóast sól og stilli, er kalt. Nakað av fólki sæst ganga inn og út úr handlunum, men annars er eingin úti. Havnin hevur ikki slept vetrinum, og er enn ikki klár at fagna summarinum. So langt frá. Men Regin W. Dalsgaard hevur latið dyrnar upp í fjálgu Smiðjuni í Lítluvík. Har sýnir hann fram fotomyndir, sum eru blástar upp á lørift. Undir heitinum 2 minuttir sýnir Regin 19 grindadrápsmyndir, tiknar av grindamonnum og áskoðarum. Flestu rímiligvís blóðsprænandi reyðar, men summar stiliseraðar og púra uttan blóð, o