Skip to main content

Posts

Vit lata regnið syngja

Fran Healey, ovast, er yrkjarin og forsangarin í Travis Hvat er ein góður poppsangur? Ilt er at siga, men Fran Healey hevur nógv góð boð. Vit kunnu fara aftur til fyrndina, tá fonografurin hjá Edison var nýggjur, og grammofonplátan sum frá leið bleiv til og defineraði ein poppsang sum eina døgnflugu, ið varir tríggjar minuttir. Men so komu Jimmie Rodgers, Hank Williams og øll rullan, fram til Bob Dylan, Paul Simon og Bruce Springsteen og okkara egnu Ulf Lundell, Bubbi Morthens og kári p, sum skilmarkaðu eina nýggja listagrein - poppsangin. Hann melur enn og savnir hvørki dust ella mosa. Tað syrgja fólk sum Fran Healey fyri. Við honum fara vit at lata regnið, innara og ytra, syngja yvir okkum á Gøtusandi, eins og tá Love Shop heita á himinin um at bresta og koma yvir okkum. Enjoy!

Føroysk listasøvn á Faroe Islands Art Net

Heimasíðan hjá Gitte Louise Olsen, ið skal kunna útlendingar um føroysk listasøvn. Niðri undir ein av mongu fotomyndum hennara úr heimsins stórbýum (Mynd: Gitte Louise Olsen) Gitte Louise Olsen, sum býr í Bruxelles, er farin undir at skráseta føroysk støð, sum sýna fram list. Gitte er ætta úr Havn, men hevur búð og arbeitt í Bruxelles síðani 1998, og síðani 2000 fyri Evropa Kommisjónina. Ætlanin um at gera eina heimasíðu, ið sigur frá um føroysk myndlistasøvn er tó hennara egna og púra uttan handilsligan áhuga. Øll kunnu vera við. Í brævi í dag sigur Gitte soleiðis: Við gleði verður hervið boðað frá, at nýggj heimasíða er gjørd,  www.faroeislandsart.net  ið hevur sum endamál at betra um upplýsing um- og atkomuleika til føroysk gallaríir, -list og -listafólk. Henda heimasíða er ætlað sum eitt yvirlit har til ber at finna øll gallaríir í Føroyum umframt øll føroysk listafólk. Ein miðsavnan av tílíkari kunning er sera virðismikil, tí hon vil betra munandi um møguleikarnar fyri a

Hálvthundrað bilar á kampingplássinum

Kampingplássið yvir við Strond er tættpakkað í kvøld (Myndir: Birgir Kruse) Ikki færri enn hálvthundrað bilar og nakrar motorsúklur kundi eg telja á kampingplássinum í kvøld. Teir allarflestu húsvognar, men onkrir persónbilar við telti. So tættpakkað havi eg aldri sæð kampingplássið. Og tað plagar at merkja at nú er summarið komið. Í hvussu er í nakrar dagar. Tí mikudagin plaga allir húsvognarnir at vera burtur. Ár eftir ár eru teir farnir víðari fyrsta túr til Íslands við Norrønu. Tað merkir at steðgurin í Føroyum er ikki frívilligur, men tvungin transit. Kanska heldur onkur kontinentalur evropeari at hetta parkeringspláss við brúsu og vaskimaskinu er eksotiskt. Og ikki minst at sova við karga havið, uttan trø og plantur, ella nakað slag av tænastu og hugna, sum vit knýta til kampingpláss í øðrum londum. Sjálvur haldi eg tað vera eina skomm at bjóða ferðafólki hetta karga parkeringspláss í nakrar dagar.

Was a sunny day

Berfóttur á terrassuni við Paul Simon og nýsælendskum hvítvíni (Myndir: Birgir Kruse) Not a cloud was in the sky , syngur Paul Simon. Og eg fór at leita eftir plátuni. Ja, vinyl plátuni. Og fann hana í stovuni. Fór at fundera yvir, hvat er ein góð pláta. Henda er frá 1973 og sær enn út sum fyrsta dagin, hóast nógvar nálir hava grivið í henni. Fór at lesa í The Rolling Stone Record Guide (1979) og jú, tey eru samd. Hetta er ein klassikari við fullum stigatali. Umframt sólsangin í yvirskriftini, so er sálmurin yvir øllum, American Tune , eisini her. Hann syngja vit á páskum hjá Jón, tá vit hava gingið túr. Hann prikar hol á okkurt, hasin poppsálmurin American Tune . Ikki meir um tað á hesum sinni. Tá mann fer at leita í sínum egna plátusavni, kann ein fara at ivast í, hvat tónleikur er fyri nakað. Er tónleikur ikki bara tann resonansur, ið kemur burturúr, tá tú hoyrir okkurt, skipað ella óskipað, ein ávísan dag? Eru vit, tá saman um kemur, bara skrokkar, ið lofta tí resonansi, t

Ein bók og nógv fólk

Manskórið hjá Bjarna Restorff kastar langar skuggar á løriftið við tigandi høvuðsgestinum á fjølmenta framløgufundinum í Norðurlandahúsinum í dag, tá Føroysk bókmentasøga 1 varð løgd fram fyri 300 gestum. Eftir at Malan Marnersdóttir hevði greitt frá um tilgongdina í arbeiðinum við bókmentasøguni og samstarvinum við Nám, sum gevur bókina út, varð greitt frá, hvussu bókin er skipað. “Bókmentirnar eru okkara bjargalína í lívsins bjargalendi, tær eru okkum ein lykil, ein reyður tráður at lesa okkum eftir millum fortíð og framtíð og eitt ávegis heimsatlas til tær endaleysu víddirnar í   mannasálini, vegvísari til tað ókenda,” segði Turið Sigurðardóttir. Tina Jakobsen, lesandi á Føroyamálsdeildini, las fýra ørindi eftir prestakonuni Elsubet í Todnesi, sum yrkti um sína longu sjúkralegu. Yrkingin er prentað í Færøsk Kirketidende í 1896. Dorit Hansen, sum er ritstjóri, lurtar í gongini. Jógvan í Lon Jacobsen hevur eisini skrivað partar í bókini, sum Helena Dam á Neystabø, landstýr

Frágreiðing um útgávuna av bókini Sekel eftir Mikael Wivel

Martin Næs, formaður í stýrinum fyri Listasvan Føroya greiðir her frá um útgávuna av bókini Sekel eftir Mikael Wivel: Bókina Sekel hevur rithøvundurin og listfrøðingurin, dr. phil, Mikael Wivel, skrivað. Eg taki tað fram her, tí eg haldi, at tað hevur týdning fyri innihaldið í ’Opna brævinum’. Stýrið fyri Listasavnið heldur, at tað hevur týdning fyri føroyska list, at ein væl útbúgvin og royndur listfrøðingur hevur áhuga fyri teirri list, sum savnið skal miðla. Tað er eisini av týdningi at stuðla slíkum tiltaki. Tað hevði ikki verið hugsingur um og ei heldur komið upp á tal, frammanundan, at sagt, hvørjar áskoðanir skulu koma fram í verki sum hesum, og hvørki savnið ella rithøvundurin kunnu ella eiga at arbeiða á tann hátt. Tað, sum ein høvundur hevur lagt navn til, stendur fyri hansara egnu rokning. Lat meg siga beinanvegin, at eg sum formaður í stýrinum fyri Listasavnið harmist um hasar seks reglurnar á síðu 326, og ein so trongskygd lýsing er eftir mínum tykki jánkas

Góður fundur í Listasavninum

Martin Næs, formaður í stýrinum fyri Listasavn Føroya lesur svarið frá stýrinum til tey 35, sum í opnum brævi mótmæla bókini 'Sekel' og hvussu hon hevur verið ritstjórnað (Mynd: Birgir Kruse) Í dag vóru øll tey 35, sum hava mótmælt pørtum av innihaldinum og redaksjonella arbeiðnum í sambandi við stóru bókaútgávuna Sekel hjá Mikael Wivel boðin til fundar á Listasavni Føroya. Martin Næs, formaður í stýrinum fyri savnið, beyð vælkomin, bjóðaði kaffi og læs svarið frá einum samdum stýri. Úr stýrinum møttu umframt Martin, eisini Árni Winther og Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen. Stýrið harmast tær orðingar, sum brúktar eru í bókini Sekel í sambandi við Jan Andersson, leiðara á Grafiska Verkstaði Føroya, Steinprenti, sum fyri tveimum árum síðani flutti úr Listaskálanum og oman á Skálatrøð, har verkstaðurin nú heldur til í søguligum hølum hjá Østrøm. Upplýst varð at undanfarni savnsstjóri er ritstjóri og at støða er ikki tikin til, hvørt bókin skal týðast og gevast út á føroyskum. Ef

Javel, harri blaðstjóri!

Tríggir, ið standa saman: Humphrey, Hacker og Bernard Úr sjónvarpinum kenna vit bretsku skemtirøðina Yes Minister , sum BBC gjørdi í 1980 og fýra ár fram. Ikki er tað sørt at henda røð kemur mær til hugs, nú eg lesi oddagreinina í heimsins elsta føroyska miðili, Dimmalætting. Hvønn av teim trimum høvuðsleiklutunum Dimma púra frívilliga og uttan at blúgvast klæðir seg í, kann lesarin sjálvur gera av. Men greitt er at Dimma, við fótbóltshøvdinum undir arminum, klæðir seg í ein teirra. Spurningurin er bara, hvørt tað er Bernard, Humphrey ella Hacker sjálvur. Ella ein fleirmedialur mutantur av øllum. Í ókritisku oddagreinin verður ætlanin um at brúka minst 60 milliónir, har bróðurparturin er skattakrónur úr høvuðsstaðarkommununi, bara fyri at lyfta stadionøkið í Gundadali upp á evropeiskt støði, tí ein slíkur dystur, við ljósum, skal vera har á staðnum fyrsta dagin, lýst við vinnuframa orðum sum masterplan og megastór . Og meðan føroyskir arkitektar vinna virðislønir í øðrum londu

Dansken på Færøerne

At spæla sær við samleika hoyrir til uppvøksturin hjá okkum øllum. Hjá teim tilkomnu er eisini loyvt at spæla sær við ymsar samleikar, eitt nú hin tjóðskaparliga. Á Gomlurætt hava fólk spælt sær við einum donskum samleika, sum er málaður omanyvir hin føroyska, sum var har frammanundan. Stuttligt at onkur tímir tílíkt, sum í fyrsta lagi fær okkum at ógvast og síðan at flenna. Hinvegin er tað eitt álvarsmál og als ikki stuttligt, tá órættaðir tilflytarar siga, at teir ikki hava eina fólkaræðisiliga umboðan í landinum, tey hava valt at liva í. Vit kunnu yppa øksl og siga at tað stendur øllum frítt, sum lúka treytirnar, at stilla upp til kommunu og løgtingsval. Men nú vit hava Dannebrog fyri okkum í svinginum á Gomlurætt, millum Kirkjubø og Velbastað, havi eg hug at steðga á við dansk-føroyska tolsemið eina løtu. Sjálvur kann eg ikki fara í biograf, uttan at lesa danskan undirtekst, og eg kann ikki síggja film í Føroyum, sum ikki er settur á skrá í Danmark frammanundan, og eg kann i

Bláa bók

Nú standa 8110 fólk í Den Blå Bog , sum í 102 ár hevur vaksið seg rættuliga tjúkka. Tá bókin varð løgd fram í dag, varð greitt, at á teim 1424 blaðsíðunum standa 205 nýggj týdningarmikil nøvn. Trý teirra eru føroyingar: Astri Luihn málari, Helgi Fossádal savnsstjóri og Tóroddur Poulsen yrkjari, myndlistamaður og tónleikari. Vit ynskja til lukku við heiðurinum. Tilsamans hava tó nógv fleiri nøvn verið í ymsu útgávunum av Den Blå Bog . Eitt sonevnt totalregister frá 2008 telur ikki færri enn 19.874 fólk, sum eru lýst í bókunum frá 1910 til 2008. Hanne Dal, sum er ritstjóri hjá Gads Forlag, sigur í tíðindaskrivi í dag at ”I Blå Bog optages personer, der har markeret sig med en ekstraordinær indsats på deres arbejdsfelt, og som positivt repræsenterer Danmark. Det gælder både inden og uden for landets grænser. I de kommende år vil vi helt sikkert se endnu flere optagelser af danskere med bopæl i udlandet.” Til ber at senda meyl til forlagið , um tú kennir onkran, ið burdi komið í D

Fríslendsk ferðafólk

Kanska eru tað íslendsk ferðafólk, sum í ovfarakæti um vikuskiftið hava lært onnur í ferðalagnum eitt føroyskt-íslendskt mál, fríslendskt, mest sum í ljóðskrift og helst fyri íslendingar. Kann vera at tað er ein fótnota frá norrønu matrikulfólkunum, ið eru á stevnu her í landinum í hesum døgum. Men hetta stóð so á einari almennari ferðslutalvu í Havn í dag. Guð viti, hvagar hon vísir, talvan...

Norðoyastevna á Brekku

Hard Time Hungrys í stovuni hjá Oddbirni á Brekku í Klaksvík. Sjáldsama samstarvið millum Bobby Bare og Shel Silverstein elvdi til fyrstu konseptútgávur innan country. Í baksýni sæst Kjølur Í góðveðrinum leygardagin koyrdu vit til Klaksvíkar, har Norðoyastevna var við kappróðuri, kabarett og midnáttarrøðu. Høvuðsinnihaldið í stevnunum, kappróðurin, tykist eins og tað mesta, ið er á skránni, at hava mist takið á fólki, sum ikki so fegið sum fyrr kemur á stevnu. Annarleiðis er við kabarettini í Badmintonhøllini. Hóast innihaldið var til innvortis brúk, savnaði hon hópin av stevnugestum, eisini úr Havn. Briljant var hermingin eftir Sonhardi úr Fólksins Rødd. Hann og Ingi Sørensen hittust í túninum og eg skilti at teir og Dánjal, sum eisini er í Fólksins Rødd, skulu syngja Knockin' on Heaven's Door á Eystanstevnu í næstu viku. Stuttligt við nýggjum, óvæntaðum pallum og samansetingum. Vit stukku inn á gólvið hjá Oddbirni Vágslíð á Brekku og sjálvandi var Bobby Bare stóra kjakevn

Havnarløg live úr Útvarpshøllini Mentanarnáttina 2011

Frá venjingunum í Útvarpshøllini seinrapartin í dag. Lagið var so gott at Finnur og Anna tóku ein svingom í eina sanginum. Tey trý, sum syngja undir leiðslu av Ólavi Olsen, eru Anna Nygaard, James Olsen og Finnur Jensen. Eirikur Skála í Tórshavnar Stórbandi er ein av fyrireikarunum (Myndir: Birgir Kruse) Í kvøld klokkan 21:00 verða Havnarløg framførd í beinleiðis sending úr Útvarpshøllini, har øll hava ókeypis atgongd. Tá Havnin fylti hundrað í 2009 gjørdi Magnus Johannesen eina røð av spennandi útsetingum undir heitinum Havnarløg - føroyskar sangperlur í nýggjum búnað  fyri Tórshavnar Stórband, sum telur 21 tónleikarar og tríggjar sangarar. Løgini vóru upprunaliga framførd úti, niðast í Tórsgøtu, mentanargøtuni í Havn, sunnudagin fyri ólavsøku 2009. Tá vóru fýra sangarar, Sólvá Ford og tey trý, Finnur Jensen, Anna Nygaard Faroe og James Olsen. Í kvøld, mentanarnáttina 2011, klokkan 21 luttaka tey trý síðstu nevndu. Havnarløgini, sum tey syngja undir leiðslu av Ólavi Olsen e

Edward Fuglø og Nils Ohrt um list

Edward Fuglø avmyndaður tá Skúlin við Løgmannabreyt lat upp í 2009, og á brúnni í miðhøllini eitt hálvt ár innan, meðan bara skitsan til verkið  var til (Myndir: Birgir Kruse) Hann ger ikki ov lítið av, Edward Fuglø í nýggja málninginum Burtur á heiði við Manet og Friedrich . Tað er ein mynd við greiðum sitatum eftir tveir av teimum stóru í heimslistini, og skemtar samstundis við siðbundnan føroyskan samleika ímyndað við landslagnum, tjóðbúnaðum, Merkinum og fuglununum. Soleiðis sigur nýsetti stjórin í Listasavni Føroya, Nils Ohrt, í tíðindaskrivi í dag. Sunnudagin 5. juni kl 15:00 fer Nils Ohrt at hava samrøðu við Edward Fuglø um verk hansara. Samrøðan, sum eisini er ein powerpoint framløga, varir í ein tíma. Síðan ber til at síggja framsýningina í Listaskálanum, sum hevur heitið Merry-Go-Round .

Opið bræv

Høvundurin skrivar í bókina 'Sekel' á útgávudegnum. Sum formaður í stuðulsfelagnum Steinbrá taki eg fult og heilt undir við tí opna brævið, sum við góðari grund er sent avvarandi stovni og myndugleika, og sum er endurgivið niðanfyri (Myndir: Birgir Kruse) Opið bræv til nevndina fyri Listasavn Føroya og Mentamálaráðið Vit, undirritaðu harmast stórliga um bókina "SEKEL FÆRØSK KUNST I HUNDREDE ÅR. ONE HUNDRED YEARS OF FAROESE ART", sum vit halda vera ov subjektiva og ósemjuliga til, at hon kann virka sum tann almenna føroyska listasøgan, ið hon skal eitast at vera. Listaviðgerðin í bókini hevur slagsíðu til fyrimuns fyri nøkur ávís listafólk, men til bága fyri onnur, ið verða lýst úr einum negativum sjónarhorni. Útsagnirnar um Grafiska Verkstað Føroya á síðu 326, har leiðarin á verkstaðnum verður nevndur við navni sum partamaður við tey (ónevndu) listafólkini, ið ikki vildu samstarva við fyrrverandi Listasavnsstjóran, kunnu als ikki góðtakast, ei heldur kunnu vit g

Agurkubendar tíðir

Kanska er íslendsk agurka góð, full av søltum, í hesum døgum (Mynd: Birgir Kruse) Hóast Hundadagar við tíðindaloysi enn ikki eru komnir á okkum, liva vit longu í agurkutíðum. Meðan tey lesa fram eftir fummum í Útvarpinum um agursjir og reyðir lærarapennar brenna út, ber til at kunna seg við allar ársins tíðir og agurkuviðurskifti við, bæði hjá Sprotanum og Orðabókagrunninum. Málið er snedutt. Men tað er faktist einasta amboð hjá tíðindafólki. Vit eiga at vanda okkum eitt sindur um tað. Helst tá nógv lurta. Soleiðis sigur opni Orðabókagrunnurin um agurkuna: agurka [aˈgʊrka] -u -ur kv 1 (plfr.)1: planta av slagnum Cucumis sativus 2: sevjumikil frukt á hesi plantu

Tannlækni við útsýni

Útsýni havi eg aldri knýtt at tannlæknastovum. Í hvussu er ikki úr mínum sjónarhorni. Tað er mest sum øvut. Har er hvítt og eindimensjonalt. Men í dag varð annarleiðis. Meðan eg skuldi bíða at sleppa í svarta stólin, opnaði Eyvør Patursson hurðina út á svalan og setti ein reyðan stól í sólina á Berjabrekku við fríum útsýni oman yvir Havnina úr einum sjáldsama grønum sjónarhorni. Og beint fyri framman hómast gøtan, sum hin frægasti klummuskrivarin, Høgni Djurhuus, plagar at nýta sum snúningsás fyri lívsins stóru spurdómum, tá hann fer til arbeiðis fyri tað almenna við Vikuskiftissosialinum í høvdinum. Mitt í býnum og tó so langt frá. Ein grønur Havnarlummi. Fyrstu ferð eg sat í tannlæknastólinum hjá Eyvør var í oktober fyrrárið. Eftir ein túr í Reykjavík hevði eg brotið mær ein jaksil, tá eg dyppaði fransbreyð í fiskasúpan á Dillon Bar á Laugavegnum. Troyttur og broyskin, var tími hans komin. Jaksilsins tími. Eins og vinmaðurin, ein svorin sosialdemokratur úr Havn, sum beit í eina

Miðberg, Rót og Rútma

Ikki er so langt frá Miðberg til Rót og Rútmu. Tað var hann, bakarin Hallgrím Miðberg í Saltangará, sum reið sær avstað úr Vestmanna og til Texas bý. Hóast berføttur í morgun, passaði valnøtubreyð frá Miðberg sum fótur í hosu til fiskasúpan á terassuni í Tórsbyrgi. Og útsýnið í góðveðrinum røkkur næstan inn til Saltangará. Men fremst fyri er bøurin, sum Gutti hevur sligið og brotflísarnar, sum Høgni hevur lagt av nýggjum við smásteinum úr fjøruni niðanfyri kampingplássið, sum hómast í baksýni. Takk fyri gott grannalag, gott veður og gott útvarp. Tað er fyrrapartstríeinigheitin ein leygardag á sumri. Bless!

Ongan sakn eg kenni

Palle Nielsen og Jytte Rex gera klárt til filmsupptøku Palle Nielsen (1920-2000) er millum fremstu teknarar og grafikarar í okkara tíð. Palle Nielsen - mig skal intet fattes er listafólkafilmur, sum Steinbrá vísir í biografinum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon hósdagin   9. juni 2011 kl 17:00. Heitið á filminum er tikið úr Sálmi 23. Leikstjórin, Jytte Rex, sigur at filmurin, sum hon gjørdi lidnan í 2002, er ein roynd at ferðast inn  í eitt spennandi listarligt umhvørvi við einum varisligum ferðaleiðara, ið er júst Palle Nielsen. Seinastu upptøkurnar, har hann er við, eru gjørdar ein mánað innan hann doyði í 2000. Filmurin Palle Nielsen - mig skal intet fattes varir 56 minuttir. Filmurin hevur í Danmark vunnið Robert virðislønina og fekk í 2002 virðisløn sum besti heimildarfilmur. Limir í Steinbrá kunnnu heinta ókeypis atgongumerki til listafólkafilmin í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Atgongumerkið gjørdi Fríða Matras Brekku á frálipp hjá Mariusi Olsen í Steinprenti.