Skip to main content

Ongan sakn eg kenni



Palle Nielsen og Jytte Rex gera klárt til filmsupptøku

Palle Nielsen (1920-2000) er millum fremstu teknarar og grafikarar í okkara tíð.

Palle Nielsen - mig skal intet fattes er listafólkafilmur, sum Steinbrá vísir í biografinum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon hósdagin  9. juni 2011 kl 17:00.

Heitið á filminum er tikið úr Sálmi 23.

Leikstjórin, Jytte Rex, sigur at filmurin, sum hon gjørdi lidnan í 2002, er ein roynd at ferðast inn  í eitt spennandi listarligt umhvørvi við einum varisligum ferðaleiðara, ið er júst Palle Nielsen. Seinastu upptøkurnar, har hann er við, eru gjørdar ein mánað innan hann doyði í 2000.
Filmurin Palle Nielsen - mig skal intet fattes varir 56 minuttir. Filmurin hevur í Danmark vunnið Robert virðislønina og fekk í 2002 virðisløn sum besti heimildarfilmur.

Limir í Steinbrá kunnnu heinta ókeypis atgongumerki til listafólkafilmin í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Atgongumerkið gjørdi Fríða Matras Brekku á frálipp hjá Mariusi Olsen í Steinprenti.