Edward Fuglø avmyndaður tá Skúlin við Løgmannabreyt lat upp í 2009, og á brúnni í miðhøllini eitt hálvt ár innan, meðan bara skitsan til verkið var til (Myndir: Birgir Kruse)
Hann ger ikki ov lítið av, Edward Fuglø í nýggja málninginum Burtur á heiði við Manet og Friedrich. Tað er ein mynd við greiðum sitatum eftir tveir av teimum stóru í heimslistini, og skemtar samstundis við siðbundnan føroyskan samleika ímyndað við landslagnum, tjóðbúnaðum, Merkinum og fuglununum. Soleiðis sigur nýsetti stjórin í Listasavni Føroya, Nils Ohrt, í tíðindaskrivi í dag.
Sunnudagin 5. juni kl 15:00 fer Nils Ohrt at hava samrøðu við Edward Fuglø um verk hansara. Samrøðan, sum eisini er ein powerpoint framløga, varir í ein tíma. Síðan ber til at síggja framsýningina í Listaskálanum, sum hevur heitið Merry-Go-Round.