Skip to main content

Posts

Sakaris er sera glaður

Nú tað er alment, at stuttfilmurin hjá Sakaris Stórá Vetrarmorgun (2013) verður vístur á altjóða filmstevnuni Berlinale , er hann sera glaður at vera boðin til júst hesa filmstevnu, sum er í Berlin í døgunum 6.-16. februar 2014. - Festivalurin í Berlin er heimsins størsta filmstevna og samstundis eitt tað týdningarmiklasta filmstiltakið í heiminum. Fyrr havi eg bara droymt um at eg einaferð í framtíðini kanska kundi luttaka á filmstevnuni. Og nú skal eg sýna Vetrarmorgun har, sigur ein fegin Sakaris við Birkblogg í dag. - Vetrarmorgun var framleiðslumessiga eitt eksperiment. Tað var ein roynd at vita, hvussu bíliga og við hvussu fáum fólkum tað bar til at skapa ein konventionellan fiktiónsfilm í heimsflokki. At filmurin yvirhøvur bleiv veruleiki, vísur at eksperimentið riggaði. Og at filmfestivalurin í Berlin vil sýna hann, undirstrikar at Vetrarmorgun  veruliga er ein stuttfilmur í heimsflokki. Men at vit vóru so fá fólk á framleiðsluni, vísur eisini hvussu ótrúliga stóran in

Fimm ferðir Klipp

Mikudagar eru filmskvøld í Norðurlandahúsinum. Tá fer filmsfelagið KLIPP at varpa ljós á tað besta av norðurlendskum filmi beint nú. Skráin er sett saman av nýggjum, norðurlendskum spælifilmum, sum hava hugtikið í biografunum, fingið góð ummæli og vunnið bæði heimligar og altjóða virðislønir. Kom og njót góðar norðurlendskar filmsupplivingar á besta føroyska filmsløriftinum, sum er í Høllini í Norðurlandahúsinum. Uttan kostnað kunnu øll gerast limir í KLIPP. Atgongumerkini, sum kosta 80 krónur, verða at keypa so hvørt filmarnir verða vistir. Fyrsti filmur verður sýndur mikudagin 22. januar 2014 kl 19:30. Tað er  Málmhøvd (Málmhaus/Metalhead Ragnar Bragason, Ísland 2013, 97 min) Hetta er hjartanemandi filmur um tólva ára gomlu Heru, sum missir eldra beiggjan í traktorvanlukku á bóndagarðinum norðanfyri Reykjavík. At koma yvir lemjandi sorgina, byrgir hon seg inn á kamarinum hjá beiggjanum, sum altíð lurtaði eftir heavy metal. Hera flýggjar inn í ein destruktivan heim, sum tó h

Hassan undir trænum

So fór enn eitt ár, og gerandisdagurin í nýggja árinum er yvir okkum. Tveytúsund og fjúrtan. Ella tjúguhundrað og fjúrtan, sum tey siga í Folkhemmet Sverige . Orðalagið í ymsu málunum leitar so ymsar vegir, eisini hevdin at lata orð sleppa at vaksa í ymsar ættir. Sum eitt nú í enskum. Varnaðist í dagliga týðingararbeiðnum, at har í landinum seta tey nær skyldu føroysku orðini veður og veðurlag í hvør sín enda í enska bókstavaraðnum, weather og climate , so næmingar ikki blanda orðini og halda fyribrigdini vera tey somu. Snilt. Men ymist er, hvussu málsliga skettnið er, tá vit blaða. Ein, ið skettaði um bæði smakkin og litin í málinum, var walisiski yrkjarin Dylan Thomas , sum varð borin í heim fyri hundrað árum síðani, heilt nágreiniliga 27. oktober 1914. Hann var bara 39 ára gamal, tá hann doyði. Vónandi fer danski Hassan (f.1995) at røkka tann aldur og ríkiliga tað. Tí millum gávurnar undir grøna jólatrænum, sum í ár stóð á flatlondum, var svarta yrkingasavnið hjá Yahya Hassan

Tey telgja sær gudar

Mundi nakar spyrja Medici ættina, tá onkur teirra fór um gøtur og stræti í Firenze at keypa list og listafólk til tað endamál, sum hóvaði teimum best og var mest sjónligt í alramanna eygum tá, fyri sekshundrað árum síðan? Omanfyri eru Medicifólkini sett inn í eitt heilagt kongafylgi í 1459. Giti, at italsku listafólkini hava verið fegin at fingið uppgávur og løn, at mála, snøgga og høgga. So fegin, at virksemið elvdi til eina endurburðartíð, rennesansuna, sum setti okkum perspektiv á tilveruna. Nógv er broytt síðan ríkasta ættin í Evropa kundi hoyggja við einum og hvørjum. Tá var eingin mentanarpolitikkur ella -grunnur at tryggja almenninginum eitt minstamál fyri egnar skattakrónur, og enn minni nakar fjølmiðil, sum kundi gjøgnumlýsa og avdúka tey duldu sambond, sum kundu taka seg upp millum handilsskap og listalig avrik í kirkjum og á torgum. Friður var at telgja sær gudar, hevði tú ráðini. Í dag eru vit altíð á varðhaldi og natúrliga mistonksom. Eisini tá ið Miklagarður

Stuttfilmur úr Miklagarði

Big Place er heiti á einum stuttfilmi, ið Thomas og Michael Koba hava gjørt fyri Miklagarð í eini verkætlan, sum Regin W. Dalsgaard stóð fyri. Trýst á myndina, og tú sært filmin. Regin meldaði filmin til Geytakappingina, har hann slapp við, men uttanfyri kappingina. Ikki tí, dómsnevndin metti ikki at hetta var lýsingafilmur, hóast Føroya størsti handil, Miklagarður, hevði bílagt og rindað fyri filmin. Dómsnevndin helt, at stuttfilmurin var ein poetisk lýsing av eini kvinnu, sum aktivt byggir tær nýggju Føroyar. - Vit eiga at bjóða henni og hesum stuttfilmi vælkomnum, varð sagt um filmin, tá Geytin varð handaður Dáva Djurhuus, sum vann við filminum Terminal . Í filminum Big Place fylgja vit tailendsku Patcharee Areesaman, sum sæst omanfyri, tá eg avmyndaði hana í Norðurlandahúsinum Geytakvøldið. Hon er gift í Føroyum og hevur fingið starv sum vaskikona um náttina í Miklagarði. Serliga spennandi haldi eg tað vera, at ein handilslig fyritøka velur at heita á professionell føroysk fil

Armslongdarprinsippið

KLUMMA Starvsblaðið 4 2013 Við árslok gera vit upp á ymsu økjunum og spyrja, hvussu skarst. Eg fari at leita til okkara orðafeingi, eftirsum vit í hesum ári á fyrsta sinni fingu eitt alment føroyskt Málráð . Tó, hetta orðið, sum eg javnan havi fingið høvi at hefta meg við og grunda yvir í hesum orðaríka ári, er enn ikki komið í nakra orðabók. Orðið er armslongdarprinsippið . Tá eg leiti í talgildu orðabókunum hjá Sprotanum, sum allar eru undir fingrasnippunum, er nærmasta orðið arm’s length , sum á føroyskum verður til armslongd. Kanska er tað ein ávísur trekleiki, obstacle , at fáa hetta orðið inn í føroyskt gerandismál. Ikki tí, tað munnu vera meir enn tíggju ár síðan eg fyrstu ferð hoyrdi Jóannes Dalsgaard (f.1940) greiða frá hesum hugtaki, armslongdarprinsippinum, í Mentamálaráðnum fyri okkum, sum tá sótu í Mentanargrunninum. Um enn hon var gomul, vitanin, tóku vit fegin og forvitin við hesi nýggju vitan um mentanarpolitikk úr okkara grannalondum, sum í ritinum Menta

KOKS til Kina!

Stórbæra bókin KOKS er í fýra førum við í kappingini um heimsins bestu kókibók. Tað siga bókaútgevararnir í tíðindaskrivi í dag. Upplýst verður, at føroyska bókin KOKS er komin í endaumfarið í kappingini um Gourmand Cookbook Awards 2014, ið fakfólk rópa Oscarvirðislønin fyri kóki- og matbøkur. Í fýra deildum fer føroyska bókin at kappast móti 283 finalistum úr allari verðini. Bókin KOKS er komin í endaumfarið í hesum fýra kappingum: Heimsins besta kókibók, við høvuðsdenti á fotomyndir, Heimsins besta professionella kókibók, Heimsins besta bók fyri kokkar og Heimsins besta skandinaviska køksbók. Vinnarar í tilsamans 56 kappingarbólkum verða kunngjørdur úr Beijing í Kina 19.-21. mai í 2014. Fororðini í bókini KOKS skrivaði René Redzepi, høvundur er Bent Christensen, enska tekstin skrivaði Poul F. Guttensen og føroyska tekstin skrivaði Jonhard Mikkelsen. Myndamaður er Claes Bech-Poulsen, niðanfyri, og útgevari er Books for Cooks. Bókin KOKS tekur støði í matlistini hjá Leif

Dávur Djurhuus fær Geytan

Dávur Djurhuus, sum sæst omanfyri, fær Geytan í 2013 fyri filmin Terminal. Tað er Norðurlandahúsið, sum letur Geytastandmyndina, sum Dávur hevur i høgru hond og ein kekk, ið er 25.000 krónur, sum hann hevur í vinstru hond. Amerikanska Meira Blaustein, sum stendur fyri The Woodstock Film Festival, var fegin um filmin, eins og Sakaris Stórá, aftanfyri Helenu Dam á Neystabø, og eisini Jan Berg Jørgensen á niðaru myndini, har hann og Dávur tosa við Elina Heinesen. Dómsnevndin, sum letur Geytan, er frá vinstru niðanfyri, Meira Blaustein, Birgir Kruse, Marjun Niclasen, Sif Gunnarsdóttir og Jan Berg Jørgensen. Eins og í fjør var Finnur Koba hin best hugsandi verturin fyri Geytatiltakinum í Norðurlandahúsinum. Í steðginum, tá allir filmar høvdu verið sýndir, savnaðust fólk í foyerini til ein reyðan Geytasjuss, meðan atkvøtt varð um Áskoðaravirðislønina. Niðanfyri sæst Sakaris Stóra saman við Helenu Heðinsdóttir Jørgensen, sum er annar høvuðsleikarin í Vetrarmorgun .