Skip to main content

Stuttfilmur úr Miklagarði


Big Place er heiti á einum stuttfilmi, ið Thomas og Michael Koba hava gjørt fyri Miklagarð í eini verkætlan, sum Regin W. Dalsgaard stóð fyri. Trýst á myndina, og tú sært filmin. Regin meldaði filmin til Geytakappingina, har hann slapp við, men uttanfyri kappingina. Ikki tí, dómsnevndin metti ikki at hetta var lýsingafilmur, hóast Føroya størsti handil, Miklagarður, hevði bílagt og rindað fyri filmin. Dómsnevndin helt, at stuttfilmurin var ein poetisk lýsing av eini kvinnu, sum aktivt byggir tær nýggju Føroyar. - Vit eiga at bjóða henni og hesum stuttfilmi vælkomnum, varð sagt um filmin, tá Geytin varð handaður Dáva Djurhuus, sum vann við filminum Terminal. Í filminum Big Place fylgja vit tailendsku Patcharee Areesaman, sum sæst omanfyri, tá eg avmyndaði hana í Norðurlandahúsinum Geytakvøldið. Hon er gift í Føroyum og hevur fingið starv sum vaskikona um náttina í Miklagarði. Serliga spennandi haldi eg tað vera, at ein handilslig fyritøka velur at heita á professionell føroysk filmsfólk at gera film um menniskju og evni í okkara samtíð, sum eru leys av sjónligari og tilætlaðari reklamu. Eg eri ikki blindur fyri, at vit eisini kunnu kalla hetta, eins og myndatólið frá Tryggingini, branded content ella content marketing. Men eftir stendur, at vit nú hava fingið eina human interest samtíðarmynd á nethinnuna, sum ikki hevði heimarætt í føroyskari mentan, hevði handilin ikki tikið stig til júst henda film. Og hvør veit, kanska fer ein onnur fyritøka at bíleggja ein annan film um eina aðra lagnu, ella eitt annað evni úr teirra verð næsta ár, tá Geytin aftur verður handaður Føroya besta stuttfilmi. Umframt almenna stuðulin til film, er tað umráðandi at eisini vinnulívið hjúklar um hesa listagrein, sum er farin at spretta kring landið. Verður listaliga frælsið framhaldandi óskert, kann tað ikki annað enn hækka og vaksa um úrslitið av føroyskari filmsgerð.