Skip to main content

Tey telgja sær gudar


Mundi nakar spyrja Medici ættina, tá onkur teirra fór um gøtur og stræti í Firenze at keypa list og listafólk til tað endamál, sum hóvaði teimum best og var mest sjónligt í alramanna eygum tá, fyri sekshundrað árum síðan?

Omanfyri eru Medicifólkini sett inn í eitt heilagt kongafylgi í 1459.

Giti, at italsku listafólkini hava verið fegin at fingið uppgávur og løn, at mála, snøgga og høgga. So fegin, at virksemið elvdi til eina endurburðartíð, rennesansuna, sum setti okkum perspektiv á tilveruna.

Nógv er broytt síðan ríkasta ættin í Evropa kundi hoyggja við einum og hvørjum. Tá var eingin mentanarpolitikkur ella -grunnur at tryggja almenninginum eitt minstamál fyri egnar skattakrónur, og enn minni nakar fjølmiðil, sum kundi gjøgnumlýsa og avdúka tey duldu sambond, sum kundu taka seg upp millum handilsskap og listalig avrik í kirkjum og á torgum.

Friður var at telgja sær gudar, hevði tú ráðini.

Í dag eru vit altíð á varðhaldi og natúrliga mistonksom. Eisini tá ið Miklagarður ger ein fýraminuttirs stuttfilm um eina glaða tailendska konu, ið floygd og himmalskliga glað, sum var hon í florentinskum templi hjá Medici, greiðir frá gerandisviðurskiftum. Vit eru mistonksom. Hvat vil kapitalurin, at bera okkum slíkar hjartanemandi søgur?

Portalurin er mistonksamur og spyr stjóran í SMS, hvat endamálið er við filminum og heimasíðuni, har hann sæst. Sami Portalur er ikki mistonksamur, tá ið Føroya pengasterkasta fyritøka, Tryggingin, sendir hundraðtals myndir til pressuna at siga frá um øll tey, ið fingu arbeiði og uppgávur eftir herviligu ódnina.

Kanska er mistonksemið so selektivt, at tað bara rakar gerandisvørur, sum vit seta á borðið, koyra í munnin og lata fara út aftur til almenningin hin natúrliga vegin, og bara ikki tekniskar konstruksjónir sum tryggingar og vernd móti abstraktum viðurskiftum, sum koma úr tí dulda, sløkkja ljósið og taka okkum av fótum?

Í talgildu orðabókini kunnu vit sprota tíggju føroysk orð fyri enska suspicion. Í øðrum sambondum kunnu vit sprota enn fleiri orðasambond av suspicion-slagnum.

Jú, vit eru mistonksom, tá onnur okkara vegna telgja sær gudar. Tað er gott. Men eftir siti eg við einum góðum stuttfilmi, sum eftir fýra minuttum sigur eina lívssøgu, eg ikki visti av fyrr. Púra ókeypis.

Er nakað, ið ávirkar meg í hesum filmi, er tað samfelagssinnið hjá Føroya størsta matvøruhandili. Sama samfelagssinni havi eg ikki sæð hjá nakrari føroyskari fyritøku higartil. Kanska hevur Miklagarður við stuttfilminum Big Place sett hol á eina føroyska endurburðartíð. Livst, so spyrst.